Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2005 29 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða elskaða Freia Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum, muss og klemm. frá okkum Ommis Góði fitti Jón Mohr Olsen Tillukku við bronsuni í Sjællandskappingini og úttøkuni í danmarksmeistaraskapinum í vresling, ynskja vit øll Ommis Góða Freia Tillukku við 4 ára degnum eisini ein heilsan til Jón og Jórun, Peder og Karolinu og Oskar. Nógvar mussar. Omma og abbi í Hósvík Góða fitta Anna Tillukku við 3 ára degnum 26. jan. Muss og klemm frá okkum øllum Ommis Góði abbi Hjartaliga tillukku við degnum, ið var 20. jan. Eg elski teg. Heilsan Olivia veitst tú ikki tað? Møtir fyri øll í Havn Eins og vanligt hev- ur verið í eitt mannaminni, er ár- liga missiónsvikan í Havn í hesi vikuni. Talar og kór ymsa- staðni frá luttaka, og fólk í hópatali savn- ast undir Guds orð MØTIR Snorri Brend Seinasta vikan í januar mánaði hevur verið føst vika til missiónsvikuna í Havn. Hetta er ein vika við møtum, ið venda sær til øll ættarliðini. Missiónsvikan, sum verður hildin í Meinig- heitshúsinum byrjaði longu sunnudagin kl. 14 við barnamøti og helt síð- ani fram við møti kl. 18. Síðani hava møtini verið kvøld kl. 8 – og halda fram hvørt kvøld restina vikuni somu tíð. Hóskvøldið verður eitt serstakt ungdómskvøld, sum tey ungu í meinig- heitini skipa fyri. Her koma vanliga rættiliga nógv ungfólk og eldri saman til eitt gott og lætt kvøld. Runt landið finnast nógvar góðar sangkreftir, og fleiri teirra sleppa eisini framat við eina slíka viku. Í fyrstu syftu verður satsað uppá tey kórini, sum eru í Meinig- heitshúsinum, men kór- vitjanir eru eisini úr t.d. Toftum og Fuglafirði. Talarar koma eisini nógvastaðni frá. Í ár hevur ein fingið klaksvíkingin, Hera Elttør sum talara. Hann starvast sum trú- boðari m.a. fyri føroying- ar í Danmark, men er hesa vikuna boðin til Havnar at tala á missiónsvikuni. Gamal siður Tað hevur altíð verið siður frá Heimamissiónini í Føroyum við slíkum møtirøðum – ella missi- ónsvikum, sum tær verða kallaðar á mannamunni. Um heystið verður skráin løgd fyri tann kom- andi veturin, um nær og hvar tær ymisku missi- ónsvikurnar liggja. Síðani verður farið undir at fyri- reika hesar, at útvega talarar, sangkreftir og ikki minst at biðja fyri hesum møtum. Hóast siðurin er gamal, so er boðskapurin kortini altíð nýggjur. Møtini ganga fyri seg á sama hátt sum vanligt, við sangi, eini talu og síðani vitnis- burðum frá fólki. Alt miðar eftir at menniskju skulu hoyra Orðið og verða frelst. Mong eru eisini tey, sum eftir eina slíka viku fingu at sanna, at tey vórðu frelst. Meinigheitshúsið í Havn er karmur um sína missiónsviku í hesum døgum www.sosialurin.fo