Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 22 - 2. februar 2005 Heðin D Poulsen Føroya Óðalsfelag Verður uppskotið hjá Kára Højgaard samtykt, fara fleiri føroyingar at fáa møguleikan at ogna sær jørð og forða verður fyri at øll jørðin fer á nakrar fáar hendur. Fyri ikki so langari tíð síðani megnaði Bjarni Djurholm tað, sum mangur landsstýrismað- ur í búnaðarmálum man hava droymt um, hann setti skjøtul á eina nýggja tíð fyri land- búnað í Føroyum. Føroya Jarðarráð er avtikið og nýggj búnað- arlóg er samtykt, og far- ast kann nú undir eina endurnýggjan av lóg- gávuni um føroyskan landbúnað, bæði tí vinnuliga partinum og tí partinum, sum fyri tað mesta verður nýttur til ítriv og trivnað, tí al- menna og tí privata. Tað eru tey, sum eiga jørð ella vilja eiga jørð, sum Føroya Óðalsfelag ar- beiðir fyri, og gleðin er stór í Óðalsfelagnum, nú broytingar eru á veg. 26. januar í ár legði Kári Højgaard fram uppskot um broyting í matrikullógini. Upp- skotið gevur teimum, sum eiga jørð, sama rættin, sum aðrir ognarir hava, rættin at ráða yvir egnum ognum. Somu- leiðis ger uppskotið tað møguligt hjá teimum ognarleysu at keypa jørð. Verandi støða forð- ar fyri at nýggir eigarar kunnu koma til og setur sostatt kílar ímillum okkara gomlu mentan við seyðahaldi o.ø. og framtíðina. Verður matrikullógin ikki broytt til at nøkta tann tørvin, sum er á at keypa og selja jørð, doyr áhugin fyri jørðini út, og endin er, at nakrir fáir einstak- lingar eiga ella festa meginpartin av jørðini í Føroyum. Orsøkirnar til at ver- andi matrikullóg hevur brúk fyri ábótum eru nógvar. Ein orsøk er, at við verandi skipan kann eigarin ikki ráða yvir sínari ogn sum hann vil, hann kann ikki selja burturav ella veðseta eftir vanligum vinnulig- um reglum og teytum. Hetta ger at jørð bert verður seld í stórum lutum og gerst sostatt óvanliga dýr fyri ein, sum vil keypa fyri fyrstu ferð, men samstundis uppá seg lítið verd hjá tí, sum selur, tí hann verður noyddur at selja alt ella einki. Undantakið er tó, at hann sum longu eigur, honum kann verða selt. Bjarni Djurholm hev- ur gjørt tað, sum fyrr varð hildið at vera ómøguligt, nú tá ting- menn leggja fram upp- skot um fleiri broyting- ar, er tað at fegnast um. Føroya Óðalsfelag vónar sostatt, at uppskotið hjá Kára Højgaard fær eina megnar undirtøku frá restina av tingmanning- ini. Hetta uppskot kann birta frískar vónir og trúgv til eina aldargamla mentan, sum er serstøk føroysk. Ikki velja tað, sum ikki ber til Gjald fyri valgreinar Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka gjald fyri valgreinar, sum verða settar í blaðið, hetta fram til fólkatingsvalið. Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum lýsingarprísi. Sosialurin Sjúrður Skaale Tjóðveldisflokkurin Góði veljari. Hevði tú klárað at havt tvey fulltíðarstørv samstundis, og røkt bæði til lítar? Hevði tú klárað tað um annað starvið var í Føroyum og hitt í Danmark? Nei. Tað hevði tú ikki. Tí tað ber ikki til. Hugsa um tað 8. februar. Og vel ein, sum ar- beiðir. TÍÐINDASKRIV frá Almanna- og Heilsumálaráðnum Árni Magnússon, almanna- og javnstøðumálaráðharri í Íslandi, var í døgunum 19. til 21. januar á væleydn- aðari vitjan hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni. Endamálið við vitjanini var at kunna politikarar um arbeiðið við javnstøðu í Íslandi. Árni Magnússon hevði 20. januar framløgu á Hotel Hafnia fyri løgtings- limum, landsstýrismonn- um, Javnstøðunevndini og øðrum. Arbeiðið fyri javnstøðu - royndir úr Íslandi Í fyrra umfari røddi Árni Magnússon um ta vitan og tær royndir, sum arbeiðið fyri javnstøðu hevur borið við sær í Íslandi. Altingið samtykti ver- andi javnstøðulóg í 2001. Endamálið við javnstøðu- lógini er at fremja og ar- beiða fyri javnrætti millum kynini á øllum økjum í samfelagnum. Hetta enda- mál verður rokkið við at arbeiða fyri eins ávirkan millum kvinnur og menn á avgerðir og á politikk; við at arbeiða fyri, at tað verður gjørligt at sameina arbeiðs- lív og familjulív hjá bæði kvinnum og monnum; við at betra støðuna hjá kvinn- um og økja um teirra møguleikar í samfelagnum; við at økja um upplýsing um javnstøðumál, og við at greina hagtøl sambært javnstøðuhugsjónini og við at økja um javnstøðu- gransking. Almenna arbeiðið fyri javnstøðu Almenna arbeiðið fyri javnstøðu er sambært javn- støðulógini býtt í tríggjar partar: Javnstøðuskrivstov- an, Javnstøðuráðið og Kærunevndin í javnstøðu- málum. Javnstøðuskriv- stovan er ein fyrisitingar- ligur stovnur, sum hevur til uppgávu at hava eftirlit við javnstøðulógini, at skipa fyri undirvísing og upp- lýsing um javnstøðu, at ráðgeva um javnstøðu og at gera tilmæli til javnstøðu- ráðharran, og annað prakt- iskt arbeiðið, javnstøðu at frama. Javnstøðuráðið, sum verður sett eftir hvørt altingsval, hevur umboð fyri arbeiðsmarknaðin, kommunur, landsfyrisiting- ina, kvinnufelagsskapir og onnur. Javnstøðuráðið hev- ur til uppgávu at arbeiða fyri javnstøðu millum kvinnur og menn á ar- beiðsmarknaðinum. Í Kærunevndin í javnstøðu- málum sita 3 løgfrøðingar. Ráðharrin í javnstøðu-mál- um velur ein lim, og Hægsti rættur velur 2 limir. Kæru- nevndin hevur til uppgávu at viðgera einstøk mál og at gera metingar um, hvørt talan er um brot á javn- støðulógina. Eitt ár eftir hvørt al- tingsval skal ráðharrin í javnstøðumálum leggja fyri Altingið eina ætlan fyri, hvussu stjórnin arbeiðir við javnstøðumálum í valskeið- num. Verkætlanir til frama fyri javnstøðu Lógin um javnstøðu hevur tryggjað kvinnum og monnum somu rættindi, men sambært Árna Magn- ússyni hevur hon ikki tryggjað kvinnum og monnum somu veruligu støðu í samfelagnum. Til tess at betra um støðuna hjá kvinnunum hevur stjórnin tískil sett sær fyri at skipa fyri verkætlanum á ymsum økjum. Eitt dømi um eina tílíka verkætlan er eina tvørpolitiska nevnd at arbeiða fyri at økja um luttøkuna hjá kvinnum í politikki. Nevndin gjørdi eitt framúrskarandi arbeiði í 1999, tá talið á kvinnum í Altinginum øktist frá 25% til 35%. Lønarmunur Sambært Árna Magnússyni er ein av teimum týdn- ingarmestu uppgávunum at javna lønarmunin millum kvinnur og menn, sum enn er sera stórur í Íslandi. Langt er eftir á mál, áðrenn eins løn verður veruleiki. Lóg um barns- burðarfarloyvi Í seinna umfari røddi Árni Magnússon um ta nýggju lógina um barnsburðar- og foreldrafarloyvi, sum kom í gildi í 2001. Lógin er eitt víðgongt tiltak fyri at fremja javnstøðu á arbeiðs- marknaðinum og fyri at byggja brýr millum ar- beiðs- og familjulív. Lógin gav pápum rætt til barnsburðarfarloyvi, sum ikki kann verða flutt til mammurnar. Eisini ásetti lógin endurgjald fyri barns- burðarfarloyvi, sum í stóran mun bøtir fyri lønar- missin. Við lógini hava mammur rætt til barnsburðarfarloyvi í 3 mánaðir, pápar hava rætt til barnsburðarfarloyvi í 3 mánaðir, og 3 mánaðir kunnu foreldrini býta síná- millum. Tað samlaða barns- burðarfarloyvið fyri hvørt barn er sostatt 9 mánaðir. Ein barnsburðargrunnur umsitur barsilsgjaldið. Grunnurin fær inntøkur frá tí almenna, og frá arbeiðs- gevarum, sum gjalda eitt ávíst prosenttal av teirra tryggingargjaldi í grunnin. Gjaldið til móttakaran er 80% av miðallønini í tey seinastu tvey árini innan barnsburðin. Móttakarin fær tó ikki meira enn 80% av 600.000 íslendskum krónum (sum eru umleið 55.000 danskar krónur). Lógin um barnsburðar- farloyvi hevur av álvara vunnið frama millum ís- lendskar pápar, sum í øtkum tali nýta høvið at fara í barnsburðarfarloyvi. Í 2003 vóru 84,3% av páp- unum í barnsburðarfar- loyvi. Síðani lógin kom í gildi, eru galdandi reglur broyttar nakrar ferðir, tí tað er so at siga ógjørligt at kenna allar teir óvæntaðu spurning- arnar, sum kunnu stinga seg upp. Arbeitt verður støðugt við at gera tillagingar, so- leiðis at foreldur at pinku- børnum fáa størsta gagn burturúr barnsburðarskip- anini. Fyrilestrarnir hjá Árna Magnússyni eru at finna á www.ahr.fo VIÐMERKINGAR Fleiri fáa jørð í hendi, løgtingsmál nr. 31 VAL05 Javnstøða – ein felags avbjóðing Martin Dam Listi E Hetta er ein spurningur vit í Føroyum hava fullan rætt at seta okkum. Tí sum ein borgari her í Føroyum vilja vit vita hvat verður smoygt niðuryvir okkum. Sjálvandi er mín áskoð- an, at vit skula ikki bara fáa upplýsing um tingini, men eisini ávirka sum mest í málum ið gagna og við- koma Føroya fólki og land- inum. Tað mest umráðandi hjá einum umboði úr Føroyum er, at ein ikki innlimar sína ávirkan inn í danskan partapolitikk, men at ein allatíðina hevur Føroyar í tonkunum tá arbeitt verður. Ein atkvøða fyri Lista E, er ein atkvøða í arbeiðir fyri Føroyar, meðan ein at- kvøða fyri ABC-flokkarnar er danskur partapolitikkur, har umboði ikki fær arbeitt fyri Føroyar tí tey innlima seg í danskar flokkar, og harvið missa tey frælsi til ávirkan. Tjóðveldisflokkurin hev- ur verði Tjóðveldisflokk- urin eisini á fólkatingið, har er eingin bróyting. Og prógvast kann at ávirkanin ið er nú, ikki er lítil. Men hon hevði veri enn størri um bæði umboðini høvdu umboða Tjóðveldisflokkin og harvið Føroyar. Hetta er ikki ein spurn- ingur um fullveldi ella sam- band, tí loysingin kemur ikki at vera tikin í Dan- mark, men úr Føroyum. Tí kunna øll trygt velja Lista E, vit vilja arbeiða fyri øll- um Føroyum. Til tygum ið ikki kunna velja Lista E av einari ella aðrari grund. Eg vil heita á teg um velja blankt fyri at tín atkvøða ikki skal enda innanveggja í einum donsk- um flokki. Gott væl øll somul. Christiansborg, er tað eitt stað har vit eiga at vera umboða? VAL05