mikudagur 2. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 22 - 2. februar 2005
Valstríðið er nú byrjað av álvara og nøkur heit politisk
evni tykjast at ganga aftur í tí, sum higartil hevur verið
frammi í fjølmiðlunum. Hesi evni eru ríkisfelags-
skapurin, uttanríkispolitisku heimildirnar, ES og
politiski gerandisdagurin á Christiansborg. Tað er
mestsum sjálvsagt, at ríkisfelagskapuirn er eitt høv-
uðsevni í einum fólkatingsvalstríði. Her skuldi Tjóð-
veldisflokkurin sjálvsagt havt eina greiða støðu, men
støðan er kortini ikki so greið og einføld, sum ein kundi
roknað við. Víst talar flokkurin í princippinum um
Føroyar sum ein sjálsvtøðugan stat, men talað verður
fyrst og fremst um at taka aktivt lut í donskum poli-
tikki.
Tjóðveldisflokkurin er sostatt heilt farin burtur frá tí
fólkatingspolitikki, sum varð rikin, tá flokkurin upp-
runaliga fekk fólkatingsumboðan. Tá var talan um
reinan mótmælispolitikk, meðan tað, sum vit nú síggja
mestsum kann nevnast fyri luttøkupolitikk. Flokkurin
samstarvar við ein og hvønn, sum vil samstarva við
hann. Hetta er ein logisk fylgja av tí pragmatiska poli-
tikki, sum flokksformaðurin hevur rikið frá fyrsta degi.
Men hesin politikkur merkir so eisini, at fólkatingið
ikki gerst tann pallur fyri fullveldishugsjónini, sum
hetta ting kundi verið við mótmælisstrategiini. Full-
veldishugsjónin verður so afturfyri marknaðarførd á
ráðstevnum og seminarum, har danskir vælmeinandi
politikkarar taka lut og verða tiknir til inntøku fyri
sakina. Samlaða myndin av støðu Tjóðveldisfloksins
gerst eitt sindur kám og ógreið orsakað av hesari
strategi, men tað skuldi ikki undra okkum, um hon gav
atkvøður.
Hinir flokkarnir eru heldur ikki serstakliga greiðir, tá
talan er um ríkisfelagskapin. Tó tykjast Javnaðarflokk-
urin og Fólkaflokkurin at hava tikið endliga støðu og
eru púra samdir: hesin spurningur skal loysast við
sjálvstýris- ella yvirtøkulógini og við uttanríkis-
politisku heimildunum. Sjálvstýrispurningurin er í
hesum høpi púra greiður og trætan við Tjóð-veldis-
flokkin er mest eitt stríð um orð. Hinvegin er spurn-
ingurin um uttanríkispolitisku heimildirnar ikki nóg
greiður. Tað hevur gruggað málið, at danska stjórnin
hevur lagt grønlendsku heimildarlógina fyri fólka-
tingið, áðrenn semja er fingin um føroysku heim-
ildirnar. Hetta er antin gjørt í tankaloysi ella er hetta
gjørt við beráddum huga. Hvør orsøkin so er, kann vera
eitt feitt. Virknið er føroysku heimildarlógini til miklan
skaða. Umrøðan av grønlendska uppskotinum hevur
longu verið málinum um føroysku heimildirnar til
miklan skaða. Landsstýrið hevur tí einki í vali uttan at
halda fast og ikki bakka. So má hetta mál heldur taka
eitt sindur av tíð afturat. Grønlendska loysnin gevur alt
ov lítið og hon gevur Tjóðveldisflokkinum so góð kort
í hondina, at løgmaður fær nóg mikið við at verja
avgerðina restina av valskeiðinum. Hann má tí takað
stríðið við Fogh uppaftur eftir valið, um Fogh, sum øll
vænta aftur gerst forsætisraðharri. Vit fara at venda
aftur til onnur evni í valstríðnum í seinni greinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Heit evni
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Malan Johansen
Sjálvstýrisflokkurin
EU-grundlógin er samtykt í
ES og skal nú góðkennast
av limalondunum. Sum tað
sær út, hevur Danmark eina
positiva støðutakan yvirfyri
ES-grundlógini. Hetta fær
avleiðingar fyri Føroyar.
Ein samtykt av ES-
grundlógini kann merkja,
at Danmark letur yvir
málsøki, sum til dømis
gjaldoyraviðurskifti og utt-
anríkismál til ES at stjórna.
Hetta eru mál, sum sam-
bært heimastýrislógini ikki
kunnu yvirtakast ella tað
vit kalla ríkismál.
Havi ringt við at ímynda
mær at føroyingar ganga
við til at avgerðir, um før-
oysk málsøki verða latnar
upp í hendurnar á politik-
arum í Brússel. Avgerðirnar
skulu takast í Føroyum.
Men kann Danmark lata
hesi ”ríkismál” til ES at
stýra, so kann Danmark
eisini lata tey til føroyingar
at stýra.
Uppgávan hjá mær sum
fólktatingsumboð verður tí
at tryggja, at tey málsøki,
sum Danmark sína vegna
letur til ES at stýra, á sama
hátt vera latin til Føroyar at
stýra, vegna Føroyar. Hetta
kann antin vera gjørt við at
føroyinar yvirtaka máls-
økið, ella við at Føroyar í
praksis yvirtaka stýringina
- sum til dømis føroyingar
hava, tá tað kemur til
fiskiveiðusamráðingar.
Jenis av Rana
Mong eru, sum spyrja hví
Miðflokkurin metir tað
vera skeivt, um Føroyar
gerast limir í ES. " Aðrar
tjóðir ynskja limaskap og
síggja slíkan at vera einastu
bjarging, serliga fíggjar-
liga, so hví ikki vit" ? verð-
ur ført fram. Lat meg í
stuttum greina støðu okk-
ara, eina støðu, sum er
vorðin enn greiðari eftir
undirritanina av nýggju ES
grundlógini!
Fyrst av øllum ávarða vit
móti ES vegna manglandi
fólkaræði. Fólkaræði, t.v.s.
demokrati, hevur altíð ver-
ið ein av hornasteinunum,
samfeløg á okkara leiðum
hava verið grundað á, men
so er ikki við ES. Kann
vera at týdningurin av hes-
um ikki hevur verið so av-
gerandi, tey árini einkultu
limalondini enn ikki høvdu
avreitt stórsta partin av
avgerðarrætti sínum til
samveldið. Men støðan í
dag er at lokalu parlament-
ini fáa minni og minni at
siga, meðan ES tekur yvir
og fær størri og størri
avgerðarrætt yvir einstøku
limalondunum. Tvs. tey
demokratiskt valdu lokalu
tingini víkja fyri tí ódemo-
kratiska og centralt stýrda
ES veldinum.
Men álvarligari enn hetta
er tað guðloysi, sum til
fulnar vísti sítt andlit undir
tilevnani av nýggju grund-
lógini. Tóat serliga ka-
tólsku londini stríddust til
tað síðsta fyri at fáa kristnu
sjónarmiðini við í ES
grundlógina, máttu tey
lúta, og vit fingu eina
grundlóg, sum ikki hevði
pláss fyri Gudi. Honum,
sum í síðsta enda hevur alt
vald, og mátt til at varð-
veita, ikki bert Føroyar,
men øll viðurksifti ES
landanna. Men tey vrakaðu
Hann, og harvið ta hjálp,
sum einans hann megnar at
geva, tá á stendur. Harvið
hava ES lond grava egnu
grøv sína- og vit hava
fingið enn eina orsøk til
verja okkum móti innliman
í hendan felagsskap.
Vit
í
Miðflokkinum
síggja tað vera umráðandi,
her heima, og í samskifti
við aðrar tjóðir, aftur og
aftur at minna á, at álit
okkara ongantíð má gerast
menniskju ella menniskja
verk, verið tað tjóðir ella
felagsskapir. Álit Føroya
má vera Hann, sum aldri
fer at svíkja tann, sum setur
álit sítt á Hann- Skapari
Himins og Jarðar. Hetta
førða vit fram her heima,
og á fólkatingi, um álit
verður víst okkum til hetta.
Fólkatingssessurin, ES og Miðflokkurin
VAL05
Kunnu stýringsheimildir latast
til ES, kunnu tær eisini latast
til Føroyara
VAL05