Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 2. februar 2005 13 VIÐMERKINGAR Dávid Isfeld Arbeiði er nakað flest fólk fáast við; og hesi fólk vita, at arbeiði snýr seg um at gera tað, sum tað ávísa arb- eiðið snýr seg um og gera arbeiðið væl. Afturfyri, fær tann, ið arbeiðið hevur gjørt, hóskandi løn (í sam- svar við sáttmála ella avtalu millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara). Men fyri at gera tað arbeiðið ein er sett- ur/biðin um at gera, er arb- eiðstakarin noyddur at møta upp til arbeiðis. Hetta tykist at vera sjálv- sagt og óneyðugt at siga, og enn minni neyðugt at skriva um í bløðunum. Men tíverri hava summir løgtingslimir, sum er eitt væl lønt starv og eitt av týdningarmiklastu og hægstu álitisstørvum í Føroyum, ikki skilt hesa mest sum almennu arbeiðs- fatanina. Ella kann tað vera líkasæla? Spyrja vit við- komandi løgtingslimir, fáa vit óivað eina frágreiðing/- undanførslu á stødd við eina skaldsøgu. Lat okkum hyggja at toppskoraranum í løgtings- fundaskulking, Sverra Mid- jord (11 skulk av 38 møgu- ligum). Fyrst vil eg tó siga, at her er talan um ein eldri mann, ið óivað hevur tænt fyri seg (40 ár í politikki sigur Sosialurin), so takk og alla virðing fyri tað; men hví so ikki gevast, tá ein ikki megnar ella fær savnað nóg mikið av vilja til at møta upp á tingfund? Er Sverre Midjord vorðin troyttur av orðaskvaldri- num (hetta er tó ikki meint sum mín áskoðan av ting- sins orðaskifti) í tinginum? Er hann vorðin líkasælur? Ella er tað bert ov strævið at røkja fleiri størv; og búgva á Suðuroynni oman á alt? Svarið hjá Sverra um sína fráveru var, at hann hevði "onnur politisk størv at røkja". Tað hevur áður verið hvast orðaskifti um lønirnar hjá tingmonnum, teirra eykagóðar og hjáinntøkur og um teir yvirhøvur skulu hava loyvi at hava annað starv, samstundis sum teir sita í tinginum. Um lønina haldi eg tað vera sømiligt, at teir hava eina relativt høga inntøku vegna tí miklu ábyrgd, ið fylgir við starvinum sum tingmaður. Eykagóðar og hjáinntøkur skulu sjálvsagt skjalprógv- ast fyri at halda skil á og forða fyri misnýtslu, meðan upphæddin á teimum ym- isku hjáinntøkunum má samsvara við ta tíð og arb- eiði, ið har fer í. Spurning- urin um at hava annað (onnur) starv afturat ting- sessinum veldst um ting- limurin er førur fyri at røkja bæði (øll) størv til fulnar. Hvussu ein tinglimur røkir sítt privata ella hitt almenna starv, mugu viðkomandi fólk/starvsfelagar taka støðu til, men tá ein ting- sessur verður vanrøktur, vanrøkir tinglimurin tað starv og álit viðkomandi veljarir hava valt hann til, og tað er at vanvirða tey fólk, ið hava valt hann. Nú havi eg bert nevnt Sverra Midjord, og tað er tí hann hevur verið nógv mest burt- ur, men hetta er sanniliga eisini galdandi fyri teir tingmenn og landstýris- menn, ið ikki møta upp á fund 3. - 6. hvørja ferð. Men nú er tað so, at tað bert er Sverre Midjord, ið er komin við einari frágreið- ing um hansara fráveru í tinginum, og verður tað tí- skil hansara viðmerking/- frágreiðing, sum verður viðgjørd. Tað er møguligt/sannlíkt, at Sverre ikki hevur hugs- að, at hann hevur vanrøkt sítt embæti ella vanvirðt sínar veljarar, við ikki at møta upp á fund, men tað er tað hann hevur gjørt. Tað kann væl vera, at hann meinti ein fund at vera óviðkomandi ella minni áhugaverdan, ella kanska, sum Sverre sjálvur sipar til, ikki tímdi heilt til Havnar á ein (ella fleiri) minni týdn- ingarmiklan fund. Ein tinglimur skal møta upp á fund, líkamikið við øðrum starvi, politiskt ella ei. Tað er ikki upp til tinglimirnar at meta um ein fundur hev- ur týdning ella ikki, tí teir kunnu ómøguligt vita hvussu fundurin fer at ganga, og teir skulu bara gera so væl at møta upp til arbeiðis, sum øll onnur á arbeiðsmarknaðinum. Nú eri eg sjálvur útlærdur timburmaður; um tað hevði regnað illa, og eg visti, at ætlanin var at leggja tak á eini hús, men at vit vegna regnið óivað fóru at rudda, brýna høggujørn, fáa skil á amboðsskúrin og líknandi keðilig og minni týdningar- mikil arbeiði, so hevði eg sanniliga møtt upp fyri tað, tí ein kennir tað sum sína ábyrgd; tað er eisini ein spurningur um loyalitet yvir fyri arbeiðsgevara og starvsfelagum, og at gera tað ein fær gjørt eftir um- støðunum (alt skal gerast, og onkur skal gera tað). Hóast tinglimirnir vita hvat tingfundirnir snúgva seg um, vita teir ikki hvussu alt í detaljum fer at vera. Detaljur kunnu jú gott avgerða um ein verður fyri ella ímóti einum uppskoti ella sjónarmiði. Harafturat skal ein tinglimur kenna tað sum sína ábyrgd, eins og eitt serstakt høvi, at møta upp; annars kann hann (um hann fær loyvi, og tað sær hann út til at fáa) gerast úr- veljandi, og bert møta upp á teimum fundum, ið hava hansara, ella floksins (tann politiska flokkin tinglimur- in hoyrir til), áhuga. Um ein tinglimur ikki hevur orkuna ella tíðina til at røkja sítt starv til fulnar, vegna annað starv, skal hann loysast úr øðrum starvinum. Ein skal heldur ikki stilla upp av gomlum vana ella aðrari feil-tilelving, tá ein hevur ovmikið um at vera; tað eru jú onnur fólk, ið kunnu taka um endan. At vera løgtingslimur er eitt tað hægsta og týdning- armiklasta starv í føroysk- um politikki; tað er ein æra og eitt frálíkt høvi at tæna sínum landi, og tað skal raðfestast og røkjast hareft- ir. Alt annað enn 100% arbeiðsorku, áhuga, ábyrgdarkenslu og virðing, fyri veljara eins og starvs- felagum, er ógóðtakiligt og orsøk til at sigast úr starvið sum løgtingslimur. Tingmenn og tingfundir: - Ábyrgdarkensla og starvshugburður Hans Pauli Strøm landsstýrismaður Í Dimmalætting t. 13.12.04 harmast Tórbjørn Mikkel- sen, formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, um eina samrøðu, Dimma hevði við meg t. 29.11. Samrøðan snúði seg um tann reformin av sjúkra- kassaskipanini, sum vit arbeiða við, og har m.a. ætlanin er at skipa teir 11 sjúkrakassarnar til ein fel- ags sjúkrakassa. Tórbjørn krevur eina treytaleysa umbering fyri at "landsstýrismaðurin nýtir vendingina "óneyðugt krakkaveldi" ið er ein ógvi- liga niðursetandi útsøgn fyri starvsfólkini". Sjálv- sagt høvdu Tórbjørn og starvsfólkini fingið hesa umbering, um eg veruliga hevði eg málborið meg so. Men tað havi eg ikki. Við blaðmannin brúkti eg vend- ingina "óneyðugt byro- krati" - ikki um starvsfólk- ini í sjúkrakassunum, men um hetta fløkjasliga ad- ministrativa byrokratiið í skipanini: - at Almanna- og heilsumálaráðið hevur ræðisrættin á játtanini yvir landskassastudninginum til sjúkrakassarnar; at Al- mannastovan so hevur eftir- litið við sjúkrakassunum; at Almannastovan roknar út landskassans gjald til sjúkrakassarnar; at hetta so verður sent til Almanna- og heilsumálaráðið til góð- kenningar; og at ráðið so aftur sendir hetta til Gjald- stovuna til útgjaldingar. Eisini er tað fløkjasligt og tungt í samband við inn- krevjingina av eftirstøðum, tá ið bæði sjúkrakassarnir, Gjaldstovan og kommunur- nar eru blandað uppí. Míni orð eru sostatt ikki ein kritikkur av einstøku sjúkrakassunum men av tí byrokratisku umsitingini av skipanini hjá almennu myndugleikunum. Tórbjørn siterar úr sam- røðuni, at "fólk eru ónøgd við verandi skipan, sum í nógvar mátar er ótíðarhósk- andi". Her vísir Tórbjørn púra rætt á, at tað eru und- anfarin landsstýri, sum sjálv eru orsøk til, at onki er broytt, tí, sigur hann, "tá sjúkrakassarnir hava roynt at fáa broytingar, so hevur hetta verið avvíst av lands- stýrinum". Og, leggur hann aftrat, "er nakað ótíðar- hóskandi í skipanini, so er tað vegna tronga lógar- karmin og vantandi dagfør- ingar av samtyktum o.ø., sum sjúkrakassarnir ikki fáa gjørt nakað við". Her eri eg samdur við Tórbjørn, og tað er júst tí vit nú sum politiskur myndugleiki hava sett okkum fyri at fremja ein reform av sjúkrakassaskipanini. Og at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi júst við Megin- felag Sjúkrakassa Føroya. Í grein síni finst Tórbjørn at ætlanini at flyta innkrevj- ingina av limagjaldinum frá sjúkrakassunum til Toll- og skattstovuna. Men her hava vit sagt, at kann tað gerast meira rationelt og bíligari við at tann nýggi felags- sjúkrakassin stendur fyri innkrevjingini, heldur enn Toll- og skatt, so verður tað gjørt. Í samrøðuni í Dimmu er eisini ein stór misskiljing, sum eg væl skilji at Tór- bjørn ikki vil hava stand- andi ósvarað. Har verður sagt at "summir sjúkrakass- ar eru so smáir, at teir ikki megna at veita limunum fulla trygging heldur." Hetta er sjálvandi høpis- leyst, og rokni eg við at flestøll vita betur, nevnliga at rættindini hjá limunum til endurgjald ikki eru treyt- að av hvussu stórur ella lítil sjúkrakassin er, men eru tryggjaði sum sáttmála- og lógarbundin endurgjøld. Lat meg siga at enda, at sjúkrakassarnir eru ein sera týdningarmikil táttur í okk- ara heilsu- og almanna- verki. Uttan sjúkrakassar- nar hevði illa borið til at veitt okkara fólki tann neyðuga heilsuliga og sosi- ala tryggleikan í uppbygg- ingina av okkara vælferðar- skipan. Við sjúkrakassun- um hevur borið til at tryggja, at hvør einstakur, sum hevur brúk fyri lækna- hjálp, heilivági og heilsu- tænastum annars nýtist ikki at óttast fyri fíggjarligum avleiðingum, tí sjúkra- kassaskipanin gevur okkum javnbjóðis rættindi. Hin- vegin er altíð neyðugt við millumbilum at dagføra ella endurnýggja gamlar skipanir. Tað er tað vit eru í holt við. Ikki skulu misskiljingar av eini blaðsamrøðu leggja forðingar fyri arbeiðinum við nýggju sjúkrakassa- skipanini. Hetta gongur væl og í góðum samstarvi mill- um allar teir avvarandi partarnar, so at vónandi - og væntandi - verður upp- skotið til nýggja sjúkra- kassalóg klárt at leggja fyri løgtingið seinni í hesum árinum. Sjúkrakassarnir - ikki "óneyðugt krakkaveldi" men ein trygd í vælferðarskipanini Nemus Napoleon Djurhuus Hví skal ein vanligur borgari gjalda 400,00 kr í mvg av sjónvarpsgjaldi- num? Hvar fara hesir pengar? Aftur til SVF ? Ella beinleiðis til for- brúk hjá Landsstýrinum? Ja, eg kundi blivi við at sett fleiri spurningar, men lat tað fara, tí vit gjalda eisini mvg av Útvarps- gjaldinum v.m. Hví sjónvarp yvirhøv- ur? Einasta orðsøk at vit hava sjónvarp í Dr. Jak- obsensgøtu 23, er tí vit hava ein televarpmóttak- ara frá Føroya Tele, sum virkar rímuliga væl . Men vónandi verður Televarp- móttakarin útbygdur við fleiri rásum, so alt prát í húsinum, um at fáa sær parabol tagnar. Men vit hava sjónvarp og skulu sostatt sambært lóg gjalda sjónvarpsgjald, so lat okkum fáa okkurt fyri tað sindri av peningin sum SVF fær. PS: Gev SVF teir peng- ar sum eru neyðugir til at gera eitt dygdargott sjón- varp, so er ikki meira at grenja um, " tí at grenja, tað eru vit føroyingar heimsmeistarar í " Gott at vit hava okkurt heimsmet Hví mvg á Sjónvarpsgjald? www.sosialurin.fo