mikudagur 2. februar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2005
15
Jenis av Rana
Mong eru, sum spyrja hví
Miðflokkurin metir tað
vera skeivt, um Føroyar
gerast limir í ES. " Aðrar
tjóðir ynskja limaskap og
síggja slíkan at vera einastu
bjarging, serliga fíggjar-
liga, so hví ikki vit"? verð-
ur ført fram. Lat meg í
stuttum greina støðu okk-
ara, eina støðu, sum er
vorðin enn greiðari eftir
undirritanina av nýggju ES
grundlógini!
Fyrst av øllum ávarða vit
móti ES vegna manglandi
fólkaræði. Fólkaræði, t.v.s.
demokrati, hevur altíð verið
ein av hornasteinunum,
samfeløg á okkara leiðum
hava verið grundað á, men
so er ikki við ES. Kann
vera at týdningurin av hes-
um ikki hevur verið so av-
gerðandi, tey árini einkultu
limalondini enn ikki høvdu
avreitt stórsta partin av av-
gerðarrætti sínum til sam-
veldið. Men støðan í dag er
at lokalu parlamentini fáa
minni og minni at siga,
meðan ES tekur yvir og fær
størri og størri avgerðarrætt
yvir einstøku limalondun-
um. Tvs. tey demokratiskt
valdu lokalu tingini víkja
fyri tí ódemokratiska og
centralt stýrda ES veldi-
num.
Men álvarligari enn hetta
er tað guðloysi, sum til
fulnar vísti sítt andlit undir
tilevnani av nýggju grund-
lógini. Tóat serliga ka-
tólsku londini stríddust til
tað síðsta fyri at fáa kristnu
sjónarmiðini við í ES
grundlógina, máttu tey
lúta, og vit fingu eina
grundlóg, sum ikki hevði
pláss fyri Gudi. Honum,
sum í síðsta enda hevur alt
vald, og mátt til at varð-
veita, ikki bert Føroyar,
men øll viðurksifti ES land-
anna. Men tey vrakaðu
Hann, og harvið ta hjálp,
sum einans hann megnar at
geva, tá á stendur. Harvið
hava ES lond grava egnu
grøv sína- og vit hava fing-
ið enn eina orsøk til verja
okkum móti innliman í
hendan felagsskap.
Vit
í
Miðflokkinum
síggja tað vera umráðandi,
her heima, og í samskifti
við aðrar tjóðir, aftur og aft-
ur at minna á, at álit okkara
ongantíð má gerast menn-
iskju ella menniskja verk,
verið tað tjóðir ella felags-
skapir. Álit Føroya má vera
Hann, sum aldri fer at
svíkja tann, sum setur álit
sítt á Hann- Skapari Himins
og Jarðar. Hetta førða vit
fram her heima, og á fólka-
tingi, um álit verður víst
okkum til hetta.
Við at tosa og lurta
skapar tú álit. Álit
skapar samstarv.
Samstarv skapar
loysnir.
John Johannessen
Valevni Javnaðarfloksins
til Fólkatingið
Tú vinnur ikki størri sjálv-
stýri við einum høgum tali
av fyrispurningum á Fólka-
tingi. Tú vinnur heldur ikki
størri sjálvstýri við hørðum
røðum og stórum orðum.
Skalt tú vinna góðar
loysnir, má tað gerast við
greiðum málum og góðum
samskifti við tey, sum hava
vald til at finna loysnir
saman við tær. Tú mást tosa
og lurta. Harvið skapar tú
álit og virðing og kanst
sannføra hin partin um, at
tínar loysnir eru góðar.
Eg eri til reiðar at fara á
Fólkating at tosa og lurta.
At skapa eitt gott samskifti
við danskar politikarar. Ikki
bert frá røðarapallinum í
sjálvum fólkatingssalinum.
Men
eisini
á
teimum
mongu skrivstovunum hjá
donsku
tinglimunum
á
teimum longu gangunum á
Christiansborg. Tí tað er
her, at tað veruliga sam-
skiftið fer fram. Tað er her,
at tað ber til at fáa donsku
politikararnar at skilja før-
oysk viðurskifti. Tað er her
sambondini verða knýtt,
alliansurnar verða gjørdar
og loysnirnar verða funnar.
Hetta havi eg sjálvur upp-
livað í mínum tíðarskeiði
sum
fjølmiðlamaður
á
Christiansborg.
Vit hava málini
Javnaðarflokkurin
hevur
tey greiðu málini. Men
javnaðarflokkurin sær ikki
heimin svartan og hvítan.
Hjá okkum er ikki bert tal-
an um ja ella nei, fullveldi
ella samband. Vit byggja
øll mál á eina heild, sum
hevur til endamáls at skapa
eitt samfelag, har tað er
liviligt hjá øllum samfel-
agsbólkum. Eitt væl virk-
andi samhaldsfast samfelag
grundað á eitt sunt og væl
virkandi vinnulív. Tí krevja
okkara politisku mál ofta
eina gjøllari frágreiðing
enn bara ja ja ella nei nei.
Vit vilja hava eina yvir-
tøkulóg, sum flytir allar av-
gerðir um størri sjálvstýri
heim til Føroya. Soleiðis
verður tað Føroya fólk
gjøgnum Føroya Løgting,
sum ger av, hvørji málsøki
skulu yvirtakast og nær tey
skulu yvirtakast. Hendan
yvirtøkulógin ger sjálvstýr-
ismálið til eina reina før-
oyska søk. Tískil verða
gomlu
samanbrestirnir
millum føroyskar og dansk-
ar myndugleikar søga. Fer
nógv at henda við yvirtøk-
um, so er tað tí, at vit í Før-
oyum vilja hava tað so.
Hendir lítið ella onki, so er
tað eisini, tí at føroyingar
sjálvir ynskja tað.
Yvirtøkulógin gevur ikki
møguleika at taka fullveldi.
Tí eftir henni ber ikki til at
yvirtaka
uttanríkis-
og
verjupolitikk, heimarætt,
hægstarætt og pengapoli-
tikk. Hetta eru mál, sum
eru beinleiðis knýtt at
sjálvum fullveldinum. Men
fyri eisini at hava greiðar
linjur fyri einari slíkari av-
gerð, arbeiða vit við einari
stjórnarskipanarlóg, sum
greitt skal lýsa, hvussu før-
oyingar skulu bera okkum
at, um vit einaferð í fram-
tíðini velja at fara úr ríki-
num.
Javnaðarflokkurin
vil
eisini hava størri leiklut í
altjóða heiminum. Hetta
gera vit við at samráðast
við danir um eina lóg, sum
skal
geva
Føroyum
møguleika
sjálvt
at
samráðast við onnur lond
og gera altjóða sáttmálar
við onnur lond.
Tá hesi mál eru loyst í
eini heild, hava vit føroyska
ella kanska rættari yvirtikið
sjálvt sjálvstýrismálið. Tá
er onki at klandrast við
danir um.
Vit hava evnini
Enn er ætlanin ikki komin á
mál. Danir hava enn ikki
verið sinnaðir til at gera
loysnina júst so, sum vit
vitja hava hana. Eg velji at
trúgva, at tað er tí, at okk-
ara fólkatingsumboð í Dan-
mark hava skapt ólag á
samskiftið. Í staðin fyri at
tosa og lurta hevur verið
tosað og rópt. Harvið er
virðingin horvin og sostatt
eisini loysnirnar.
Við Javnaðarflokkinum á
Fólkatingi ber til at fáa
samskiftið aftur í rættlag og
harvið
grundarlag
fyri
loysnum. Við Javnaðar-
flokkinum á Fólkatingi ber
til at fáa semju um sjálv-
stýrismálið og aftur fáa
politikkin at snúgva seg um
gerandisdagin hjá okkum
øllum.
Vit víðka sjónarringin
Tá fer at bera til at lurta eft-
ir føroyskum áhugabólkum
og at tosa teirra søk út í
heim gjøgnum sambondini
á Christiansborg. At lurta
eftir vinnuni og tala søk
hennara. At lurta eftir
mentanarfólkunum og tala
søk teirra út í heim. At lurta
eftir granskingini og tala
hennara søk. At lurta eftir
tær og tala tína søk.
Meginpartin av mínum
arbeiðslívi havi eg arbeitt
við at tosa, lurta og vera
kristiskur. Eg kenni manna-
gongdirnar á Christians-
borg. Eg eri til reiðar við
tínari hjálp at átaka mær
leiklutin at tala okkara fel-
ags søk út í heim og harvið
knýta sambond, skapa sam-
starv og finna loysnir.
Er hetta gott
samskifti?
Høgni Hoydal á Christians-
borg 25. mai 2004
"_.jeg synes ikke at
danske partier kan ignorere
det forhold, at blokstøtten
også er en finansiering af
det, jeg har kaldt en eks-
pansiv partipolitik på Fær-
øerne. Disse penge bruges
jo også af de politiske par-
tier til at købe sig stemmer
for. Og alt det her til sam-
men er med til at skabe et
manglende ansvar og en
ansvarsforflygtigelse
på
Færøerne."
Spurningurin er í hesum
føri, um útsøgnin gevur
donskum politikarum eina
rætta mynd av Føroyum.
Tað lata vit lesaran sjálvan
døma um.
Kelda:
Norðuratlants-
bólkurin
VIÐMERKINGAR
Eg vil tosa og lurta
VAL05
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Sá á internetinum hálvár-
ligu
uppgerðina,
har
Sosialurin í heilsíðugrein
viðger uppmøting ting-
manna á Løgtingi undir
heitinum: "Sverre skulk-
ar mest og Alfred er
duksur". Síðan kemur
yvirlit sum vísir: "So
nógv skulka tey"; her er
undirritaði skuldskrivað-
ur fyri at hava skulka ein
dag.
Hevði eina viðmerking
25. mai 2004 til grein, har
líknandi skriving var í
bløðunum. Tí kann tað
tykjast nyttuleyst at royna
enn einafer at gera vart
við, at uppgerðin fyri
hvussu ofta tingfólkini
hava verið burtur greinar
ikki fráveruna og at talan
ikki altíð er um at skulka.
Umboð Sjálvstýrisflok-
sins er av Løgtinginum
valt í Norðurlandaráðið
og Útnorðurráðið og eig-
ur sjálvsagt í mest møgu-
ligan mun at luttaka á
teimum fundum, ið fyri-
skipaðir vera. Tað er
sjálvsagt
ógjørligt
at
møta í Havn, samstundis
sum tú skal umboða Løg-
tingið uttanlanda. Møgu-
leiki er at søkja um far-
loyvi hvørja fer, men
tingskipan okkara krevur,
at verður søkt um farloyvi
so skal ein verða burtur
frá tingarbeiði í minst 10
dagar.
Undirritaði sendi tí
soljóðandi bræv til for-
manskapin í september.
Sjálvstýrisflokkurin
Saltangará hin 17. sep-
tember 2004.
Formanskapur Løg-
tingsins
Att: Edmund Joensen
Løgtingsformaður.
Undirritaði løgtings-
maður fyri Sjálvstýris-
flokkin, vil hervið heita á
formanskapin
um
at
broyta mannagongd, tá
fráboðanir um uppmøt-
ing løgtingsmanna til
tingfundir
verður
al-
mannakungjørd.
Tað kann ikki vera røtt
mannagongd, at løgtings-
limir, ið møta til fundar
uttanlanda í nevndum,
teir eru valdir í av løg-
tinginum og sostatt ikki
kunnu møta samstundis á
tingfundi, verða skrásett-
ir sum, vóru ikki á fundi.
Hetta hevur alment verið
útlagt í fjølmiðlum sum
"vanlig frávera" (skulk-
ing).
Her átti at verði við-
merkt,
um tinglimurin
umboðaði løgtingið. Tað
sama átti at verið gald-
andi fyri løgtingsfor-
mannin, tá hann umboð-
ar løgtingið uttanlanda.
Virðingarmest
Kári P. Højgaard, løg-
tingsmaður
Havi bert munliga fingið
at vita, at formanskapurin
hevur viðgjørt málið,
men kenni onki til nakra
niðurstøðu.
Havi altíð sett eina æru
í at møta til arbeiðis
hvønn dag. Minnist meg
rætt, tað kann fyrrverandi
arbeiðspláss mítt har eg
starvaðist í 30 ár eisini
váttað, møtti eg altíð til
arbeiðis og hevði í øll
hesi ár 3 sjúkrafráverur.
VAL05
Uppmøting
løgtingsmanna
VAL05
Fólkatingssessurin, ES og Miðflokkurin