Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 20 - 29. januar 2005 Kunngerð um fólkatingsval í Fuglafjarðar kommunu Til veljarar til fólkatingsvalið 8. februar 2005 í Fuglafjarðar kommunu. Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað, so skal her- við verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í býráðssalinum týsdagin tann 8. februar 2005 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í sethúsunum hjá Annu Jensen fyri Hellurnar. Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og heldur fram, soleingi veljarar møta uttan støðg. Brævatkvøða: Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu,kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við fríggjadagin 4. februar 2005. Tá seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er leygardagin 5. februar 2005, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag millum kl. 13.00 og 17.00. Heimaval: Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi leygardagin 5.feb- ruar 2005 við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 444006 ella 213006 í seinasta lagi leygar- dagin tann 5. februar 2005 kl. 15.00. Valkort: Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkom- andi biðin um at seta seg í samband við býráðs- skrivstovuna á telefon 444.006 skjótast. Veljari hava valkortið við sær til valborðið. Fuglafjørður, tann 26. januar 2005 Fuglafjarðar býráð Eldri sethús í Norðskála til sølu Um hóskandi boð fæst, eru eini eldri sethús í góðum standi við fríttstandandi hjalli og stórum neysti til sølu. Møguleiki er at geva boð uppá ognina, við ella uttan neyst. Húsini ið eru bygd í 1947 eru 6,40 x 7,70 metrar, hava kjallara, miðhædd og loft, og neystið er 5,50 x 10,0 metrar við lofti. Um hettar hevur áhuga er møguligt at ringja til tlf. 422135 helst millum kl. 17 og 20 og frætta nærri. Kunngerð um býráðsfundir 2005 Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennu býráðsfundirnir fyri ár 2005 verða hildnir hesar hósdagar kl. 16.30 í býráðssalinum: 27. januar 17. februar 31. mars 28. apríl 26. mai 23. juni 25. august 29. september 27. oktober 24. november 15. desember Fuglafjørður, tann 28. januar 2005 Fuglafjarðar býráð Fólkatingsvalið 8. februar 2005 til veljarar í Sands kommunu Valið fer fram í kjallaranum í nýggju kommunuhús- unum (fyrrverandi Úrvæl) frá kl. 9.00 til 20.00. Valkort verða send veljarunum. Seinasta freist at greiða brævatkvøðu til fólkatings- valið er leygardagin 5. februar. Tey, ið ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 361034 innan kl. 12.00 fríggjadagin 4. februar. Minnist til at hava valkortið við á val. Sands kommuna GSM telefonir Tráðleysar Til skip og bátar Nokia - Siemens - Motorola Ericsson - Panasonic Siemens Dect. Kunnu ikki avlurtast NMT 450 - VHF telefonir v.m. SØLA & TÆNASTA Almennir fundir hjá Leirvíkar Bygdarráð í 2005 Mánadagin 24.januar Mánadagin 14.februar Mánadagin 14.mars Mánadagin 11.apríl Mánadagin 9.mai Mánadagin 5.juni Mánadagin 29.august Mánadagin 26.september Mánadagin 24.oktober Mánadagin 21.november Mánadagin 12.desember Fundirnir eru kl.19.30 í bygdarráðshúsinum. Mál, sum skulu vera viðgjørd á bygdarráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Eykafundir ella broytingar til omanfyrinevndu verða lýstir í talvuni. Kommunuskrivstovan er opin: Mánadag kl.9.00-12.00 Týsdag kl.9.00-12.00 Mikudag kl.9.00-12.00 Hósdag kl.9.00-12.00 og 15.00-17.00 Leirvíkar Bygdarráð Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Skálvíkingar Uppskot til veganøvn fyri Skálavíkar kommunu hanga alment frammi í Undirhúsinum til 1. apríl. Húsið er opið mánadag–leygardag frá kl. 9–17.00. Bygdaráðið Eykapolitistur Eitt fyribilsstarv fyri eykapolitist í farloyvi hjá poli- tinum á Tvøroyri er leyst at søkja. Setanartíðin verður møguliga fram til árslok 2008. Tænastutíðin er 6 tímar um vikuna – vanliga um kvøldið. Samsýningin íroknað viðbót er í løtuni 3.090,05 kr. um mánaðin. Umsóknarblað fæst á politistøðini á Tvøroyri. Umsókn verður at senda til Føroya Landfúta, postboks 3018,110 Tórshavn,innan 7.februar 2005. Føroya Landfúti,Tórshavn hin 21. januar 2005 M. Nepper Christensen www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo