mikudagur 2. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 22 - 2. februar 2005
Á býráðsfundinum
mikukvøldið skal ný-
valda býráðið í Klaks-
vík gera av, um tveir
varaborgarstjórar
skulu veljast fyri
næstu fýra árini
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Mikukvøldið skal Klaks-
víkar býráð taka støðu til,
um tað skulu verða tveir
varaborgarstjórar í Klaks-
vík næstu fýra árini.
Tað er minnilutin í býráð-
num, sum hevur skotið
hetta upp, og tað tykist sum
at meirilutin eisini er sinn-
aður at velja tveir varaborg-
arstjórar, har minnilutin
eigur anna.
Tjóðveldisflokkurin og
Fólkaflokkurin hava gjørt
samstarv fyri næstu fýra ár-
ini, og flokkarnir eru samd-
ir um, at Steibjørn O. Jac-
obsen heldur fram sum
borgarstjóri, meðan Jákup
Mikkelsen verður nýggjur
varaborgarstjóri.
Tekur Klaksvíkar býráð
undir við, at tveir varaborg-
arstjórar skulu veljast, so
fær andstøðan 2. varaborg-
arstjóra.
Broyting í skipan
Málið hevur eisini tað við
sær, at ein broyting má ger-
ast í kommunustýrisskipan-
ini í Klaksvík, og hendan
broyting skal samtykkjast
tvær ferðir av býráðnum,
áðrenn hon fær gildi.
Fíggjarnevndin
hjá
Klaksvíkar býráði mælir til
at taka undir við uppskoti-
num
um
broyting
av
kommunustýrisskipanini,
og tí er sannlíkt, at klaks-
víkingar næstu fýra árini
kunnu hava tveir varamenn
til borgarstjóran.
Eftir seinasta val var
Eyðgunn Samuelsen úr
Javnaðarflokkinum eitt av
heitu evnunum til borgar-
stjórasessin, og spurningur-
in er so, um hon skal verða
annar varaborgarstjóri í
Klaksvík næstu fýra árini.
Á býráðsfundinum, sum
verður mikukvøldið kl.
18.00 skulu umboð fyri bý-
ráðið veljast í eina rúgvu av
nevndum, stýri og ráð.
Meirilutin í Tórs-
havnar býráð vil
tryggja sær sítt egna
umboð í stýrið fyri
SEV, men formaðurin
fyri umboðsráðið hjá
SEV staðfestir, at tað
er umboðsráðið, sum
skal atkvøða um lim-
irnar. Minnilutin í
Tórshavnar býráð er
misnøgdur við málið
og hevur kært til Inn-
lendismálaráðið
SEV
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Meirilutin og minnilutin í
Tórshavnar býráð hava
funnið fyrstu ósemjuna at
stríðast um, eftir at nýtt
stýrið er komin í høvuðs-
staðnum.
Stríðið snýr seg um lim-
in, sum Havnin skal hava í
stýrið fyri SEV. Meirilutin í
Havn vil tryggja sær sítt
egna umboð í stýrið, men
minnilutin heldur lítið um
mannagondina í málinum,
og á síðulinjuni stendur for-
maðurin í umboðsráðnum
hjá SEV og vísir á røttu
mannagongdina.
Meirilutin í Havn vil
hava Leiv Hansen í stýrið
fyri SEV, men tað kann
væntast, at tað verður eitt
kampval í umboðsráðnum,
og so skulu umboð úr øll-
um Føroyum taka støðu til,
hvat umboðið hjá høvuðs-
staðnum skal vera.
Tey flestu semjast
Tann 11. februar skal ný-
valda umboðsráðið hjá
SEV hava sín fyrsta fund á
Hotel Føroyum í Havn. Í
umboðsráðnum sita umboð
fyri allar kommunurnar í
Føroyum, og hvør komm-
una fær eitt umboð fyri
hvørji byrjað 1000 fólk í
kommununi. Hesi umboð
velja kommunurnar sjálvar.
Hetta stóra forum við øll-
um
umboðunum
hjá
kommununum í Føroyum
skal síðani velja eitt stýri
fyri SEV, sum hevur eitt
umboð fyri sjey ymisk øki í
landinum – Vágar, Streym-
oy, Eysturoy, Norðoggjar,
Sandoy, Suðuroy og Tórs-
havn.
Hetta val verður gjørt eft-
ir innstilling frá umboðnum
úr teimum sjey økjunum,
og í grundini kunnu økini
stillað so nógv uppskot,
sum tey hava hug til, og
síðani skulu øll umboðini í
umboðsráðnum
atkvøða
ímillum uppskotini.
– Tað hevur verið vanligt,
at økini klára at semjast
um, hvønn tey skulu velja í
stýrið, men í onkrum økj-
um hevur tað verið stríðs-
val, og í Havnini hava tað
altíð verið meira enn eitt
umboð. Tað vísir seg sum,
at tað er meira politikkur í
valinum fyri Havnina enn
aðrastaðni, sigur Hans Tau-
sen Olsen, sum nógvu
seinnu árini hevur verið
formaður í umboðsráðnum
hjá SEV.
Fundur í skundi
Í síðstu viku royndi meiri-
lutin í Tórshavnar býráð at
gera av, hvør skal umboða
kommununa í stýrinum fyri
SEV, hóast býráðið í grund-
ini ikki kann gera annað
enn at velja umboðini í um-
boðsráðið.
Á býráðsfundi hóskvøld-
ið peikaði meirilutin í Tórs-
havnar býráð á fyrrverandi
borgarstjóran í Havn, Leiv
Hansen, meðan minnilutin
mælti til, at Bjarti Mohr
kom í stýrið. Hetta var
skrivað í gerðabólkina.
Meirilutin í Tórshavnar
býráð helt eftir fundin, at
valið var ikki nóg greitt, tí
tað kundi skiljast, sum at
tað komu tvey tilmæli frá
Havnini. Tí kallaði borgar-
stjórin í skundi inn til
nýggjan eykabýráðsfund
seinnapartin fríggjadagin,
og har var atkvøtt um, hvør
skuldi umboða Tórshavnar
kommunu í stýrinum fyri
SEV. Minnilutin møtti til
fundin, men rýmdi aftur
fyri at mótmæla manna-
gongdini, og tí var endin
tann, at býráðið samtykti, at
skjóta Leiv Hansen upp til
stýrið, meðan Katrin Dahl
Jacobsen skuldi vera vara-
limur.
Umboðsráðið
eigur avgerðina
Eykabýráðsfundurin og at-
kvøðugreiðslan í Havnini
ørkymlaði onnur øki í
landinum, tí tað hevur ikki
verið
vanligt,
at
slík
mannagongd verður brúkt
fyri at finna stýrislimir. Og
fólk fóru at ivast í, um tað
eru kommunustýrini, sum
nú skulu velja stýrislimin í
SEV. Men soleiðis er ikki.
– Tórshavnar býráð kann
í grundini gera tað, sum tað
vil, men tað er umboðsráð-
ið, sum ger av, hvør skal í
stýrið fyri SEV. Tað hevur
verið vanligt, at limirnir úr
teimum ymsu økjunum
semjast um eitt umboð, og
so kemur bert eitt uppskot
frá teimum, sigur Hans
Tausen Olsen.
– Men í prinsippinum
kunnu
umboðini
fyri
kommunurnar koma við
fleiri uppskotum, og skal
tað samlaða umboðsráðið
gera av, hvør verður valdur.
Tað, sum ørkymlaði eitt
sindur í hesum føri, var, at
Tórshavnar býráð hevði ein
eykabýráðsfund
og
at-
kvøddi um limin í stýri-
num, sigur Hans Tausen
Olsen.
Minnilutin misnøgdur
Minnilutin í Tórshavnar bý-
ráð er misnøgdur við fram-
ferðina hjá meirilutanum
og borgarstjóranum, sum
við stuttum skoðbrái kall-
aði saman til eykabýráðs-
fund fyri at velja umboð í
stýrið fyri SEV. Og minni-
lutin hevur kært framferð-
ina fyri Innlendismálaráð-
ið.
Borgarstjórin í Havn,
Heðin Mortensen, heldur
fast um, at einki skeivt er
farið fram í málinum, og at
hann altíð kann kalla bý-
ráðið saman.
Stríðast um SEV umboð
Minnilutin í Tórshavnar
býráði er misnøgdur við
framferðina hjá
meirilutanum, tá ið
eykabýráðsfundur var
innkallaður við stuttum
skoðbrái fyri at tilnevna
stýrislim til SEV
Klaksvík skal hava tveir varaborgarstjórar
Steinbjørn O. Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri í Klaksvík, meðan Jákup Mikkelsen er
nýggjur varaborgarstjóri. Eyðgunn Samuelsen var eitt av heitu evnunum til sessin eftir seinasta
kommunuval, men hon kann nú gerast annar varaborgarstjóri