Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 20 - 29. januar 2005 Bátur til sølu Aramis 30 BCF • Báturin hevur fiskiloyvi • Útgerð: • 5 el-snellur, línuspæl, 24 fj. Radara, ekkolodd, plottara, GPS´ara. • Motorur: Ford Mermaid 212 hk. • Tlf. 212962 Stuðulsskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp,fylgi,eftiransan og umsorgan.Harumframt eru røktar- uppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi við Heimarøktina. Stuðulskipanin fyri vaksin ynskir stuðlar, ið m.a.: • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi brúkarans og samstundis eisini kunnu átaka sær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión • vísa áhuga og virðing og samstundis vera professionellir • eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum • eru sterkir - bæði til sálar og likam • kunnu handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan Søkt verður eftir stuðli til: Sandavágur Kvinna við ALS - Vøddasvinn. Talan er um eitt barsilsvikariat í 36 tímar um vikuna, við skiftandi vaktum. At byrja 01.03.05 til 01.01.06. Freistin at søkja er 15. feb. 2005 Eysturoy 19 ára gomul seinment genta, ið situr í koyristóli. Uppgávurnarar eru m.a. at fylgja henni til ymiskar aktivitetir og stimbra hana í dagligdegnum.Koyrikort krevst.Talan er um 15 tímar um vikuna, at byrja 1. feb. 2005. Klaksvík Kvinna 58 ár, við sálarligum trupulleikum. Uppgávurnar eru m.a. at hjálpa og vegleiða hana í tí dagliga. Talan er um 10 tímar um vikuna, at byrja sum skjótast. Kvinna 47 ár,við sálarligum trupulleikum. Uppgávurnar eru m.a.at stimbra hana í teimum dagligu uppgávunum í heiminum og at fáa ein innihaldsríkan dagligdag.Talan er um 10 tímar um vikuna, at byrja sum skjótast. Lønar- og setunartreytir: Talan er um størv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi dag-, kvøld, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita hjá serráðgeva, Odu Johansdóttir, tlf: 354024 el. Fía Jespersen, tlf: 344025. Umsóknir saman við útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin att.: Oda Johansdóttir Løkjatún 1 · FO-160 Argir Tlf. 354020 · Telefax 354021 Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Stuðlar til Stuðulsskipanina fyri vaksin Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?