mikudagur 26. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 • mikudagur • 26. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Ymiskar meldingar
koma úr USA, sum
gera, at torført er at
avlesa, hvønn vegin
tað gongur búskapar-
liga í landinum. Í
seinastu viku segði
amerikanski fíggjar-
málaráðharri John
Snow, at stjórnin
ætlaði at gera meira
fyri at styrkja doll-
aran, at tað var rætti
politikkurin. Tað fekk
dollaran at kvinka
eitt sindur uppeftir
KRONIKKUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Fáar dagar seinni segði
sami høgi harri, at Bush-
stjórnin í USA ikki hevði
ætlanir um tiltøk at styrkja
dollaran. "Valutakursirnir
hava tað best, um marknað-
arkreftirnar sleppa at ráða,"
hevur Snow, sambært Børs-
enOnline, sagt í sjónvarps-
samrøðu. So fall dollarin
aftur.
Stórt hall á handils-
javnanum í USA
Tað grundleggjandi pro-
blemið er, at hallið á hand-
ilsjavnvágini (trade ba-
lance) hjá USA hevur tað
ikki gott. Tað vil siga, at
USA keypir nógv meira
enn teir selja, (sí mynd 1).
Soleiðis var tað ikki bert
seinasta mánað, ella sein-
asta ár, men soleiðis hevur
tað verið í fleiri ár. Tó, re-
kordin bleiv sligin í no-
vember, tá var hallið 60
milliardir $, og fyri alt árið
2004 kann tað ætlast at
blíva umleið 600 mia. $.
Stóra hallið í november
kom óvart á eygleiðarar,
teir høvdu væntað, at tað
fór at ganga hin vegin nú.
Men so var ikki.
Men hvussu kann eitt
land ár um ár keypa meira
enn teir selja fyri? Jú, um
teir á annan hátt kunnu fáa
útlond at leggja pengar í
USA, investera, keypa virð-
isbrøv, aktiur ella obliga-
tiónir, so ber til at fíggja
hallið. Og tað vísir seg at
bera til. Kapitalur fossaði
inn í landið, og tað gav so
nógv sum 81 mia. $ í no-
vember. Hetta gongur ikki
mekaniskt í allar ævir.
Amerikanska vónin er, at
innfloymandi kapitalurin
verður investeraður, og á
tann hátt í framtíðini fer at
geva USA ein fyrimun.
Lærubókin virkar
ikki, ella hvat?
Men tað er ein stór gáta, hví
dollarin, sum í fjør minkaði
stórliga í virði (sí mynd 2)
ikki hevur fingið útflutn-
ingin at vaksa og innflutn-
ingin at minka. Soleiðis
sigur einhvør liberal læru-
bók at tað skal vera. Men
tað virkar ikki. Útflutning-
urin minkaði í november, tá
tølini vóru tald upp.
Ein onnur gáta er, hví út-
flutningsvørurnar hjá USA
fyri ein stóran part eru
rávørur ella lítið viðgjørdar
vørur. USA hevur avlop á
handilsjavnanum fyri mais,
bummull, hveiti, endur-
nýtslujarni (scrap) og kjøt-
vørum. Higartil hevur USA
á tí teknologiska økinum
bert havt avlop í handli við
flogførum og tekniskum,
vísindaligum instrument-
um. Men seinastu tølini
bera eisini boð um nýggjar
tíðir á hesum øki.
Airbus størri
enn Boing
Seinasta árið hevur tað
verið so, at tað serliga vóru
maskinur og onnur ídnaðar-
útgerð, sum minkaðu í
hesum roknistykki. Vert er í
hesum sambandi at hugsa
um, at USA at kalla hevur
verið einaráðandi, tá tað
snýr seg um at framleiða og
selja flogfør til ferðafólka-
flutning. Men nú hava teir
mist tað faktiska monopol-
ið.
Boing-fabrikkin
í
Seattle, sum bygdi B-737,
sum Mærsk brúkti til Før-
oyaflúgvingina, og eisini
heimsins størsta Jumbo B-
747, seldi í fjør færri eindir
enn europeiska samtakið
Airbus.
Boing seldi 285, Airbus
320. Í ár 2000 var Boing
væl størri, seldi 500, meðan
Airbus bert seldi 300.
Serliga nú tað sær út, sum
Airbus við sínum nýggjasta
A-380, fær ein avgerandi
fyrimun. Hetta risastóra
flogfar í tveimum hæddum
kann taka millum 500 og
880 ferðafólk, og slær allar
rekordir. Fyrsti flogtúrur
veður nú í mars. Næsta er,
at Airbus er farið undir at
fyrireika framleiðslu av
einum meðalstórum flog-
fari, sum skal kappast við
Boing 737, sum er essið hjá
Seattle-fabrikkini.
Fyri jól fall kursurin á
Boing-partabrøvum,
tí
Kina boðaði frá, at teir fóru
Hættisligt hall á handilsjavnvágini:
Kursurin á US-dollar upp og niður
- og aðrar hendingar av týdningi í heimsbúskapinum
Nýggi risin hjá Airbus,
A-380, er enn ein sigur
hjá evruni mótvegis
dollaranum
Mynd: Reuters