Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 2. februar 2005 11 tórbjørn jacobsen Tað er júka so uppí saman um tað, at Føroyar fóru á húsagang, fyrst í nítiárun- um, at ongin orkar at hoyra um tað longur, utt- an kanska tey sum kendu ringasta sviðan av hesum, og máttu ganga frá húsi og heimi. Beisknið hjá teimum, ið rýmdu í út- legd, og ikki hættaðu sær heimaftur, hasar neyvan av aftur í bræði heldur. Danska Fíggjareftirlitið gjørdist ein rættiliga ak- tivur aktørur í øllum tí sum hendi hesa tíðina. Lá inni við vitalum upplýs- ingum um støðuna í føroyska fíggjarkervin- um, sum heimastýris- politikkararnir úti í Tinganesi onki vistu um. Ongin lat frætta frá sær. Heimildir skuldu ikki vera fyri tí. Hinvegin varð og verður danska stjørnin áhaldandi kunnað um støðuna í føroysku bank- unum og í fíggjarkervin- um annars. Hóast tørvur ikki var á at duga meira enn lítlu- tabell fyri at skyna á, at kollapsið varð óundan- sleppandi, so var hendan vantandi kunningin brúkt sum undanførsla fyri, at røttu stigini ikki vóru tikin í góðari tíð, ið kundu havt forðað fyri uppganginum, ið seinri jarðlegði brimgarðarnar um tær búskaparligu Før- oyar. Hetta var eitt aftur- vendandi tema í fleiri valorrustum, og menn løgdu doyin á, at skil og batar fóru at koma, so- leiðis at hetta ikki skuldi henda aftur, ið hvussu er ikki av vantandi kunning, og vitan um støðuna, í so góðari tíð, at borð kundi byggjast fyri báru. Men tað hendi onki. Flosklar og tómt tos. Valagn og óleskiligar beitur. Sum fólkatingsmaður setti eg mær fyri at gera nakað við hetta málið. Helt tað vera rættiliga órímiligt, fyri ikki at siga óforskammað, at Føroya Landsstýrið ikki altíð lá inni við somu upplýsing- um, um veruligu støðuna í føroyskum peninga- stovnum, sum danska stjørnin gjørdi. 28. februar 2003 var spurningurin reistur á Fólkatingi og á grækaris- messu sama ári svaraði Bendt Bendtsen, at hann ikki ætlaði sær at gera nakrar broytingar í mannagongdunum hesum viðvíkjandi, og vísti til alt handa slag av forðingum í so máta. Við góðari hjálp frá einum advokati í Havn snikkaðu vit tríggir, Kuupik Kleist, Lars-Emil Johansen og undirritaði eitt uppskot saman til samtyktar um hetta sama mál. Málið kom fyri á Fólkatingi, men vann ikki frama. Meiriluti var ikki fyri tí. Men málið var nú reist á røttum staði. Fjølmiðl- arnir í Føroyum tóku tað upp til viðgerðar og And- ers Fogh Rasmussen segði seinri, at hann var sinnaður fyri, at málið var loyst soleiðis, at føroying- ar fingu sama innlit sum danska stjørnin, um støðuna í føroyskum pen- ingastovnum. Hin oftast skilagóði Bárður Nielsen, onkur væntar, at hann longu eftir valið týsdagin verður nýggjur formaður í Sambandsflokkinum, eftir allar kajtúrarnar hjá Kaj í seinastuni, fór síð- ani í samráðing við Bendt Bendtsen um málið, og seinri funnu teir báðir eina loysn, sum fyribils sigst vera nøktandi fyri landsstýrismannin í fíggj- armálum. Soleiðis ber tað til at snúgva sjálvt Sambands- flokkin á gongdar leiðir. Norðuratlantsbólkurin reisti málið, donsku blokadurnar forðaðu í fyrstu og aðru atløgu, men prosessin var farin í gongd og Sambands- flokkurin fekk alt server- að á einum silvurfati. Hetta er hin klassiska søgan. Vit áttu vármøðina — Bárður heystgrøðina. Tað kann nú vera líka- mikið. Hetta var í øllum førum Føroyum at frama. Einum íðnum og kon- struktivum politikki hjá norðuratlantiska ting- bólkinum á Danatingi fyri at takka. VÁRMØÐI – HEYSTGRØÐI Jón Guttesen Valevni Tjóðveldisflokksins á Fólkating Fullur limaskapur í norður- landaráðnum er vágskálin har okkara sjálvsavgerðar- rættur í altjóða høpi verður vigaður, har okkara førleiki og rættur til altjóða sam- starv verða royndir og Tjóðveldisflokkurin stend- ur einsamallur og verjir borg. Føroya løgting stóð sam- an um, at krevja fullan limaskap í norðurlandaráð- num. Vit skulu út í heim, vit vilja nærkast okkara brøðratjóðum, og vilja samstarv á jøvnum føti og uttan haft. Tjóðveldisflokkurin hev- ur við Norðuratlandsbólk- inum skapt stórstu virðing fyri søk føroyinga á Fólka- tingi, og virksemi í Norður- atlandsbólkinum er skýrt verða stórsta nýbrot á fólkatingið, farnu setuna. Og virðingin skapt fyri norðuratlandsbólkinum skal nýtast í strembanini eftir, at fáa virðing fyri Føroya Løgtingi og avgerð- um tess. Fullur limaskapur í norðurlandaráðnum er eis- ini vágskálin har Føroya Løgting verður viga. Tann sum einki krevur – vinnur einki. Og ABC flokkarnir krevja ikki og vinna einki. Tjóðveldisflokkurin vinnur støðugt og áhald- andi Føroyum frama á fólkatingi - eisini tá tað ræður um okkara rætt til altjóða samstarv. Týsdagin hava tit seks flokkar at velja ímillum, men bert tveir veruligar politiskar valmøguleikar. Edmund Joensen Sambandsflokkurin Tað tykist sera torført hjá polittisku flokkunum á loysingarvonginum at greiða Føroya fólki frá, hvat teir skulu brúka fólka- tingssessirnar til. Vit í Sam- bandsflokkinum eru ikki í iva. Vit verða ikki uttanvelt- aðir á fólkatingi. Vit tora at taka eina støðu, og vit fara at arbeiða fyri øllum áhugamálum hjá føroying- um í Føroyum, føroyingum í Danmark, ja hjá øllum føroyingum, uttan mun til hvar teir eru staddir. Vit ætla okkum ikki sum Javnaðarflokkurin at fara upp í Norðuratlantsbólkin saman við Tjóðveldisflokk- inum. Vit ætla als ikki at hjálpa loysingarkreftunum, sum royna at útflyta føroyska sjálvstýrismálið til Christiansborg. Okkara aðalmál Vit í Sambandsflokkinum fara at taka okkum væl av øllum felagsmálunum og arbeiða fyri at ávirka øll viðurskifti, sum hava við Føroyar at gera. Millum aðalmálini í komandi fólkatingsetu eru nýskipan av viðurskiftunum í ríkis- felagsskapinum, víðkaðar heimildir á uttanríkisøkin- um og ein loysn á flog- vallarmálinum. Samstarv á fólkatingi Okkara atkvøða á fólka- tingi skal ikki brúkast til at trýsta mál ígjøgnum, sum bert hava týdning fyri danir. Vit ætla at halda fram sum partur av tingbólkinum hjá Vinstra fyri at menna okk- ara samstarvsmøguleikar, soleiðis at vit altíð at sleppa inn í eina og hvørja fólka- tingsnevnd, har mál av áhuga fyri okkum verða viðgjørd. Vit fara at samstarva á fólkatingi til frama fyri øll áhugamál føroyinga og fyri ríkisfelagsskapin. Grund- lógartryggjaði rættur føroy- inga fer at verða brúktur sum tað sømir seg, við spekt og sóma, um Sam- bandsflokkurin fær umboð á fólkating. Sambandspolitikkur er í tráð við politiska rákið her í okkara parti av heiminum. Framkomni parturin av heiminum kastar saman á flestu økjum fyri at vinna sær rættindi og fyrimunir og fyri at standa sterkari, búskaparliga, handilsliga, mentunarliga og í aðrar mátar. Eitt einfalt val Sambandsflokkurin er nú sum fyrr einasta alterna- tivið fyri einari føroyskari framtíð innan fyri ríkis- felagsskapin. Týsdagin hevur tú seks flokkar at velja ímillum, men bert tveir veruligar politiskar valmøguleikar. Ein álítandi og støðu- fastan Sambandsflokk, sum vil samstarva innan fyri ríkisfelagsskapin, ella hinar flokkarnar, sum einu løtuna vilja loysing og hinu løtuna samband. Hugsið um tað á val- degnum 8 februar. VIÐMERKINGAR Okkara rættur til altjóða samstarv VAL05 Góðu føroyingar VAL05 Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin At vit standa saman sum fólk, merkir ikki, at vit øll skulu vera eins ella hava somu meiningar. Men tað merkir at vit standa saman um Føroyar. Standa saman um at vinna øll tey rættindi, sum ein tjóð hevur rætt til, og standa saman um at tryggja, at vit eisini í fram- tíðini kunnu vera ymisk, fjølbroytt og fræls, og at pláss er fyri øllum - og ser- stakliga fyri teimum, sum av ymsum ávum fingu tað trupult. Standa saman um at lyfta í felag. Tað er hesi virði sum til samans mynda okkara sam- leika. Tað er eingin sjálv- fylgja, at tað er so, tað er ein gáva, og tað er ein uppgáva hvønn dag. Hjá tær og hjá mær - og sjálv- andi eisini hjá okkara politisku leiðslu. Sum skipanin er í dag, eru tað framvegis nógv mál, sum okkara vegna verða avgjørd í Fólkating- inum. Í hesum málum skal føroyska fólkatingsumboð- anin tryggja føroyingum ávirkan. Harumframt skal fólkatingumboðið skapa góð sambond við politik- arar og slóða fyri, at danir betur skilja føroysk viður- skifti og okkara serstøðu. Vit vita av royndum, at samanbrestir føra ikki á mál. Men tað gevur heldur einki úrslit at vera undir- brotligur. Tað sum um ræð- ur er við gløggskygni at finna ta breiðu semjuna, at knýta tey røttu sambondini út í heim, og at lofta møgu- leikum og avbjóðingum, tá ið teir vísa seg. Tað er ikki løtuverk, og tað ber bert til, um fólka- tingsumboðið dagliga og áhaldandi ferðast í um- hvørvinum, har avgerðirnar verða tiknar. Tað ber ikki til, um fólkatingsumboðið samstundis skal røkja ein sess í Løgtinginum. VAL05 Tað ber væl til at standa saman og lyfta í felag VAL05