Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2005 3 Markleysir útbúgvingarmøguleikar. Heimurin stendur opin fyri tær, tá tú velur útbúgvingar- leið. Felags ríkisborgararætturin gevur føroyingum fría at- gongd til at útbúgva seg í Danmark og í øðrum londum við fullum rætti til danskan útbúgvingarstuðul. Saman við føroysku ÚSUN skipanini tryggjar hetta samstarv, at øll hava sama møguleika at nema sær útbúgv- ing uttan mun til fíggjarligan førleika og uttan mun til, hvar í heiminum útbúgvingin verður tikin. Hjá føroyingum fara útbúgvingarmøguleikarnir í heim- landinum altíð at vera avmarkaðir, og tí er neyðugt at vit samstarva á hesum øki. Við Sambandsflokkinum eru markleysu útbúgvingar- møguleikarnir tryggjaðir. Vit ætla eisini at menna hesar møguleikar við at útvega 15 føroyskum ungdómum størv á sendistovum ríkisins úti í heimi. Sambandsflokkurin samstarv er vegurin fram