leygardagur 29. januar 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2005
53
Gudstænastur
Sexagesima
Vesturkirkjan: kl. 11, altarg.,
Bergur D. Joensen. Talvan
gongur fyri KFUK í Havn
Argir: kl. 11 deyvaguds-
tænasta við altarg., Jónsvein
Bech. Talvan gongur fyri
Deyvameinigheitina
Hestur: kl. 12, Heri Joensen.
Talvan gongur fyri KFUK í
Havn
Havnar kirkja: kl. 11, Jóannis
Fonsdal
Havnar kirkja: Musikk-
gudstænasta »Vesper« verður
í Havnar kirkju sunnukvøldið
kl. 20 við kóri Glyvra kirkju
og Meinhardi Bjartalíð, presti
Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein
Kollafjørður: kl. 12, Marjun
Bæk
Sandavágur: kl. 12, David
Johannesen. Talvan gongur í
Vága prestagjaldi fyri
Heimamissióna
Christianskirkjan: kl. 11,
lestur
Mikladalur: kl. 12, altarg.,
Hans Eiler Hammer. Talvan
gongur í Norðoya vestara
prestagjaldi fyri Heima-
missiónina
Rituvík: kl. 11, altarg., Martin
R. Jacobsen
Norðskála: kl. 12,
familjugudst., Meinhard
Bjartalíð
Skála: kl. 11, Bjarni Bæk,
dómpróstur
Selatrað: kl. 11, Jógvan
Fríðriksson. Í Sjóvar
prestagjaldi gongur talvan fyri
Heidningamissiónina.
Fuglafjørður: kl. 12, Uni
Næs. Í Fuglafjarðar
prestagjaldi gongur talvan fyri
kirkjuligu Heimamissiónina
Skúvoy: kl. 12, altarg., Jákup
R. Hansen. Talvan gongur í
Sandoyar Prestagjaldi fyri
Heimamissiónina.
Tjørnuvík: kl. 12, Inga
Poulsen Dam
Eiðis prestagjald: Talvan
gongur í øllum kirkjum fyri
Heimamissiónina.
Haldórsvíkar kirkja: Komandi
sunnudag gongur talvan í
Haldórsvíkar kirkju fyri
Heimamissiónina
Sumba: kl. 12, Patrick de
Neergaard
Sandvík: kl. 12 Ólavur
Rasmussen
Missiónshúsið
v/Landavegin
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli á Norðasta Horni
og einki møti í Missións-
húsinum.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudag kl. 11 Møti,
Steindor Hjartalin og
Tórbjørn Lágadal vitna og
syngja. Eingin sunnudagsskúli
og eingin familjutími ella
møti sunnudag seinnapart
vegna jarðarferð.
Mánadag kl. 17 og 19 Skóta-
møtir.
www.salvos.com/torshavn
Samkoman við Marknagil
Skúlaheimið, Marknagilsv. 75
Møti sunnumorgun kl. 10.30
Breyðbróting. Barnaansing
verður eisini.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Mánakvøldið kl. 21.30
Bíbliugransking: Dánielsbók.
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjumøti, evnið: »Góðir
vanar í samkomuni« og á
tilbiðjanarmøtinum kl. 12
verður evnið: »Tsunami og
Gud« - hví? ella hvat?
Á báðum møtunum talar
Jógvan Z. Barnaansing er fyri
børn undir skúlaaldur á
báðum møtunum.
Drekkamunnur verður millum
møtini. Sunnudagsskúlin er
kl. 12.
Týskvøldið samlast
húsbólkarnir. www.livdin.fo
Frá Ebenezer
Sunnudag kl. 10 Breyðbrót-
ing, kl. 12 sunnudagsskúli, kl.
18 Evangel. møti.
Mánadag kl. 17 Kvinnur
koma saman til bøn í Sloans
húsi. Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Fríkirkjan Oasan
Uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Marna Nattestad.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bøn.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Tummas Jacobsen kl. 11.50
Sunnudagsskúli og ABC –
Evnið: »Hjúnabandið« 1.
partur, kl. 18 Sjónvarpsmøti –
felagsmøti við Evangelii-
húsinum.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067.
www.filadelfia.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Torsten Jortzick prestur, í
Mariukirkjuni, kl. 14 Sunnu-
dagsskúli.
Síðsta sunnudag í hvørjum
mánaði verður tilbiðjan av tí
Heilaga Sakramentinum í
Mariukirkjuni frá kl. 15-18.
Serliga vilja vit biðja fyri
okkara meinigheit og tí henni
tørvar.
Heimasíða www.katolsk.fo
Meinigheitshúsið
Missiónsvika er hesa
vikuna:
Leygardagin kl. 20 Møti v/
Hera Eltør, Gratia syngur.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, Gentukórið syngur,
kl. 18 Møti v/ Hera Eltør,
Manskórið syngur.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30
Morgunmøti og samstundis
barnaansing, kl. 11.30
Samvera við drekkamunni, kl.
12 Sunnudagsskúli og kl. 12
verður eisini møti, har Gunnar
Nielsen talar.
Mánadagin kl. 19 Ungdóms-
tiltak fyri ung í aldrinum
5.-10. flokk. www.hebron.fo
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Vakhús í Sandavági
Evangel. møti verður í Vakhús
í Sandavági leygarkvøldið kl.
20 og sunnukvøldið kl. 18.
Herman og Gigga syngja.
Palli Højgaard talar. Tórmund
og fleiri luttaka.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ breyðbróting, Steve
Dulwich talar. Verið hjartaliga
vælkomin.
Mánakvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti.
Miðvágs missiónshús
Leygardagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Hjartaliga vælkomin.
Møtir í skúlanum í
Miðvági
Fríggja- og leygarkvøldið kl.
20 og sunnukvøldið kl. 18
Opið hús fyri ungdóm, verður
eisini leygarkvøldið. Talarar
Poul Færø o.a. Sangbólkurin
Sela og John Færø o.o. úr
Betesda syngja. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Sørvági
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti. Jógvan
Steintún tosar um hirðar.
Hjartaliga vælkomin.
Lívsins Orð, Saltangará
Sunnudagin kl. 10.30 Møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Awake
við Leif Høj.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti við Paula Høj. Barna-
møti kl. 11. Vælkomin í
Kelduna. www.keldan.fo
Missións- og
ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, einki møti. Víst
verður til missiónsvikuna í
Rituvík. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Thabor, Fuglafjørður
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 21. Eingin sunnu-
dagsskúli verður sunnudagin.
Missiónsvikan byrjar sunnu-
kvøldið við familjumøti kl.
18. Annelisa Rasmussen talar
og barnakórið í Thabor
syngur. Savnað verður inn til
húsið. Eftir møti er felags
nátturði.
Mánakvøldið kl. 20 Møti, Uni
Næs talar og Tofta
Streingjakór syngur.
Týskvøldið kl. 20 talar
Gimmi Olsen og Thaborkórið
og Hannis Hansen syngja.
Karmel á Eiði
Møti verður sunnukvøldið kl.
19 við Egil Joensen.
Tabor, Toftir
Ungdómsmøti á Toftum er
avlýst vegna missiónsviku í
Rituvík kl. 20. Bilar koyra frá
missiónshúsinum kl. 19.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kongshavnar
Kvinnufelag
Jógvan Fríðriksson heldur
almennan fyrilestur
mikukvøldið 2. februar kl.
19.00. Evnið: »Nærvera«.
Missiónshúsið í Leirvík
Møti verður sunnudagin
kl. 18 við Øssur Steinhólm,
kl. 21 Ungdómsmøti við
Marius Jacobsen. Øll eru
vælkomin.
KFUM & K, Klaksvík
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
løta, kl. 18 Møti við Eyðbjørn
Jacobsen, kl. 21 Ungdóms-
møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin. www.kuff.fo
Getsemane, Klaksvík
Sunnudagin kl. 18 Familju-
møti har sunnudagsskúlin
luttekur, ung syngja og André
Matras talar. Nátturði er
aftaná. Tú ert hjartaliga
vælkomin.
Soli Deo Gloria
Leygardagin kl. 15 »Jesus
Vinir« barnamøti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti. Fríur
vitnisburður.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og
lovsangsløta, kl. 18 Møti.
Innsavnan.
Mánakvøldið kl. 19 kemur
ungdómurin saman frá 7. fl.
og eldri.
Missiónsvikan verður í
døgunum 17.-20. februar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 21. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti. Bønar-
møti verður hálvan tíma áðr-
enn møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Frelsunarherurin í Vági
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
møti, kl. 18 Møti. Streingja-
kórið syngur. Malan Hentze
talar. Øll eru vælkomin.
Framtíðin í Vági
Leygarkvøldið kl. 20 Møti, kl.
22.30 Sangmøti hvar ymisk
koma at luttaka.
Sunnukvøldið kl. 20 Møti.
Hesi luttaka við talu, sangi og
vitnisburði. Thomas J. Ask-
ham, Gulak og Jónhilda
Hansen, Hallmar og Hedvig
Winther, Jørgin Fr. og Hjørdis
Jørgensen, Nimrod og Ebba
Midjord. Regin Drangberg,
Álvheðin Jaocbsen, Jóanes
Mortensen, Árni Kjærbæk,
Gentukórið í Sumba, Trioin í
Soli Deo Gloria í Klaksvík.
Bønartænasta svarar á
597597. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
TILTØK
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara
skal verða vend til gleði
Jóh. 16,20
Jesus kundi ikki geva lærusveinum sínum – og tí heldur ikki
okkum – lyfti um at sleppa undan sorg og mótgangi. Grundin
er tann, at so leingi sum syndin og tí eisini ófullkomileiki er
í heiminum, verður ikki øðrvísi. Krossin mugu vit øll bera
hvør í sínum lagi. Men krossarnir eru ymiskir. Tú sært, hvat
tú sjálvur mást bera, men ikki altíð hvat ið onnur mugu bera.
Tað kann vera onkur, sum í tínum eygum livir eitt lív í eydnu
og so kann tað kortini vera mangt og hvat, sum nívir, ið er
fjalt fyri eygum tínum.
Tað er ein stórur sannleiki í hesari gomlu halgisøguni: Tað
var ein, sum gramdi seg um, at krossur hansara var alt ov
tungur at bera. Tá sendi Guð ein eingil til hansara og eingilin
segði við hann: »Kom við mær. Nú skalt tú sleppa at velja tær
ein annan kross«. Eingilin førdi mannin út á ein stað, har
nógvir krossar vóru – ymiskir í stødd og skapi – og segði:
»Vel nú«. Maðurin fór so at velja, men illa bar til. Krossarnir
vóru annaðhvørt ov stórir ella ov tungir, ella okkurt annað var
í vegin, til hann fann ein, sum var soleiðis vorðin, at hann
kundi siga. »Lat meg fáa henda krossin, hesin hóskar mær«.
Og hann fekk hann. Men tá var tað júst sami gamli krossur
hansara, sum hann framman undan hevði gramt seg um.
Soleiðis hevði ein og hvør sítt at bera.
Vit kunnu væl í dreymum okkara ímynda okkum sólskins-
dagar uttan kross og trongdir í heiminum, men vit náa ongan-
tíð hesum máli, og tó skulu vit stremba fram ímóti tí. Stríð og
arbeiði í hesum heimi fyri friði, rættvísi og kærleika, er ikki
nakað, sum vit skulu leggja á hillina fyri tað.
Sagt verður, at einaferð rópti Guð á Ádam og spurdi: »Hvar
ert tú?« Ikki eru so fá, sum hava vent spurninginum við og
spurt. »Hvar ert tú Guð? Neyð, sorg og vanlukkur raka
mannabørnini, men tú tykist hvørki at siga ella at gera nakað.
Og hví sleppa summi lættari enn onnur? Gert tú mismun?
Hvar ert tú, Guð?« og Guð svarar: »Hvar ert tú menniskja?
Vilt tú vera hond mín, fótur mín, muður mín, til tess at hjalpa
og gera gagnsverk, har tú hevur møguleika til tess? Vilt tú
kenna tína ábyrgd og gera títt til, at tað góða kann vinna
frama?« Soleiðis er. Vit fáa einki nøktandi svar á spurningin
um hitt ónda í heiminum, hví munurin er so stórur á eydnu og
óeydnu manna millum. Vit eiga tí heldur ikki at læsa okkum
føst í sovornum spurningum, sum vit ikki hava nakað svar
uppá kortini, men heldur geva okkum í Guðs hendur og so
fara til arbeiðis, har vit nú einaferð eru sett, og kenna okkara
ábyrgd og uppgávu.
Her í heiminum verður tað vist ikki øðrvísi. Men tá ið vit
fara yvirum til hitt æviga ljósið og ikki longur liva í trúgv,
men í skoðan, koma vit til fulnar at sanna, at eitt er, sum
ongantíð ferst: Guðs ríki og gleðin honum.
Emil Olsen, prestur
Leygardagin 26. februar kl. 10.00 giftast í Rituvíkar kirkju
Hanna Olsen, Rituvík og Ásmundur Hansen, Søldarfjørð-
ur. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 16.00.
Tey, ið vilja gleða brúðarparið, verða biðin um at ringja á
tlf. 442036, 254250, 504970 ella 441396, 447774. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 5. mars 2005 kl. 16.00 giftast í Hvalbiar
kirkju, Bettina Cjouanita Tummasardóttir Hentze úr
Skopun og Dávur Holm úr Hvalba. Veitslan verður hildin í
Roynhøllini í Hvalba,frá kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið á teirra stóra degi, verða vinarliga biðin um at
tekna seg á tlf. 260440, ella aftaná kl. 18.30 á tlf. 375036
áðrenn 10. februar 2005.
Leygardagin 5. mars kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Frida
Mellemgaard og Jens Kristian Hansen, Tórshavn. Veitslan
verður í B36 húsinum kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið, verða biðin um at siga frá á tlf. 322324,
522324 ella 315609 áðrenn 18. februar.
BRÚDLEYP
Mikudagin 9. februar hava Karl og Anna Sofía Vidtfeldt,
Sandur, verið gift í 25 ár. Veitslan verður hildin í Ung-
mannafelagshúsinum Samljóð í Skopun 19. februar kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma í
veitslu, verða biðin um at siga frá á tlf. 211584, 361584
ella 224946 áðrenn 3. februar 2005.
1. mars hava Emma og Daniel Johan Lisberg, Sumba, silv-
urbrúdleyp. Í tí sambandi verður vælkomst í Samkomu-
húsinum í Sumba 26. februar frá kl. 12.00-18.00. Tey, ið
vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at siga frá áðrenn 10. februar á tlf. 370782.
SILVURBRÚDLEYP