Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 23 - 3. februar 2005 Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 verður morgunmøti og samstundis barnaansing. Kl. 11.30 verður samvera við drekkamunni. Kl. 12 verður sunnudagsskúli og kl. 12 verður eisini møti, har Rodmundur í Liða talar. www.hebron.fo Lívdin Í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin á familju- møtinum kl. 10.30 er evnið "Góðir vanar í arbeiði", talari Jákup Jacobsen. Á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 talar Jógvan Zachariassen um evnið "Máttur Guds". Barnaansing er undir báðum møtinum. Sunnudagsskúlin er kl. 12. Drekkamunnur millum møtini. www.livdin.fo Missiónshúsið við Landavegin Hóskvøldið kl. 20.00: Møti. Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu- dagsskúli á Norðrasta Horni. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti v/ Martin Thomsen. Frelsunarherurin Tórsgøta 19 Hóskvøldið kl. 20.00: Heima- forbund fyri allar kvinnur. Sunnudagin kl. 11.00: Møti. Palli Petersen talar. Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu- dagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti, har Ragnar Ludvig talar. Nógvur sangur og vitnis- burður. Øll eru vælkomin. Frá Ebenezer Mikudag kl. 16.45 Sangvenjing yngra barnakórið kl.17.30 AWANA fyri børn í 1. flokki - 4. flokk kl. 20.00 Bønar- og upp- byggingarmøti Hósdag kl. 10.00 Fyrrapartsløta fyri eldri menn í Sloans húsi kl. 17.00 Sangvenjing eldra barnakórið kl. 20.00 Ungdómsmøti Fríggjadag kl. 20.00 Teen-Night Sunnudag kl. 10.00 Breyðbróting. kl. 12.00 Sunnudagsskúli kl. 20.00 Sangmøti í Ítróttarhøllini á Hálsi Yngra kvartettin úr Betesda skipar fyri Øll eru vælkomin Mánadag kl. 17.00 Kvinnur koma saman til bøn í Sloans húsi Øll eru vælkomin Heimasíðan: www.ebenezer.fo Fríkirkjan Oasan Uppi á Brekku 3 Hóskvøldið kl 20.00: Ungdómsmøti, v/ Thomas J. Askham. Sunnudagin kl 11.00: Guðstænasta v/ Jóhan P.Johannesen, evni: lærarar, kl 14.00: Sunnudagsskúli. Mánakvøldið kl 20.00: Felags bønamøti í Filadelfia. Mikumorgun kl 07.00: Bøn. www.oasan.fo Meinigheitshúsið Hósdagin kl. 20.00 Ungdómsmøti v. Reimund Langgaard. Leygardagin kl. 16.30 Bønarløta kvinnur. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnudagsskúli. kl. 18.00 Møti v. Martin Dam, Akapella syngur. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30: Messa í Kerit. Hósdagin 3. febr. kl. 20.00 verður Taizé-kvøld (bønar- stund v/ sálmasangi úr Taizé) í bønarrúminum hjá Francis- canasystrunum, Varðagøta 16. Øll eru vælkomin. Leygardagin kl. 11.30: Messa í Kerit. Sunnudagin kl. 11.00: Há- messa við Torsten Jortzick, prestur í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu- dagsskúli. Heimasíða: www.katolsk.fo KFUM og KFUK í Havn Hóskvøldið 3. febr. kl. 19.30 í KFUK: Andakt og kvøldseta. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17.00: Bøn fyri samkomuni. Fríggjadagin kl. 20.00: Ung- dómsmøti. Vitnisburðar. Ung siga frá, hvat tey hava upplivað saman við Gudi. Leygardagin kl. 17.00: Lands- bøn Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti v/ Ólavi Jacobsen. kl.11.50 sunnudagsskúli og ABC. Evni: "Hjúnabandið" 2., kl. 18.00: Møti v/ Steintór Hjaltalin og Torbjørn Láadal Mánadagin kl. 20.00: Felags- bønarmøti í Filadelfia Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067 www.filadelfia.fo Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Nazaret, Kaldbak John í Skemmuni úr Porkeri og aðrir tala á møtinum fríggjakvøldið og leygar- kvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 17. Ólavur á Váli og onnur luttaka við sangi. Kollafjarðar missiónshús Hóskvøldið kl. 20.00: Alfred Petersen. Menn úr Kollafirði syngja. Fríggjakvøldið kl. 20.00: Møti við Glyvrakórinum. Leygarkvøldið kl. 20.00: Leo Hans Mikkelsen. Sørvágskór- ið syngur. Sunnudagin kl. 14.30: Sunnu- dagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti við Regin Høgne- sen. Miktam syngur. Saron Vestmanna Hóskvøldið 3. febr., verður frítíðararbeiði klokkan 19.00. Sunnudagin verður evangeliskt møti klokkan 18.00. Mánakvøldið opið hús fyri ung klokkan 20.00. Veri hjartaliga vælkomin. Aglow Vágar Møti verður fríggjadagin kl. 9.30 við drama og vitnisburði í Missiónshúsinum Libanon. ,Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar Keldan í Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21.00: Awake við Rúna Rasmussen. Sunnudagin kl. 17.00: Møti v/ Paula Høj. Trio úr Kollafirði syngur. Barnamøti kl. 17.00. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Gøta Ungdómsmøti verður í kirkju- kjallaranum leygarkvøldið kl. 20 við Kajberg Davidsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Lívsins Orð Saltangará Hóskvøldið kl. 18.30 møta Tim5 & Liljur. Sunnudagin kl. 17.00: Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hjúnabandsseminarið verður í viku 6. Møguleiki er fyri at tekna seg til hetta, hesa vikuna á tlf. 448342. Thabor, Fuglafjørður Hóskvøldið 3. febr. kl. 20.00: Møti. talari: Sverri Kass. Sangur: Ungdómskórið Effata av Strondum. KFUM & K Klaksvík Hóskvøldið kl. 20.30 venur gospelkórið "Gleðið". Fríggjakvøldið kl. 22.00: Opið hús. Sunnudagin kl.14.00: Sunnu- dagsskúli. Kl. 17.30 bønar- løta. Kl. 18.00 møti við Óli Marner Christiansen. Kl.21.00 ungdómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin www.kuff Getsemane, Klaksvík Fríggjakvøldið kl.20.30 er ungdómsmøti. Sunnudagin kl.13.30 er sunnudagsskúli og kl.18.00 er møti. Tú ert hjartaliga vælkomin! Missiónshúsið í Skopun Hóskvøldið kl. 20.00 kemur Sjómanskvinnuringurin saman. Leygarkvøldið kl. 20.00: Ungdómsmøti. Sunnudagin Kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Kl. 17.30: Bøn- & lovsangs- løta. Kl. 18.00: Møti. Mánakvøldið kl. 19.00 kemur ungdómurin saman frá 7. fl. og eldri. Missiónsvikan verður í døgunum 17.-20. februar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hjartaliga vælkomin. Betania í Skopun Møtirøðin í Betania við Viggo Wilhelmsen heldur fram fríggjakvøldið kl. 20.00 og leygarkvøldið kl. 20.00. Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti. Sunnudagin kl. 20.00: Kvøldmøti. Hjartaliga vælkomin. Bønhúsið í Øravík Ungdómsløta verður fríggja- kvøldið kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu- dagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti við Jónsvein Bech og Ednu Bech. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møtið. Missiónsvikan byrjar miku- kvøldið 9. febr. við gudstæn- astu kl. 20.00 við Mogens Tilsted Christensen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin í Vági Hósdagin 3. febr. kl. 16.30: Barnakórið v/ Jens og Margrethu venur. Sunnudagin 6. febr. kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bønarmøti. Møti við luttøku av oberstlt. Inger og Einar Høyland úr Noregi verður sunnudagin kl. 18.00. Mánakvøldið 7. febr. kl. 20.00: Møti við oberstlt. Inger og Einar Høyland. Øll eru vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Hósdagin 3. februar kl. 10.00–10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 11-11.45 Enskt talumál, Ásmundur Johannesen kl. 14.00–17.00: Telduprát, Brandur Petersen kl. 14-16 Boccia í kjallar- anum Fríggjadagin 4. februar kl. 10.00–13.00: Matgerð, Anne Grethe Harlou. kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur. Tilm. mánadag tlf. 316491 kl. 15-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Eldrafelagið Nón Vit koma saman til føstulá- vintshald í húsi felagsins mánakvøldið kl. 19.30. Dagtilhaldið Fløvi – í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tlf. 448279. Allir pensionistar eru hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag til fríggjadag kl. 15-18. Hósdagin 3. februar Myndaveving fyri áhugað v/ Rannvu Gøte Fríggjadagin 4. februar Opið Hús Hvønn dag ein góður drekka- muður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Somuleiðis kort og spøl. Tú ert vælkomin at hava títt egna handarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Vága Pensionistafelag Hugnaløta verður 13. febr. kl. 18.00. Undirhald verður. Kostnaður 50 kr. fyri høvnn. Tey, ið hava hug at koma, kunnu tekna seg hjá nevndar- limunum. Tilhaldið Hugnin í Sandoy Tilhaldið Hugnin í Sandoy er opið mánadag og mikudag frá kl. 14 til 17. báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Bløðuni eru eisini til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Føroyahúsið Fríggjakvøldið 11. feb. kl 20.30 hevur Kristnastova møti í Føroyahúsinum. Kristian Guttesen talar. Eisini er á skránni sangur, vitnisburður og góður felagssangur. Ókeypis te/kaffi og køkur. Ver vælkomin. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót- ing. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Ørkin, Reykjavík Møti hvørt sunnukvøld kl. 20.30. Aftaná er kaffi. Evangeliska Røddin, Odense Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Eliaskirkjan. Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Elias- kirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 8 min. at ganga frá Hovedbanegården, 4 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1A, 6A, 14, 15 og 28 steðga nærhendis. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995 ella Albin Johannessen, tlf. 32 88 68 79. E-mail: pr@eliaskirkjan.dk www.eliaskirkjan.dk Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll oman fyri 60 ár eru væl- komin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri bókafundur Mikudag: kl. 20.00–21.00 Stiga- og siðafundur TILTØK Silvurbrúdleyp Mikudagin 9. februar hava Karl og Anna Sofía Vidtfeldt, Sandur, verið gift í 25 ár. Veitslan verður hildin í Ungmannafelagshúsinum Samljóð í Skopun 19. februar kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðar- parið við at koma í veitslu, verða biðin um at siga frá á tlf. 211584, 361584 ella 224946 áðrenn 3. februar 2005. 1. mars hava Emma og Daniel Johan Lisberg, Sumba, silvurbrúdleyp. Í tí sambandi verður væl- komst í Samkomuhúsinum í Sumba 26. februar frá kl. 12.00-18.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 10. februar á tlf. 370782. Brúdleyp Leygardagin 26. februar kl. 10.00 giftast í Rituvíkar kirkju Hanna Olsen, Rituvík og Ásmundur Hansen, Søldarfjørður. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 16.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið, verða biðin um at ringja á tlf. 442036, 254250, 504970 ella 441396, 447774. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 5. mars kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Frida Mellemgaard og Jens Kristian Hansen, Tórshavn. Veitslan verður í B36 húsinum kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið, verða biðin um at siga frá á tlf. 322324, 522324 ella 315609 áðrenn 18. februar. Leygardagin 5. mars 2005 kl. 16.00 giftast í Hvalbiar kirkju, Bettina Cjouanita Tummasardóttir Hentze úr Skopun og Dávur Holm úr Hvalba. Veitslan verður hildin í Roynhøllini í Hvalba,frá kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið á teirra stóra degi, verða vinarliga biðin um at tekna seg á tlf. 260440, ella aftaná kl. 18.30 á tlf. 375036 áðrenn 10. februar 2005.