Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 27. januar 2005 33 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða omman Hjartaliga tillukku við degnum 27. jan. Eisini ein heilsan til abban. Takk fyri at tykur eru so góð við meg. Heilsan Johanna Góði babba Hjartaliga tillukku við 24 ára føðingardegnum. Eg elski teg. Heilsan Andrias Tann 27. fyllir hesin runt. Í Funnings- firði hann býr. Vit siga bara hjartaliga tillukku og alt gott í framtíðini Vit Góða mamma Hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum. Vónandi fært tú ein góðan dag. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Heilsan børnini við familju Góða Sólgerð Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Ynskja mamma og pápi Góði fitti Heini Hjartaliga tillukku við tín- um fyrsta føðingardegi. Gud signi framtíð tína. Ynskja mamma og pápi Góði fitti Petur Ovi Lukku og gleði á tínum 4 ára degi. Heilsan omma, abbi og Donna Góða elskaða dóttir Hjartaliga tillukku við 50 ára degnum. Góða eydnu í framtíðini. Ynskir pápi Grannin her hjá okkum fyllir 30x2. Bóndi er hann Fisk tað sker hann lagið er gott Sjálvt um hárið er grátt. Hjartaliga tillukku Maikel Framsýning um hjálpararbeiði Reyði Krossur Før- oya skipar fyri fram- sýning við málning- um og øðrum tilfari leygardagin eftir kyndilsmessu í høl- unum hjá Tøting í Syðrugøtu FRAMSÝNING Tíðindaskriv Á framsýningini fer fel- agið at sýna fram tilfar, sum vísir neyðhjálparar- beiði ymsa staðni úr heiminum, har vanlukkur av ymsum slag hava rakt. Við skjølum og mynd- um verður millum annað víst á, hvussu felagsskap- urin gav eina hjálpandi hánd undir øðrum heims- bardaga, eins og aðrar hendingar sjálvandi eisini verða á skránni. Hartil verður eisini kunnandi tilfar um fyrstu- hjálp at fáa. Møguleiki er eisini at ogna sær onkrar av máln- ingunum, sum verða sýndir fram. Nýtt lokalfelag hjá Miðflokkinum Á stovnandi fundi tann 25-01-2005, á Sjómansheiminum í Runavík, varð sam- tykt at seta á stovn lokalfelag Miðfloks- ins í Eysturoynni LOKALFELAG tíðindaskriv Endamál felagsins er at fremja áhugamál Mið- floksins, bæði lokalt í Eysturoynni og í lands- politiska arbeiðinum. Í fyrstu nevndina vórðu vald: Kaj Otto Frederiks- berg - Strendur, Poul Joh- an Djurhuus - Glyvrar, Leif Høj - Saltangará, Maj í Túni - Toftir og Jeff- rei Johannesen - Lambi. Nevndi skipar seg sjálv. Arni Abrahamsen bleiv valdur sum skrivari. Nevndin fer í næstum undir at skriva endamáls- orðing og reglugerð fyri lokalfelagið, sum skal góðkennast á næsta aðal- fundi felagsins. Sum eitt lokalfelag kann felagið vera eitt millumlið millum einstøku limirnar og stuðlarnar hjá flokkin- um í Eysturoynni, og floksleiðsluna og politisku umboð floksins, soleiðis at lokalu sjónarmiðini verða betri hoyrd. Tað er eisini munandi lættari at bera eitt politiskt arbeiði í økinum, við at hava eina lokala nevnd. Nevndin væntar at lokalfelag Miðfloksins í Eysturoynni fer at vera við til at menna og styrkja flokkin. DJ-show í Hvalba Leygarkvøldið verður stórt DJ-SHOW í Royn- høllini í Hvalba. Tað plag- ar at verða rættiligt lív í, tá ið DJ-showið við teirra manning kemur til bygd- ina. Hesaferð verða tveir DJ´arar á pallinum í senn, og tað eru teir báðir, Høgni Thomsen og Magnus Debes, sum í felag fara at spæla nýggj og eldri løg. Bussur koyrir til og frá Roynhøllina. -jm