Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Talv er ikki so mystiskt – Nógvir av teimum yngru føroysku telv- arnum kunnu avgjørt gerast heilt sterkir. Men tað krevur, at tey fáa støðuga frálæru, sum tey sjálvi kunnu byggja víðari á, sigur telvarin Heini Olsen, sum seinastu tíðina hevur givið ungum telvarum í Klaksvíkar Talvfelag frálæru TALV Anna V. Ellingsgard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Talv er ikki so mystiskt, sum fólk ofta hava lyndi at gera tað til. Eitt sindur av gávum krevst ivaleyst, men stóra loyndarmálið hjá ein- um sterkum telvara er áhaldandi venjing, og at tú veist, hvussu tú venur mest effektivt. Hetta sigur fyrrverandi føroyameistarin i talvi, Heini Olsen, sum er búsit- andi í Danmark, men í løt- uni brúkar nógva tíð í sín- um gamla talvfelag í Klaksvík, har hann millum annað hevur givið ungum telvarum frálæru. Nikolic sum lærumeistari Hóast Heini var 22 ár og føroyameistari í talvi, tá hann fyrstu ferð sjálvur fekk veruliga talvfrálæru, er hann sannførdur um, at tað ikki var fyrr enn tá, at hann fekk ta fatanina av talvi, sum skal til, fyri at gerast ein góður telvari. – Eg var so heppin at fáa frálæru frá Predrag Niko- lic, sum búði í Klaksvík eitt skifti fyrst í 1990- unum. Uttan at taka nakað frá nøkrum eri eg vísur í, at tað er Nikolic fyri at takka, at føroysk telving er á so mikið høgum støði, sum hon er í dag, sigur Heini og greiðir frá, at Nikolic fyrst av øllum legði seg eftir at læra telv- arnar, hvussu teir skuldu venja og ogna sær talv- vitan. Frá honum fekk Heini soleiðis nøkur virð- ismikil amboð, hann sjálv- ur kundi brúka seinni. Og sum útgangsstøði er tað eisini hetta, Heini nú lærir frá sær aftur. – Eg læri tey ungu at venja á sama hátt, sum eg sjálvur lærdi tað. Talvini, eg lati tey gjøgnumganga, eru sovorðin, eg sjálvur havi sitið og arbeitt við, og eg havi við vilja ikki lækka støðið. Tað mest avgerandi er, at tey verða greið yvir, at tað finst ein arbeiðshátt- ur, tey kunnu brúka, fyri at gerast betri telvarar. Hvussu nógva orku tey so tíma at brúka uppá at venja framyvir, verður altíð upp til hvønn einstakan, men tað skal ikki vera ein forð- ing, at tey ikki at tey ikki duga mátan, sigur Heini. Boðar frá góðum Heini er ikki sørt bilsin yv- ir, hvussu hugagóðir ungu telvarnir hava verið hesar dagarnar. Ikki minst tá hann hugsar um, at tey hava verið í skúla allan dagin, tá frálæran í talvi er byrjað. Allíkavæl hava so gott sum øll verið við 2-3 tímar hvørt kvøld alla vikuna, tá frálæra var á skránni. – Tey tíma ótrúliga væl, men tey vilja helst verða so nógv við sjálvi, sum møgu- ligt. Talvvitan skal inn í myndina fyrr ella seinni, men hesuferð havi eg roynt at avmarkað langrøkjutar frágreiðingar og heldur lat- ið tey sjálvi gjøgnumgingið uppgávur hvør sær og sam- an. Tað er eisini tað, sum gevur mest í longdini, tí uppgávurnar kunnu tey al- tíð halda fram við sjálvi heima, tá ongin lærari er at hjálpa, sigur Heini, sum ikki ivast í, at summi av he- sum ungu væl kunnu gerast sterkir telvarar, um tey veruliga leggja orku í tað. – Vanliga siga vit, at tey, sum fella frá, oftast gera tað í 12-13 ára aldrinum, so tey eru nokk longu far- in. So okkurt bendir á, at tað verða onkur av hesum, ið nú eru eftir, sum vera við til at mynda framtíðina hjá Klaksvíkar Talvfelag. Og tað boðar frá góðum, heldur Heini. Aldur ongin forðing Ein av fyrimununum við talvi er avgjørt, at tú altíð kanst venja og fyrireika teg uttan at vera bundin av tíð, stað ella liðfeløgum. Tí er tað kanska ikki av tilvild, at telvarar ofta eisini eru tón- leikarar - ella øvut, tí tón- leikavenjing krevur nokk eisini í løtum at hugflogið og konsentratiónin ikki verður órógvað, grunar Heini og leggur afturat, at tað sjálvandi eisini er ein fyrimunur, at í talvi er ald- ur ongantíð nøkur forðing - kanska tvørturímóti. – Herfyri telvaði heims- ins yngsti stórmeistari, 13 ára gamli Magnus Carlson, móti kenda telvarnum Kor- tchnoi, sum nú er 73 ár. 60 ára aldursmunur er sjálv- andi ikki nakað, tú sært í øðrum kappingum, men tað áhugaverda var eisini, at í hesi kappingini vann tann eldri. Tað er ikki so galið at vita, tá tú hugsar um, at í nógvum øðrum ítróttargreinum verður tú "pensioneraður" í 30unum, sigur 35 ára gamli telvarin, Heini Olsen, at enda. Heini Olsen lærir tey ungu í Klaksvíkar Talvfelag at venja uppá sama máta, sum hann sjálvur lærdi tað í síni tíð ngjunum av 13 ára gamli Eilif Arge heldur seg ikki hava so gott tol. Tí dámar honum best snartalv – Dreingirnir í Føroyum mugu bara venja seg við at telva ímóti eini gentu, tí aðrastaðni er tað heilt vanligt at konufólk telva, sigur 14 ára gamla Herborg Hansen