Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 20 - 29. januar 2005 Í sambandi við fólka- tingsvalið, fer Tvør- oyrar Býráð at heita á hinar kommunurnar í Suðuroy um at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusaman- legging KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú eigur fólkaatkvøða at verða í Suðuroy um at leggja allar Suðuroynna í eina kommunu. Tað heldur Tvøroyrar Býráð. Nú suðuroyingar skulu á fólkatingsval 8. februar, heldur Tvøroyrar Býráð, at tað er eitt frálíkt høvi til eisini at halda fólkaatkvøðu um kommunusamanlegg- ing í oynni. Tí hevur býráðið samtykt at heita á bý- og bygdaráð- ini í oynni um at skipa fyri fólkaatkvøðu um komm- unusamanlegging, sam- stundis sum fólkatingsvalið er. – Eftirsum fólk skulu á fólkatingsval kortini, er tað eitt gylt høvi til at lata veljararnar sleppa at siga sína hugsan um kommunu- samanlegging, heldur Kristin Michelsen, borgar- stjóri á Tvøroyri. Tað letur seg væl gera at hava tvær fólkaatkvøður ísenn. Einasta treyt er, at greið- ur skilnaður er ímillum báðar atkvøðugreiðslurnar. Sostatt skulu atkvøðuseðl- arnir hava hvør sín lit og at teir skulu eisini í hvør sín atkvøðukassa. Tvær kommunur hava valt At hava fólkaatkvøðu í Suðuroy um kommunu- samanlegging, er ikki ein heilt nýggjur tanki. Uppundir kommunuvalið í november heitti Sumbiar Bygdaráð á allar kommun- urnar í oynni um at halda fólkaatkvøðu um komm- unusamanlegging í sama viðfangi, sum kommunu- valið var. Men tá vóru tað bara Sumbiar- og Tvøroyrar kommuna, sum fylgdu áheitanini og samstundis sum kommunuvalið var, sluppu veljararnir í hesum báðum kommunum soleið- is eisini at siga sína hugsan um kommunusamanlegg- ing. Og í báðum kommunun- um var heilt greiður meiri- luti fyri at leggja alla Suð- uroynna í eina kommunu. Spurningurin, sum velj- ararnir fingu at svara, var einfaldur. Spurt varð stutt og greitt um øll Suðuroygg- in skuldi vera ein kommuna og so kundu veljararnir seta krossin við »ja«, ella við »nei«. Og nú heldur Tvøroyrar Býráð at eisini veljararnir í hinum fimm kommunun- um í Suðuroy eisini eiga at fáa høvi til at siga sína hugsan um kommunusam- anlegging. Kristin Michelsen sigur, at ein orsøkin til at summar kommunur ikki vildu halda fólkaatkvøðu um komm- unusamanleggin í sam- bandi við kommunuvalið, varð at fráfarandi bygda- ráðini vildu ikki taka so álvarslig stig, nú tey skuldi frá kortini. Men nú eru nýggj bý- og bygdaráð komin til, so nú er eitt gott høvi at fáa at vita, hvat veljarin heldur um kommunusamanlegg- ing, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Vilja hava fólkaatkvøða um at leggja Suðuroy í eina kommunu Tá ið kommunuvalið var í november, atkvøddu bæði sumbingar og tvørafólk eisini um kommunusamanlegging. Her er ein atkvøðir ein veljari á Tvøroyri á kommunuvalinum. Í vinstru hond hevur hann atkvøðuseðilin til kommunuvalið og í høgru hond hevur hann atkvøðuseðilin um kommunusamanlegging Spæliplássið í Rituvík er ikki heilt liðugt enn. Men tað forðar kortini ikki børn- unum í at gera brúk av møguleikunum har. Best er um summarið, men eisini ein góður mikudagur í januar mánaði kann brúkast BARNAANSING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað er mikumorgun í Ritu- vík. Ikki eitt menniskja er at síggja nakrastaðni. Vit koyra gjøgnum alla bygd- ina, og venda har úti og leggja leiðina aftur móti Runavík. Tá síggja vit bráddliga nøkur børn í teimum gulu og eyðkendu búnunum við endurskininum uppiá. Tey eru á veg niðan á spæli- plássið í bygdini saman við dagrøktarmammuni, Haldu Olsen. Vit bíða eitt lítið bil, tí undan einum húsahorni síggja vit uppaftur fleiri børn koma, saman við teirra dagrøktarmammu, Sigurgunn Kjelnæs. Íalt savnast 9 børn saman henda vakra morgunin á spæliplássinum. Spæliplássið er rættiliga nýtt og er ikki heilt liðugt enn. Men tað er so mikið væl útgjørt, at tað kortini kann brúkast hjá børnun- um. Ikki bert børnini í Ritu- vík brúka tað, tí av og á koma eisini børn úr Æðu- vík hagar. – Okkum dámar sera væl at koma her. Og eg haldi, at hetta man vera eitt tað besta spæliplássið í allari komm- ununi, sigur Sigurgunn. Tey blíva so góð við meg Sigurgunn hevur verið dagrøktarmamma í samfull 14 ár. Og henni dámar hetta arbeiðið sera væl. Hon hevur í løtuni fimm børn – fýra í fullari tíð og eitt í hálvari tíð. Fýra teirra eru úr Rituvík og eitt úr Æðuvík, og eru tey í aldrin- um 1 upp í 5 ár. – Mær dámar sera væl at hava hesi børnini. Annars hevði eg ikki verið í hesum starvinum í øll hesi árini! – Tað er eitt virkiliga deiligt arbeiði, sigur hon. Eitt gott við arbeiðinum er, at hon kann vera heima hjá sær sjálvum, og hon kann somuleiðis vera heima, tá hennara egnu børn koma úr skúlanum. – Jú, mær dámar væl at fáast við børn. Eg haldi, at eg sjálv fái so nógv aftur frá teimum. Tey blíva so góð við meg, og eg blívi so góð við tey. So tað er sera gevandi, skal eg siga tær, sigur Sigurgunn. Til tey gerast køld At fara yvir í spæliplássið í bygdini er nakað børnunum dámar serliga væl. Serliga um summarið verður ofta farið yvir á spæliplássið, meðan tær um veturin fyri tað mesta halda børnini innanveggja. Í vetur hevur ikki viðrað so gott, men mikudagin var veðrið sera gott, og tí var farið í spæliplássið við børnunum. Henda dagin vóru tey 9 í tali, umframt báðar dagrøktarmammurn- ar. Og her kunnu børnini stuttleika sær í langa tíð - í roynd og veru líka til tey gerast køld. Um summarið ofta upp í einar tveir tímar, men tá ein hevur smærri børn í fylginum, gerast tey skjótari køld enn hini, og tí má umsjón takast við teimum. Halda og Sigurgunn eru einastu dagrøktarmamm- urnar í Rituvík, men tær hittast tó hvønn mánamorg- un saman við starvsfelag- um sínum í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Tá er mikið rok og gangur, tá tær 20 dagrøktarmammurnar og tey umleið 100 børnini hugna sær saman. So er – og soleiðis skal tað helst vera – tá børn koma saman. Børnini hugna sær á spæliplássinum Børnini og tær báðar dagrøktarmammurnar, Sigurgunn Kjelnæs vm. og Halda Olsen hm., dáma sera væl at hugna sær á spæliplássinum í Rituvík Mynd: Jens Kr. Vang