hósdagur 27. januar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 18 - 27. januar 2005
FØROYA ARBEIÐARAFELAG
ÁMINNING
til limir felagsins
Vit skulu enn einaferð minna limir okkara á, at
limur sum gerst arbeiðsleysur ella sjúkur, kann
halda áfram í Felagslívstryggingarskipanini til 67
ára aldur, við at gjalda eitt ávíst mánaðargjald til
FA - gjaldingin skal byrja áðrenn 3 mánaðar frá tí,
at limurin er givin at arbeiða.
Limir fáa nærri upplýsingar við at venda sær til FA
á tlf. nr. 312101.
Fólkatingsvalið
fyri valstøðini í Runavíkar kommunu fer fram
á hesum støðum týsdagin 08. februar 2005:
Fyri valstaðið í Runavík í Ítróttarhøllini í Runavík
fyri bygdirnar:
Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði,
Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík.
Fyri valstaðið á Skála fer fram í pensionista-
húsinum á Skála fyri bygdina:
Skála
Fyri valstaðið í Skálafirði í skúlanum í Skálafirði
fyri bygdina:
Skálafjørður
Fyri valstaðið í Oyndarfirði í skúlanum í Oyndar-
firði fyri bygdina:
Oyndarfjørður
Fyri valstaðið í Elduvík í skúlanum í Elduvík fyri
bygdina:
Elduvík
Fyri valstaðið Funningsfirði í skúlanum í Funn-
ingsfirði fyri bygdina:
Funningsfjørður
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 09.00 fyrrapart og
heldur fram til kl. 20.00 - ella so leingi veljarar
møta uttan steðg.
Saltangará, 25.januar 2005
Runavíkar býráð
Lýsing
um
fólkatingsvalið 8. februar 2005
Brævatkvøður
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært val-
lógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu,
kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslu-
tíðini til og við 05. februar 2005.
Eisini ber til at greiða brævatkvøðu á avgreiðslu-
skrivstovunum á Skála, í Oyndarfirði og í Funn-
ingsfirði í avgreiðslutíðunum.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á
valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá
á tlf. 417000 í seinasta lagi 04. februar 2005 kl.
16.00.
Býráðsskrivstovan í Runavík og avgreiðslu-
skrivstovan á Skála hava opið til avgreiðslu av
brævatkvøðum leygardagin 05. februar 2005
frá kl. 13.00 til 14.00.
Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólka-
tingsvalið, ið skal fara fram 8. februar 2005, verða
valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki
hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið
skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni (tlf.
417000) frá í seinasta lagi 4. februar 2005 kl.
16.00.
Saltangará,25.januar 2005
Runavíkar býráð
Avloysari fyri
leiðara
Søkt verður eftir avloysara fyri leiðara í
Tilhaldinum
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloys-
ara til leiðarastarvið í Tilhaldinum Hugnin í Sand-
oynni í tíðarskeiðinum frá 15. februar og til 15.
september 2005.
Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna.
Løn sambært avtalu við avvarðandi fakfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at
venda sær til borgarstjóran át lf. 211930.
Skrivlig umsókn skal stílast til Sands kommunu,210
Sandur, í seinasta lagi 10. februar 2005.
Sands kommuna
Kunngerð
Tað verður her gjørt kunnugt,at fráboðaða fólka-
tingsvalið fer fram
týsdagin tann 8. februar 2005
í skúlaauluni við Gøtugjógv.
Atkvøðutíðin :
verður frá kl. 9.00 og til kl. 20.00
og verður tá valið endað, so skjótt eingin veljari
kemur fram til valavgreiðslu, hóast áheitan.
Brævatkvøður:
Tey, ið av ymsum orsøkum ynskja heldur at velja
við brævatkvøðu á fólkayvirlitinum (kommunu-
skrivstovuni) ella heima, verða biðin um at boða
kommunuskrivstovuni frá í seinasta lagi fríggja-
dagin tann 4. februar 2005 kl. 15.00.
Seinasti
rættstundis dagur fyri bræv- atkvøðugreiðslu er
tó leygardagin tann 5. februar 2005.
Valkort:
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi
verða nú send út við postinum. Veljari, sum ikki
fær valkort,ella sum fær valkort við villum í,eigur
at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast
gjørligt, men annars til og við valdagin.
Minnist vinarligast til at hava valkortið við á val.
Valnevndin í Gøtu
Kunngerð
Tað verður gjørt kunnugt, at valkort til nýtslu við
fólkatingsvalið týsdagin 8. februar 2005 verða
send øllum teimum, ið standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, eigur at
venda sær til býráðsskrivstovuna til tess at vissa
seg um, hvørt hann er á vallistanum.Veljari, sum
hevur fingið valkort við villum í, kann somuleiðis
venda sær til býráðsskrivstovuna og fáa hetta
rættað.
Vágs býráð
Fólkatingsvalið
Valkort
Til fólkatingsvalið, sum verður 8. februar 2005,
verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki
hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið
skeivt fyri, skal viðkomandi siga frá hesum á
kommunuskrivstovuni í seinasta lagi 4. februar
2005, kl. 15.00.
Brævatkvøður
Veljarar í Vestmanna Kommunu, sum sambært
vallógini lúka treytirnar fyri at greiða bræv-
atkvøðu,kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni
til og við 4. februar 2005, kl. 15.00.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á val-
staðin, og sum ynskja at greiða brævatkvøðu
heima, kunnu boða frá hesum á kommunu-
skrivstovuni í seinasta lagi 4. februar 2005,
kl.15.00,ella hjá Jóhan E.Poulsen,valnevndarfor-
manni, tlf. 424211, í seinasta lagi leygardagin
5. februar 2005, kl. 14.00.
Valið
Valið fyri veljarar í Vestmanna Kommunu og á
Válinum fer fram á kommunuskrivstovuni í Vest-
manna týsdagin 8. februar 2005.
Atkvøðugreiðslan fer fram frá kl. 9.00 til kl. 20.00
ella til støðgur kemur í eftir kl. 20.00.
Vestmanna Kommuna
Frá Frítíðarskúlanum
á Tvøroyri
Innskriving av børnum til skúlaárið 2005/2006
verður fram til 1. mars á
tlf. 372750