mikudagur 2. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 22 - 2. februar 2005
Hans J. Joensen
Vágur
Seinastu 5-7 árini hevur at
kalla onki kjak verið um
hvar miðnámsskúlin í Suð-
uroynni skal vera. Heldur
enn klandur og negativt
kjak um hvar skúlin skal
vera, hevur kjakið snúð seg
um hvussu nógv skúlin skal
kosta, hvussu hann skal
síggja út, og hvar í Vági
hann skal vera, tí eitt samt
løgting hevur tikið avgerð
um, at miðnámsskúlin í
Suðuroynni skal vera í
Vági. Út frá hesi avgerð
hava landsmyndugleikarnir
og Vágs kommuna seinastu
árini brúkt 5-7 mió. kr.
Grundstykkið er keypt,
arkitektakapping hevur ver-
ið,
tekningar
gjørdar,
grundstykkið er grivið út,
útbjóðingartilfarið er gjørt
klárt bjóða út (eftir ætlan
skuldi bjóðast út fyrst í jan-
uar 2005) og farast skuldi
undir sjálva byggingina
fyrst í hesum árinum. Eftir
ætlan skuldi skúlin takast í
nýtslu seint á sumri í 2006.
Miðnámsskúlin
skal flytast
Tíðliga í september 2004
fóru ryktir at ganga um, at
landsstýrið ætlaði at flyta
miðnámsskúlan úr Vági til
Hovs. Hendan ætlan varð
eisini løgd fyri Vágs býráð
11. sept. 2004. Í staðin fyri
miðnámsskúlan skuldi eitt
ellisheim byggjast íVági.
Grundgevingar fyri at
flyta miðnásmskúlan til
Hovs
Í samband við ætlanun-
um um at steðga byggingini
av
miðnáslskúlanum
í
Vági, sum hevur verið í
gongd í út við 4-5 ár, og
flyta skúlan til Hovs, so
hava landsmyndugleikarnir
víst á ymsar grundgeivngar
fyri at flyta miðnámsskúlan
til Hovs.
Skúladepil við
Miðnámsskúla og
Heilsuskúla saman
Fyrst varð víst á, at ætlanin
var at Heilsuskúli (sum í
løtuni er á Tvøroyri) skuldi
byggjast saman við mið-
námsskúlanum, soleiðis at
man fekk ein skúladepil.
Hetta fyri at spara pengar
og sleppa undan at byggja
tveir skúlar. Hartil varð víst
á, at felags lærarar og fel-
ags fasilitetir kundu brúk-
ast av báðum skúlunum.
Onkur vildi eisini vera við,
at ein ávís syngergieffekt
fór at verða.
Sparingarnar av at byggja
tveir skúlar saman eru ikki
tengdar at, um skúlin verð-
ur bygdur í Vági ella í Hovi
– og sparir man uttan iva
líka nógv í Vági sum í
Hovi. Sum er, eru 5-7 mío.
kr. brúktar í samband við
byggingina í Vági, og er tað
rættiliga natúrligt, at hend-
an íløgan gerst partur av
nýggja
skúladeplinum.
Eingin forðing er fyri at
byggja skúlarnar saman í
Vági og á tann hátt fáa mest
burturúr teimum ætlanum
sum eru gjørdar og pengum
sum longu eru brúktir.
Løgmaður vísti mána-
dagin 29. november 2004 í
ÚF á, at um skúlin varð
fluttur til Hovs, so var tað
ikki óhugsandi, at tær 5-7
mió. kr. sum longu vóru
brúktar í Vági vóru mistar.
Um tær 5-7 mó. kr. verða
mistar, so er ivasamt, hvørt
tað, tá samanum kemur,
yvirhøvur er nøkur sparing
at byggja miðnámsskúlan
og heilsuskúlan saman í
Hovi.
Rætt er, at við at byggja
skúlarnar saman, so kunnu
skúlarnir báðir gera nýtslu
av felags fasilitetum. Hvat
viðvíkur felags lærarum, so
hevur Heilsuskúlin sum er
minimalan tørv á lærarum
frá miðnámsskúlanum, tí
bert ein lærugrein er felags
fyri báðar skúlarnar, tað er
samfelagsfrøði, sum er á
Heilsuskúlanum sum dag-
skeið í 12-18 tímar hvørt
hálvár. Hvørt ein synergi-
effekt verður av at leggja
skúlarnar saman er eisini
rættiliga ivasamt, tí skúlar-
nir fevna als ikki um somu
fakligu evni.
Skúli- og mentanardepil,
í Hovi, men ikki í Vági?
Ein onnur grundgeving
fyri at flyta skúlan til Hovs
er, at skúlin har kann gerast
ein skúla- og mentanardepil
fyri oynna. Hetta vísti løg-
maður millum annað eisini
á í ÚF mánadagin 29. nov.
og segði í somu samrøðu, at
um skúlin varð bygdur í
Vági, so bleiv bara talan
um ein skúla í einum
nýggjum bygningi (undir-
forstaðið var, at í Vági bleiv
ikki talan um ein skúla- og
mentanardepil).
At føra fram, at talan
verður um ein skúla- og
mentanardepil í Hovi, með-
an hetta ikki verður støðan í
Vági er óskiljandi. Tað eru
6-7 minuttir í bili úr dali-
num í Hovi (har landsstýrið
ætlar at skúlin nú skal
byggjast) og vestur á vegin
við Vágsvatn har grivið er
út fyri miðnámsskúlanum.
6-7 minuttir eru ikki avger-
andi fyri, hvørt talan verður
um ein skúla- og mentanar-
depil, men tað er innihaldi
hinvegin, tvs. tilboðini í
skúla- og mentanardepli-
num.
Í hesum sambandi hevur
verið ført fram, at fólk úr
allari oynni vilja gera
nýtslu av skúla- og mentan-
ardeplinum, um hann er í
Hovi, meðan hetta ikki
verður galdandi, um hann
er í Vági. Til hetta kann sig-
ast, at geografiska plaser-
ingin er ikki avgerandi fyri,
um fólk gera nýtslu av ein-
um tilboð ella ikki. Tað er
aftur her innihaldi í tilboð-
unum sum er avgerandi.
Hetta eru tað eisini nógv
dømi um í Suðuroynni. Til
dømis
er
Kirkjukórið
Ljómur mannað við fólki úr
allari oynni. Dømi eru um
fólk úr Vági sum gera
nýtslu av kvøldskúla til-
boðum á Tvøroyri. Eitt ann-
að dømi er, at fólk úr allari
oynni koma til mentanartil-
tøk í Stóra Pakkhúsi í Vági
ella á Naddoddaneystinum
á Tvøroyri, hetta er somu-
leiðis galdandi fyri tiltøkini
í Suðurbio á Tvøroyri. Geo-
grafiska plaseringin er alt-
so ongin forðing fyir hvørt
tilboð verða brúkt, hetta er
galdandi eins væl í Suður-
oynni sum aðrastaðni í
landinum, har landfast er.
Skúladepilin í Hovi, tí
har verður hann savnandi
fyri oynna?
Ein triðja grundgeving
fyri at flyta miðnámsskúlan
úr Vági til Hovs er, at ein
skúladepil í Hovi kann
virka savnandi fyri oynna.
Hví ein skúladepil í Hovi
skal vera meiri savnandi
enn ein skúladepil í Vági
veit eg ikki? Men at siga, at
5-7 minuttir skulu verða av-
gerandi fyri, um skúlin
verður savnandi ella ikki, er
tvætl.
Miðnámsskúlin
hevur
verið í Vági seinsatu 10 ár-
ini. Hóast einstakir suðr-
ingar fyri 10 árum síðani
vístu á, at tey heldur fóru at
senda børn teirra til Havnar
á studentaskúla enn á mið-
námsskúlan í Vági, so kann
staðfestast, at miðnáms-
skúlin hevur fingið stuðul
úr allari oynni, skilt soleið-
is, at ungdómar úr allari
oynni hava gingið á skúla-
num. Skúlin hevur eisini
knýtt sambond millum ung
úr øllum bygdum í oynni og
vil hetta eisini vera við til,
at suðringar í framtíðini
vilja hava eina meiri natúr-
liga felags kenslu, enn vit
kenna tað í dag. Verandi
miðnámsskúli í Suður-
oynni, sum er í Vági, hevur
sostatt leingi virka savn-
andi fyri ungdómin í oynni,
ein nýggjur miðnámsskúli í
Vági vil sjálvsagt eisini
hava hesa ávirkan.
At ferðast er ein part-
ur av gerandisdegnum
í dag
Í Føroyum í dag er tað púra
vanligt, at fólk ferðast
langa leið og í langa tíð til
arbeiðis, í skúla og fyri at
gera nýtslu av frítíðar- og
mentanartilboðum.
Tá
bergholið millum Øravík
og Hov er liðugt um nøkur
ár, so verða tað uml. 15
minuttir at koyra av Tvør-
oyri til Vágs. Flestu fólk í
Hoyvík og á Argjum brúka
helst meiri enn 15 minuttir
til arbeiðis í dag. Hvat skúl-
um viðvíkur, so er tað sama
galdandi fyri nógvar eyst-
uroyingar og norðoyingar,
sum ganga í skúla í Kambs-
dali. Eins og hetta er gald-
andi fyri nógvar av næm-
ingunum, sum ganga í stu-
dentaskúlanum í Hoydøl-
um.
At suðringar eins og aðrir
føroyingar mugu ferðast
millum bygda eftir arbeiði,
til almennar tænastustovn-
ar, í skúla ella eftir frítíðar-
og mentanartilboðum er ein
heilt natúrligur partur av
gerandisdegnum. Fjarstøð-
an til summi tilboð er long-
ur enn til onnur, og vil ein í
summum
førum
verða
tvungin at ferðast longur
enn aðrar tíðir. Sum heild
hevur nógva ferðingin mill-
um bygda, til og frá arbeiði,
tænastustovnum, skúla, frí-
tíðar- og mentanartilboð-
um, verið við til at savna
okkum sum fólk. Og hevur
hendan ferðingin uttan iva
heisini havt ávirkan á hug-
burðin mótvegis komm-
unusamanlegging, nú fleiri
kommunur í landinum hava
lagt saman.
Ongar reellar grundgev-
ingar fyri at flyta skúlan!
Um hugt verður at teimum
grundgevingum,
sum
landsstýrið hevur ført fram
í samband við ætlanina um
at flyta miðnámsskúlan í
Suðuroynni úr Vági til
Hovs, er greitt, at ongar re-
ellar grundgevingar eru fyri
at flyta skúlan. Hetta hevur
eisini verið orsøk til nógva
spekulatión um, hví lands-
stýrið nú tá byggingin av
nýggja miðnámsskúlanum í
Vági er komin so langt,
ætlar at flyta skúlan 6-7
minuttir.
Landsstýrið sátt
ósemju og skapt split
Líkamikið hvørt miðnáms-
skúlin í Suðuroynni verður
bygdur í Vági ella í Hovi,
so stendur ein greið mynd
eftir. Landsstýrið hevur
megnað at sáa ósemjui og
skapa split millum fólk í
Vági og fólk í Suðuroynni.
Friður valdaði um málið
»Miðnámsskúlin í Suður-
oy«, nú er nýtt stríð komið í
lag, eftir at Landsstýrið
birti neistan.
Uppí stríðið hevur lands-
stýrið vavt eitt tilboð um
ellisheim, sum kommunur-
nar í Suðuroynni sjálvar
skulu rinda helvtina av
byggikostnaðinum av, og
sum kommunurnar í næst-
um sjálvar skulu rinda allan
raksturin av, nú Fólkaflokk-
urin hevur boðað frá, at
eldraøki skal flytast til
kommunurnar at umsita
sum skjótast. Hví bygging
av ellisheimi og bygging av
miðnámsskúla skulu knýt-
ast saman, veit eg ikki, men
hesar byggingar hava einki
við hvønn annan at gera og
gruggað alt málið upp aftur
meiri – kanska er hetta júst
ætlanin?
Taparin í stríðnum finnist
ikki í Landsstýrinum, nei
tapararnir eru suðringar
sjálvir og ikki minst ung-
dómurin í Suðuroynni, sum
aftur skal setast í bíðistøðu
eftir nýggjum miðnáms-
skúla. Um verandi ætlan
verður brúkt sum dømi, so
eru tað nú meiri enn 3 ár
síðani arkitektakappingin
um Miðnámsskúlan í Suð-
uroynni við Vatnið í Vági
endaði. Við hesum sum út-
gangspunkti verður ongin
bygging í Hovi tey fyrstu
árini og skúlin neyvan lið-
ugur tey fyrstu 4-5 árini.
Kýli er helst eisini settur
í framtíðar kjakið um
kommunusamanlegging
ella samstarv í oynni, nú
enn ein landsstovnur verður
fluttur úr Vági.
Eftir stendur eisini, at
ætlanin um nýggjan mið-
námsskúla í Suðuroynni
flýtur í óvissu. Ætlanirnar
sum arbeitt hava verið eftir
í 4-5 ár eru steðgaðar, nú
skal byrjast av nýggjum.
Fleiri ára arbeiði eru farin
til spillis og við hesum eis-
ini ein 6-7 mió. kr. Lands-
stýrið hevur ætlanir um at
seta eina nýggja verkætlan í
gongd 6-7 minuttir norðan-
fyri verandi byggibúnað
grundstykki.
Logikkurin fyri at flyta
miðnámsskúlan úr Vági er
sostatt eina og aleina knýtt-
ir at 6-7 minuttum, skil tað
hvør skilja vil.
VIÐMERKINGAR
Hví skal miðnámsskúlin flytast 6-7 minuttir?
Páll Poulsen
Skipanin rekrutterar eitt-
ans vitstolin, tí skipanin
sjálv er uttan vit. Á De-
besartrøð liggur "system
failure" í at tey "røttu"
ikki skilja teirra egna
leiklut á einum metaniv-
eau. Tískil eru hesi ídag
størsta forðingin fyri ein-
ari demokratiskari menn-
ing av tí føroyska sam-
felagnum. Tey eru eisini
ein blokada ímóti andlig-
ari menning, tí tað eru
"vit" sum hoyra til. Tá ið
maktmisbrúkarar koma
upp ímóti nøkrum teir
ikki skilja siga teir bara
okkurt. Men útspillingar-
mekanismurnar fara ong-
antíð útum teirra egna
klikuvesin. Tí teirra sam-
anhangur byggir á óvit.
Fólk sum hava bert
nøkunlunda
gonguvit,
halda seg langt burtur frá
sovorðnum.
Rundkoyringin
Internt í skipanini koma
vit ongantíð á eitt vitanar-
stig, sum kann kallast
gransking, tí sjálvsensur-
ur forðar hesum. Hetta
eru fólk sum siga tað tey
ikki meina og ikki meina
tað tey siga.
Flestu teirra halda eis-
ini at GRANSKING=at
brúka almennar PENG-
AR og einki kemur burt-
urúr. Fremstu vognarnir í
Mentamálaráðnum koyra
tómir, tí teir ikki byggja á
hávitan og tí persónarnir
ikki eru rekrutteraðir í
einari
vitanarskapandi
skipan. Teir sita bara og
gera fortreð.
Hvussu ímyndar man
sær eina skipan. Eitt "sys-
tem" kann best ímyndast
við trafikki. Teir sum
koyra inn í skipanina, t.d.
rundkoyringina teir sum
eru í skipanini og teir
sum eru ávegis úr skipan-
ini.
Um vit hyggja at rund-
koyringunum báðum á
Eystara Ringvegi, sæst
beinanvegin at konstruk-
tørarnir ikki hava hugsað
seg nóg væl um.
Í mun til fólkatalið í
Hoyvíkshaganum eru tær
minst 5 metrar í diametur
ov lítlar og problematikk-
urin hevði verið broyttur
við einari stórari rund-
koyring.
Hyggja vit so at øllum
hesum breyðgranskarun-
um, so eru hesir forðingin
fyri at vit kunnu menna
verulig vísindi í Føroy-
um. Tað eru klikurnar
sum liggja í vegin. Veg-
jaðarin er ov høgur til at
stórir bilar eisini kunnu
koma fram.
System failure!