Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2005 23 Kunngerð Fráboðaða fólkatingsvalið fer fram týsdagin tann 8. februar 2005 í fundarhølinum á Toftum. Atkvøðutíðin er frá kl. 09.00 til 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi leygardagin 5. februar 2005 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskriv- stovuna. Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann 8. februar 2005. Heimaval Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í sein- asta lagi leygardagin tann 5. februar 2005, við at boða frá til fólkayvirlitið á kommunuskrivstovuni tlf. 447586 innan kl.15.00 fríggjadagin 4.februar 2005. Valkort Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og vlakortini verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast. Valstýrið í Nes kommunu 25. januar 2005 Umboðsmannaval! Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til Umboðsmannaval mikudagin 17. februar 2005. Veljast skulu 3 umboð. 1 fyri Norðskála 1 fyri Oyri 1 fyri Funning Uppskot skulu vera sjúkrakassanum í hendi 10. februar 2005. Eiðis Læknadømis Sjúkrakassi