mikudagur 2. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 22 - 2. februar 2005
Annita á
Fríðriksmørk
Valevni Tjóðveldisfloksins
Løgmaður veit sjálvandi, at
tað riggar ikki fyri ein løg-
mann ongu støðu at hava á
ríkisrættarliga økinum. So
hann sigur bara aftur og aft-
ur, at støða Javnaðarflok-
sins liggur einastaðni mitt í
millum Tjóðveldisflokkin
og Sambandsflokkin. Slík-
ar klisjé´ir eru týpiskt at
hoyra frá lítlum flokkum,
sum siga seg liggja inni á
miðjuni í politikki. Í okkara
føri er tað, sum at hoyra
Gamla Sjálvstýri, tá ið man
í dag hoyrir løgmann.
Men
klaverið
spælir
sjálvandi ikki so væl, at tú
bara kanst plussa tveir
flokkar saman, - í hesum
føri Tjóðveldisflokkin og
Sambandsflokkin, og so
dividera tað úrslitið við
tvey, fyri síðani at siga at
úrslitið av tí er mín støða.
Tað er tað sama sum at
siga at súrepli pluss bananir
dividera við tvey er lig við
appelsinir. Jamen, tað gev-
ur jú onga meining!
Sama trupulleika hevur
løgmaður, tá ið hann (ella
ein
nevnd
umboðandi
hann) fer til samráðingar
við danir um m.a yvirtøku-
lógina og um uttanríkispol-
itisku
heimildarlógirnar.
Har sigur hann, at tað er
ikki ein spurningur um alt
ella onki, og at okur mugu
finna eina pragmatiska
loysn. Men um løgmaður (-
sa nevnd) fer til samráðing-
ar við tí endamálið at finna
eina pragmatiska loysn, og
onki útspæl hevur við í
skjáttuni, so nýtist einum
ikki drúgvar royndir fyri at
vita, hvør ið er vinnarin av
tí "pragmatisku" loysnini.
Tí er mín áheitan á land-
sins leiðslu um at finna síni
bein í ríkisrættarliga spurn-
inginum! Finnur hann tey,
gerst hann eisini førur fyri
at finna eina pragmatiska
loysn og harvið førir fyri at
fara til gongu móti máli-
num. Tað hevði sømt seg
einum, sum aftur bjóðar
seg fram at tala søk føroy-
inga eisini niðri á Dana-
tingi.
VIÐMERKINGAR
E pluss B dividera við tvey er lig við C
Sambandsflokkurin
tekur altjóðagering-
ina sum eina av-
bjóðing
Alfred Olsen
Valevni á
Sambandslistanum
Altjóðageringin fer sum
ein ylur um allan heimin í
dag, og tí eru fyribrigdi
sum
altjóðasamfelagið
ella
heimssamfelagið
blivin alt meira viðkom-
andi fyri okkum føroy-
ingar.
Sambandsflokkurin
metir, at Føroyar skulu
vera ein partur av altjóða-
geringini og fáa ávirkan á
gongdina og fáa okkara
lut í tí ágóðanum, sum
stendst av globalisering-
ini.
Sambandsflokkurin
tekur tí sjálvandi ikki
undir við teimum aftur-
haldsflokkum her heima,
sum vilja grava seg niður,
hava nokk í sær sjálvum,
og hvørki tora ella vilja
síggja
verðuleikan
í
eyguni.
Sambandsflokkurin er
tí einasti flokkur sum
veruliga vil virka fyri:
• At tey ungu fáa
markleysar útbúgving-
armøguleikar runt um í
heiminum.
• At tey sjúku fáa mark-
leysar viðgerðarmøgu-
leikar her heima og úti.
• At arbeiðsfólk fáa fríða
atgongd til størv runt
um í heiminum.
• At sjófólk okkara ikki
blívur avmarkað til
størv á brúnni, maskin-
rúminum v.m. í ríki-
num og úti í verðini.
• At vinnan fær fríða at-
gongd til rávøruna og
keypsmarknaðin fyri
sína framleiðslu, við
betri
handilsavtalum
við umheimin og økt-
um kvotum.
• At peningastreymurin
hevur fríða atgongd til
íløgur í føroysk virkir á
landi, og at føroyskir
íleggjararar hava fríða
atgongd til íløgur utt-
anlands.
• At styrkja tað persón-
liga frælsi og øktum
møguleikum fyri at fáa
ávirkan, hjá hvørjum
einasta føroyingi, og at
skapa eina vinnu, sum
virkar undir fríðum
marknaðartreytum.
Uttanlands hava vit ávirk-
an, við tað at handilsflot-
in, fiskivinnan og ali-
vinnan hava sett føroy-
ingar sum skipsførarar og
leiðarar, og Sambands-
flokkurin vil virka fyri, at
sama hendir í tænastu-
vinnunum, diplomatinum
og
mentunarlívinum
uttanlands, tí harvið fáa
vit ávirkan innan hesi øk-
ir.
Sambandsflokkurin
virkar fyri, at tann ein-
staki persónurin, tann
einstaka fyritøkan og alt
tað føroyska samfelagið
skal fáa mest møguliga
ávirkan og lut í altjóða-
geringini.
Vel
framtíðina,
vel
menningina, vel trygdina,
vel Sambandsflokkin.
Altjóðagering
VAL05
Annika Olsen
Fólkaflokkurin
Fyri at røkka sjálvræði og
rættindi
føroyinga
er
neyðugt við diplomatisk-
ari umboðan. Fólkaflokk-
urin er einasti diplomat-
iski flokkur, ið kann ogna
føroyingum trygg og góð
rættindi.
VAL05
Diplomati
Bill Justinussen
løgtingsmaður
Tá føroyingar á fyrsta sinni
stigu inn í altjóða fótbólts-
heimin, vóru tað mong,
sum settu seg hart ímóti
hesum, tí vit ikki høvdu ein
livandi møguleika at gera
okkum galdandi. Tey flestu
spáddu føroyingum stórtap,
tí siðvandu fótbóltstjóðir-
nar vóru jú mannaðar við
heimsstjørnum. Tó hoyrdi
eg ongantíð um nakran før-
oying, sum fór at halda við
mótstøðuliðunum, tí føroy-
ingar ongan møguleika
høvdu allíkavæl. Øll, sum
eg veit um, hildu við føroy-
ingum og gera tað framveg-
is, hóast tapini mangan
hava verið í størra lagi.
Ongan kenni eg, sum helt
við øðrum landsliði, "tí vit
føroyingar tapa allíkavæl".
Í politikki er øðrvísi
Í politikki er hugburðurin
øðrvísi og sera løgin. Her
royna størru flokkarnir,
sum fyri Miðflokkin kunnu
metast javnt við mótstøðu-
lið, at greiða veljarunum
frá, at Miðflokkurin ongan
møguleika hevur at fáa
fólkatingsumboðan, og tí
kunnu Miðflokkaveljarar
tað sama halda við mót-
støðuliðinum. Eg fari at
heita á allar Miðflokkavelj-
arar um ikki at lata seg tøla
av hesi tokutalu, tí fyri ein,
sum heldur við Miðflokki-
num, kann tað gera tað
sama, hvør av hinum flokk-
unum fær fólkatingsum-
boð. Teir koma so ikki at
umboða Miðfloksins poli-
tikk, tað hava vit prógv fyri.
Sambandið og
Tjóðveldið tagdu
Tá ein danskur kvinnufel-
agsskapur seinasta heyst
bjóðaði sær at savna pening
inn at hjálpa føroyskum
kvinnum at fíggja fostur-
tøku í Danmark móti før-
oyskari
lóggávu,
heitti
Miðflokkurin alment á Lis-
beth og Høgna um at taka
málið upp á Fólkatingi. Tað
gjørdu tey ikki, og tí havi
eg ikki álit á, at aðrir flokk-
ar megna at umboða sjónar-
mið okkara. Øll tit, sum so
dyggiliga gjørdu Miðflokk-
in til sigursharra á løgtings-
valinum fyri einum ári síð-
ani: Haldið við Miðflokki-
num enn einaferð, tað gev-
ur okkum styrki og stað-
festir okkara støðu í før-
oyskum politikki. Lat hini
um teirra viðurskifti, latið
okkum standa saman!
Føroyar móti Eysturríki í Landskrona
VAL05
Elin Heðinsdóttir
Joensen
fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Hóast tað sjáldan tekur
langa tíð at læra tey smáu at
ganga í takt, so tykist hetta
als ikki at vera eins lætt, tá
talan er um vaksin - og als
ikki, tá talan er um politik-
arar.
Ikki minst hava vit sæð
hetta, tá talan hevur verið
um sjálvstýristilgongdina,
har tað enn ikki er eydnast
nøkrum at fáa øll at ganga í
takt. Heldur vilja øll tví-
halda um sínar »patent-
loysnir«, ið kortini sjáldan
víkja langt frá teimum hjá
hinum.
Javnaðarflokkurin hevur
eina savnandi ætlan, ið er
besta boðið upp á ta nógv
saknaðu semjuna í sjálv-
stýrismálinum,
so
til-
gongdin kann skipast eftir
føroyskum vilja, fult og
heilt!
Amboðið til at fremja
hesa ætlan er yvirtøkulóg-
in, ið sleppur okkum undan
øllum teimum óneyðugu
ósemjunum,
samstundis
sum vit kunnu yvirtaka
málini, so hvørt føroyskur
vilji er til tað. Meira demo-
kratiskt fær tað ikki verið!
Hesin
semjusøkjandi
politikkur fer eisini at
síggjast aftur í góðari før-
oyskari umboðan á fólka-
tingi, um tú gevur Javnað-
arflokkinum møguleikan at
fremja føroysk áhugamál
við einum væl valdum um-
boði. Ein atkvøða fyri lista
C er títt íkast, og afturfyri
verður tín rødd hoyrd á
fólkatingi!
Vit skulu seta ferðina sjálv
VAL05
Lesið
- so eru tit við