Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 22 - 2. februar 2005 Í Suðuroynni er neyð- ugt við størri sam- starvi ímillum skip og virk. Tað er eisini neyðugt at suðuroy- ingar sum heild sam- starva um at fáa vinnuna á føtur aftur, sigur Leivur Mohr, vinnuráðgevari í Føroya Banka SUÐUROYAR RÁÐSTEVNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Fiskigrunnarnir eru beint við Suðuroynna. Tí kundi eitt gott tænastustøði lokka fremmand skip til Suður- oynna. Tað heldur Leivur Mohr, vinnuráðgevri í Føroya Banka. Hann var ein av fyrilestr- arhaldarunum á ráðstevn- uni, sum teir tríggir pen- ingastorvnarnir, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Banki og Føroya Sparikassi skip- aði fyri um Suðuroynna seinasta týsdag. Í fyrilestri sínum brúkti Leivur Mohr nógva tíð uppá at lýsa støðuna sum hon er, men hann nam eisini við teir møguleikar sum eru fyri at skapa menn- ing aftur í Suðuroynni. Leivur Mohr sigur, at verða fjarleiðirnar tiknar undir einum, hava vit 18 skip í flotanum: Átta nóta- skip, sum seldu fyri 480 milliónir í fjør, fimm flaka- trolarar, sum seldu fyri 300 milliónir í fjør. Av teimum 12 rækjutrolunum, eru ein- ans fimm eftir og teir seldu fyri 130 milliónir. Sostatt seldu hesi 18 skipini fyri til- samans 910 milliónir í fjør. Hann vísti somuleiðis á, at suðuroyingar eiga ongi av hesum 18 fiskiloyvun- um, men nú er so gamla Ljósafelli farið at farið at royna í altjóða sjógvi undir navninum "Ran". Hann segði annars, at tølini vísa, at fiskiskapurin eftir teimum týdningar- miklastu feskfiskasløgun- um undir Føroyum hevur verið ógvuliga skiftandi. Í ógvuliga rundum tølum hevur fiskiskapurin eftir toski ligið ímillum 20.000 og 40.000 tons, men í 1993 var hann líka niðri á 6000 tonsum, sum er heilt óvan- ligt. Men eisini fiskiskap- urin eftir øllum hinum fiskasløginunum skiftir nógv, men felags er, at fiskiskapurin var seta vána- ligur í 1993 og hann var sera góður í 2001 og 2002. Verður hugt eftir av- reiðingarvirðunum, sæst, at hesi seinastu árini er virðið komið upp í 1,3 milliard og størsta partin av orsøkini til tað, er toskurin. Nú er avreiðingarvirðið fallið niður aftur á eina milliard, tí at prísurin er so vánaligur og toskurin er minkaður. Verður hugsað um Suð- uroy, eru tað serliga djúp- vatnstrolarar, sum suðuroy- ingar hava. Suðuroyingar hava níggju djúpvatnstrol- arar umframt at tveir aðrir mest hava avreitt í Suðuroy. Djúpvatnstrolararnir fiskað fyri 15 milliónir í part í meðal í 1995, men í fjør fiskaður teir fyri einar 19 milliónir. Upprunaliga var ætlanin við trolarunum,at teir skuldu fiska kongafisk og tað var eisini størri parturin av veiðini fyri 10 árum síð- ani. Men sum tað sæst á talvuni, er býtið nú broytt so at teir mugu sigast at hava eina rættiliga fjøl- broytta veiði. Men tað vísur seg eisini, at í fjør avreiddu teir stóran part av veiðini uttanlands. Í fjør fiskaðu teir góð 4000 tons av toski og teir av- reiddu helvtina uttanlands. Í fjør fiskaðu teir góð 6000 tons av upsa og teir av- reiddu 4000 uttanlands. Í fjør fiskaðu teir eisini sløk 4000 tons av kongafiski og av tí vórðu yvir 1000 tons avreidd uttanlands. Av øðr- um fiskasløgum fingu teir góð 4000 tons og har varð nógv tað mesta avreidd uttanlands. Sum tað sæst á einari talvu, gongur tað illa hjá flakavirkjunum. Leivur Mohr sigur, at orsøkin til tað er, at kappingarførið hjá virkjunum er viknað, serliga tí at lønirnar og kostnað- arstøðið sum heild er hækk- að, serliga síðani 2001. Hinvegin er marknaður- in fyri frystar vørur eisini sera vánaligur og so kemur tað afturat, at tað fer so nógvur óvirkaður fiskur av landinum og tí fáa tey ikki fatur á fiskinum. Hann vísir á, at fyri 10 árum betalti eitt flakavirkið útvið tvær krónur í lønum fyri kilo av ráfiski, men er tað farið uppum tríggjar krónur fyri kilo. Útlitini Hvat upsanum er væl alla- staðni í Norðuratlantshavi og útboðið av honum er eisini stórt. Hinvegin er lági dollarin við til at trýsta- Í Suðuroy er neyðugt at Hendan talvan vísur útflutningsvirðið hjá føroysku fiskivinn- uni í fjør. Útflutningsvirðið er býtt sundur ímillum tær ymsu vinnugreinarnar.Tølini eru mett. Talvan vísur, at tað er botn- fiskurin undan Føroyum, sum stendur fyri nógv størsta út- flutningsvirðinum, tí útflutningsvirðið av honum var 1,5 milliard í fjør og tað er góð helvtin av øllum útflutnings- virðinum. Hinvegin stóð laksurin fyri einum útflutningsvirði upp á góðar 500 milliónir í fjør, men hann er minkandi. Útflutningsvirðið hjá flakatrolarunum hevur verið javnt í nógv ár, uppá góðar 300 milliónir, men útflutningsvirðið av rækjunum uppá 150 milliónir, er minkandi Hendan talvan vósur fiskiskapin undir Føroyum. Teigurin" Mett langtíðarjavnvág" vísir, hvat mett verður, at stovnarnir tola av fiskiskapinum í longdini. Av toski hava vit fiska eitt sindur minni, enn mett verður, at stovnurin tolir, men útlitini fyri toskin eru vánalig. Hinvegin hava vit fiskað 7.000 tons av upsa meiri enn mett verður, at stovnurin tolir í longdini, men útlitini fyri upsastovninum eru góð.Vit hava eisini fiskað nak- að nógv av hýsu, men útlitini fyri henni eru miðal. Hinvegin hava vit í nøkur ár fiskað nakað minni av kongafiski og øðrum fiskaløgum. Tilsamans fiskaðu vit í fjør 7.000 tons meiri enn mett verður, at stovnarnir tola í longdini. Í 2003 og 2004 vóru vit enn longri uppi Hendan talvan vísur gongdina í avreiðingarprísunum frá 1996 til árslok 2004.Toskurin er ovast, hýsan í miðjuni og upsin niðast Í Suðuroynni eru tað djúpvatnstrolararnir, sum eru rávørukeldan, men skulu virkini kunna taka ímóti fiski frá teimum, mugu tey verða rættiliga fjøltáttað, sigur Leivur Mohr, vinnuráðgevari í Føroya Banka