Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 37 Stella Zachariassen Ein mánaður er runnin nú síðani flóðaldan drap yvir 300.000 menniskjalív í Asia, og longu nú eru tíð- indini fá hesum viðvíkj- andi. Vit hoyra faktiskt ikki so nógv í miðlunum uttan- lands longur, men andlitini av teimum deyðu og teim- um í neyð eru enn frísk í mínum sinnið. Tíðin nark- ast tá eg fari til Sri lanka og eg havi fingið summar- fuglar í búkin. Líka mikið hvussu væl fyrireika eg eri mentalt, so ræðist eg at síggja andlitini á børnun- um. Foreldur míni siga mær at nógvar mammur sum hava mist børnini hava eisini mist teirra skil og vit. Konur og teenagarir sum verða neyðtikin í flóttar- fólkalegunum takað lívið av sær sjálvum. Børn hava marruna og tey smáu gráta seg í svøvn meðan tey rópa eftir mammuni ella pápan- um, og hjarta mítt leingist at halda um tey og siga teimum at alt skal nokk ganga, men eg ivist í um eg kann siga so, tí tey mist heim skúla alt sum tey eiga og mest av øllum foreldur teirra. Eg havi verið í samband við fleiri felagsskapir, av tí at loyvi er ikki hjá einstak- lingum at fara til verka utt- an at hava ein felagsskap aftanfyri, so eg havi sett meg í samband við felags- skapin Gospel for Asia tí at stjórnin á Sri lanka hevur biðið tey um at byggja 1000 hús til tey sum hava mist. Eisini havi eg sam- band við ein felagsskap sum hevur eitt kristi barna- heim á Sri Lanka, so tá eg fari til Sri Lanka, so kann eg betri fáa skil á hvar peningurin skal nýtast, men eitt er klárt at allur pening- urin sum kemur inn verður nýttur til at hjálpa á Sri Lanka. Eg bleiv føroyskur borgari síðsta ár og tað ger tað eisini truplari at sleppa at gera ymiskt. Sjálvandi kundi peningurin verði sendur til ein ella annan felagsskap, men eg vil heldur sjálv fara yvir og syrgja fyri at peningurin ikki fer til ymiskar umsit- ingar, men fer óskorðin til hjálp. Eg ynski at takka tykkum so hjartaliga fyri tykkara stuðul fíggjarliga og fyri at geva mær høvi at tosað um hetta á skúlum og í samkomum. Tit hava ver- ið so uppmuntrandi og kær- leiksfull at eg eri stolt av at verða føroyingur. Sjált tá hendingar sum hesar koma fyri, so ger fær hetta meg at takka gudi fyri hansara góðsku. Ein dagin eg stóð og gjørdi døgurða var ein sum bankaði á hurðina. Har stóð ein lítil genta saman við mammu síni. Hon hevði okkurt at geva mær! Hon rætti út hondina og gav mær eina krukku við pengum í. Hetta vóru peng- ar sum hon hevði fingið í føðingardagsgávu og hevði samla sær uppá aðrar vegir. Hon vildi geva hetta til børnini á Sri Lanka. Eg havi ikki orð fyri tey følilsi eg fekk, og tárini runnu. Bert henda lítla gentan hevur latið so mikið at tað er til at hjálpa nógvum børnum. Eg havi so hugs- að, hvussu eg kann endur- gjaldað tykkum fyri tykk- ara góðsku, so eg havi av- gjørt at keypa føroysk fløgg við til sri lanka og allastaðni har hjálpin úr føroyum fer, har verður eitt føroyskt flagg heft við. Tá eg komi aftur av sri lanka havi eg video og myndir við har møguleiki verður at fylgja við arbeiðinum. Inn eru komnar uml. 160.000 kr. og hetta vil eg takkað fyri. Eg fari bert einaferð enn at nýta høvi til at eggja tykkum til at hjálpa. Pen- ingur kann flytast á konto í Føroya Banka konto nr. 162.286.4 At enda vil eg aftur takkað tykkum hjartaliga fyri stuðulin og um tit ynskja meira informatión, so eru tit vælkomin at ringja til mín á tlf. 319556. VIÐMERKINGAR Ein mánað eftir flóðalduna Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða ommalang Hjartaliga tillukku við 90 ára føðingar- degnum. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Heilsan Katrina og Marianna Góða mamma Hjartaliga tillukku við teimum 16 árunum. Vónandi fært tú ein góðan dag. Eg elski teg. Heilsan sonur tín Petur Heðin Góði Sjúrður Endiliga teenagari. Hjartaliga tillukku við degnum, ynskja vit øll á Grøn- landsvegnum. Mamma Góði Sjúrður Hjartaliga tillukku við 13 ára degnum. Alt tað besta. Ynskir omma Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum gleddu meg á konfirmatiónsdegnum 10. okt. 2004. Heilsan Tummas Dam Clementsen, Sandur Góða mostur Vit ynskja tær hjartaliga tilukku á 9 ára degnum 31 jan. Takk fyri at tú ert so góð við meg. Bestu heilsanir frá okkum øllum Annie