mikudagur 2. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 22 - 2. februar 2005
Smyril Line bíðar eft-
ir svari frá Framtaks-
grunninum og ís-
lendsku partaeigar-
unum, sum enn ikki
hava gjørt av, um teir
fara at hækka parta-
peningin i felagnum
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Leiðslan í Smyril Line bíð-
ar eftir, at Framtaksgrunn-
urin og íslendsku partaeig-
ararnir í felagnum fara at
gera av, um teir skulu
hækka
partapeningin
í
Smyril Line. Men tann
støðan ávirkar ikki sigl-
ingina hjá Norrönu í vár og
í summar. Hon verður eftir
løgdu ferðaætlanini.
Klæmint Weihe, nevnd-
arformaður i Smyril Line
sigur, nú er leiðslan bara í
bíðistøðu, til íslendingar og
Framtakasgrunnurin hava
sagt frá, hvat teir fara at
gera í málinum um hækk-
aða partapeningin.
Um ætlaða samstarvið
við norska felagið Fjord
Line, sigur hann, at har
ganga samráðingarnar sína
heilt vanligu gongd, og
eingin avgerð er tikin enn
um nakað sum helst.
Tó váttar hann, at Norr-
öna fer at halda fram við
síni sigling í Norðurat-
lantshavi, akkurát sum hon
higartil hevur gjørt. Og tað
er eingin grund hjá nøkrum
at vænta, at hon knappliga
verður tikin úr rutu. Hon
heldur fram eftir feðraætl-
anini í hvussu er til summ-
arferðaætlanin er liðug í
september, sigur hann.
– Hetta nógva tosið um,
at Norröna kanska siglir
hesa vikuna og kanska ikki
í næstu viku, er sera óhepp-
ið, sigur nevndarformaður-
in í Smyril Line. Tað ger
fólk ótrygg, sigur hann.
Men hann ger púra greitt,
at Norröna verður at síggja
á okkara leiðum í hvussu
er, til sumamrsiglingin er
av í september.
Sambært hetlendska
blaðnum The Shet-
land News fer At-
lantsflog at flúgva
tvær ferðir um vikuna
millum Føroyar Het-
land og London eftir
páskir næsta ár. Stjór-
in á Atlantsflogi sigur,
at eingin avgerð er
tikin um tað
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Ætlanin hjá Atlantsflogi um
at knýta Hetland upp í rut-
una millum Vágar og Lond-
in verður veruleiki eftir
páskir næsta ár, veit het-
lendska blaðið The Shet-
lands News at siga frá sølu-
og marknaðarleiðararnum í
Atlantsflogi, Kent Christ-
ensen.
Magni Arge, stjóri á
Atlantsflogi, sigur í við-
merking við Sosialin, at tað
man hetlendska blaðið hava
yvirtulkað eitt sindur, tí
hóast ætlanin er gomul, er
einki avgjørt enn.
Ætlanin um at knýta
Hetland upp í rutunetið hjá
Atlantsflogi, er ikki nýggj.
Magni Arge, stjóri í At-
lantsflogi, hevur fyrr sagt
við Sosialin, at arbeitt hev-
ur verið við ætlanini, men
at hon er útsett nakað, or-
sakað av teimum umstøð-
um, sum nú eru á Dan-
markarrutuni, har Atlants-
flog nú er einsamalt um at
flyta øll ferðafólkini. Tað
bindur felagið nakað, segði
Magni Arge.
Stjórin
í
hetlendska
ferðaráðnum, Andy Steven,
segði við Sosialin á West-
Norden Travel Mart stevn-
uni í Íslandi í september í
fjør, at Hetlendingar settu
stórar vónir til eina flogrutu
millum Hetland og Lond-
on, og at teir væntaðu, at
Atlantsflog fór undir rut-
una.
Tá váttaði Magni Arge, at
felagið arbeiddi við hesi
ætlan, men at tað, at
Maersk Air gavst at flúgva
til Føroya, og Atlantsflog tí
einsamalt skuldi flyta øll
ferðafólkini á Danmarkar-
rutuni, gjørdi, at ætlanin
varð seinkað nakað. Eisini
vóru hetlendingar farnir
undir at umvæla flogvøllin
í Sumburgh.
Í hetlendska blaðnum
The Shetland News tann 1.
feburar, verður sagt, frá
Kent Christensen, sølu- og
marknaðarleiðari hjá At-
lantsflogi, at farið verður
undir flúgving millum Vág-
ar, Sumburgh og Stansted
eftir páskir 2006, og at tað
ætlandi verður flogið tvær
ferðir um vikuna.
Sambært
heltlendska
blaðnum fegnast hetlend-
ingar um ætlaðu nýggju
flogrutuna, sum fer at gera
tað møguligt hjá teimum at
koma til London upp á
hálvanannan tíma, og eisini
fer at styrkja um bondini til
grannarnar fyri norðan.
Hóast tað skilst á The
Shetland News, at ein av-
gerð er tikin, leggur Magni
Arge dent á, at tað er tað
ikki. Men ætlanin er avgjørt
áhugaverd, sigur hann.
Ógreitt við Hetlandsflúgving
Skal koma
skálafólki
til góðar
Føroya Banki hevur
selt deildarbygning-
in á Skála til Runa-
víkar kommunu.
Virksemi skal sum
skjótast fáast aftur í
bygningin
KOMMUNUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Á fundi á Skála mánadag-
in undirskrivaðu Runa-
víkar kommuna og Føroya
Banki avtalu um, at
Runavíkar
Kommuna
keypir deildarbygningin
hjá Føroya Banka á Skála.
Føroya Banki hevur áður
boðað frá, at avgreiðslu-
deildin á Skála, sum hev-
ur verið opin hálva tíð,
varðafturlatin í gjár 1.
februar.
Ístaðin letur bankin upp
nýumbygda
deild
á
Strondum, sum verður
opin fulla tíð við fullari
tænastuveiting og fimm
starvsfólkum.
Virksemi sum
skjótast
Nú, ið bankin letur aftur,
metir Runavíkar Komm-
una, at tað er umráðandi,
at virksemi sum skjótast
aftur kann fáast í bygn-
ingin.
Runavíkar Kommuna
hevur vent sær til bankan
við fyrispurningi um at
ogna
sær
bygningin.
Kommunan hevur ikki
enn avgjørt, hvat virksemi
skal vera í bygninginum
– Men málið er, at hann
skal nýtast til eitthvørt, ið
kemur bygdini og fólkin-
um til góðar, sigur Rod-
mundur Nielsen.
Á býráðsfundi hósdagin í
farnu viku samtykti bý-
ráðið at keypa bygningin,
og mánadagin varð so av-
talan um søluna undir-
skrivað
av
Rodmundi
Nielsen, býraðsformanni
og Janus Petersen, banka-
stjóra.
Teir báðir stjórarnir, Janus
Petersen (vm.) í Føroya
Banka og Rodmundur Niel-
sen (hm.) í Runavíkar
kommunu hava júst undir-
skrivað sáttmálan um bygn-
ingin á Skála. Enn er ikki
avgjørt, hvat bygningurin
skal brúkast til
Bíðar eftir Framtaksgrunninum
Kent Christensen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi,
sigur fyri The Shetland News, at Atlantsflog fer at flúgva til
Hetlands á veg úr Vágum til London
Mynd: Edvard Joensen
Norröna fer at sigla á síni gomlu rutu í hvussu er, til summarsiglingin endar í september, staðfestir Klæmint Weihe,
nevndarformaður í Smyril Line
Mynd: Jens Kristian Vang