Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ársins kongafiskur skal finnast leygar- dagin, tá froskmenn fara at sláa tunnu í Havn TUNNUSLÁING tíðindaskriv Leygardagin kl. 14.00 skip- ar Tórshavnar Froskmanna- felag fyri tunnusláing við Bursatanga í Havn. Hetta hevur verið ein afturvend- andi táttur, sum av frosk- monnum kring landið og áskoðarum hevur verið sera væl dámt. Tað er ikki neyðugt at vera limur í Tórshavnar Froskmannafelag fyri at vera við til sjálva tunnuslá- ingina, men øll sum eiga drakt eru vælkomin. Fastur siður Tórshavnar Froskmanna- felag, sum hevur 47 ár á baki, hevur seinastu mongu árini skipa fyri tunnusláing á sjónum. Hendan løtan er vanliga sera skemtilig bæði fyri limirnar og ikki minst fyri teir mongu áskoðarar, sum vanliga leita sær oman á Bursatanga hendan dagin. Børnini eru sjálvandi tey, sum stuttleika sær mest yvir hesar menn og kvinn- ur, sum ikki himprast við at leypa eftir høvdinum av bryggjuni á bláman. Nýggi báturin hjá frosk- mannafelagnum, "NJØRÐ- UR" liggur sjálvandi eisini á Bursatanga henda dagin, og høvið verður hjá luttak- arunum at royna vatnskíð- urnar á vágni. Kongafiskurin Tann, ið slær tunnuna niður verður róptur fyri "Konga- fiskur" og umframt at verða blakaður upp á turt, fær hann sjálvandi eisini eina gávu fyri avrikið. Vanliga verða kattakongar lyftir upp um høvd og bornir í gullstóli, men hetta letur seg sjálvsagt ikki gera á sjónum. Tí endar tunnuslá- ingin hjá Tórshavnar Frosk- mannafelag ofta við einum vinarligum bardaga, hvar kongafiskurin stríðist fyri lívinum fyri at halda høvdi- num omaná vatnskorpuni. 30 Nr. 24 - 4. februar 2005 ER TAÐ NAKAR Ið eigur Final Fantasy IX(9) til playstation bíliga til sølu,so vinarliga sigði mær frá. T-bræv: st2008e5@hotmail.com Tlf: 509282 HEVUR TÚ TRUPULLEIKAR við telduni? So vil eg fegin hjálpa. Ring og hoyr nærri tlf. 273865 GÓÐ FARTELDA Ótrúliga góð fartelda til sølu, 17" widescreen skermur, Pentium 4, 3,2 GHz processari, 512 MB Ram, DVD- brennari, taska, tráleys mús o.a. virði uml. 25.000,- 2 mðr. gomul, til sølu fyri 15.000,- Tlf. 283568 FARTELDA TIL SØLU Toshiba windows XP 2002 intel pentium 4, mobile cpu 1.90GHz, 512 RAM, 40 Gigabyte harddisk, CD brennara, DVD avspælara, Taska, netkort + separat mús fylgja við, 11 mánaðar gomul. Kr. 7.500 sí www.gottkeyp.com, /privatlýsingar Ring tel. 219886 E-post: meinhardt@post.olivant.fo Tónleikur TIL SØLU 1 B&O stereoanlegg v/plátuspælara og kasettubandspælara, 2 hátalarar, mrk. Beogenter 7700, plátur og bond fylgja við, kr. 1.000. Tlf. 315204 TIL SØLU Tveir hátalarar JBI - Lx5. Nýprísur uml. 6.600 kr. Eri at hitta eftir kl. 18.00 Tlf. 267398 TIL SØLU Tveir hátalarar JBI - Lx5. Nýprísur uml. 6.600 kr. Eri at hitta eftir kl. 18.00 Tlf. 267398 GAMALT TRAKKIORGUL Bíliga til sølu. Tlf. 311415 STEEL GUITARI Steel gittari við pedalum og knæbendarum til sølu. Tlf. 75 52 51 EIN SUPER MULTI DVD REWRITER DVD 8x4x2x3x12, CD 24x16x32x til sølu fri 550 kr. Tlf. 260106 PLÁTUSPÆLARI Thorens plátuspælari sera bíliga til sølu. Tlf. 448310 GUITARFORSTERKARI TIL SØLU VOC AC 15 rørforsterkari við Celestion BLUE hátalara kr. 5.000 Tlf. 421419 GUITARI TIL SØLU PRS SE við P-90 mikrifonum (Les Paul model) Tlf. 421419 TIL SØLU Cervin vega subar 800 watt, fyri 10.000 kr. Tlf. 255569 TIL SØLU E-V frontur 600 watt, subar og tobbar, lítið brúkt, til sølu fyri 15.000 kr. Tlf. 255569 KLAVER TIL SØLU Eitt lítið brúkt Wurlitzer klaver til sølu. Tlf. 310404/510404 Út- & Sjónvarp SONY FALT-TV 17'' Sony Widescreen flatskermur til sølu fyri 6.500 kr. Nýprísur 13.- 14.000 kr. 15 mán. garanti. Vakurt design, góð myndagóðska. Rlf. 310174 ella 210174 Ymiskt SONY ERICSSON Z600 Til sølu fyri 1.500 kr. Ring$ Tlf. 281514 ella 280005 HURÐ YNSKIST Hevur nakar eina úthurð, ið gongur høgra inn at selja fyri ein sámuligan prís. tlf. 316714 ella 516714 GONGUTÚRUR Í ÍSLANDI Er tað nakar, ið hevur hug at verða við í gongubólki okkara. 15. juli - 25. juli. ringi Tlf. 314304 ella 211304 TIL PENGESAMLERE Jeg har gamle færøske pengesedler. Bl.a. 20-ere og 10-ere. Hvis de er intereseret, kan du ringe på Tlf. 328027 TIL SØLU Garasjuhurð til sølu. Stødd 250x237. Tlf. 258961 HASSELBLAD 503 EXI MYNDATÓL Við Carl Zeiss linsu planar 2,8/80 og við sonnar 1:4f=150 mm, ljósmátara, Proline B+W filtri vm., góðum stativi og tasku til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 314719 ella 214719 MÁLNINGUR TIL SØLU Málningur eftir William Smith (1977) stødd 80x100cm við heitinum "Ruth systir" verður seldur um nóg høgt boð fæst. Digital mynd kann sendast, ring Tlf. 584342 NIKON TIL SØLU Eitt AF-ED Nikkor 80-200mm 1:2.8D objektiv til sølu. Bert brúkt privat. Prísuppskot: 5.500,- . Vinarliga ringi Tlf. 211231 ATGONGUMERKIR TIL KARDAMUNNUBÝ Er tað nakar, ið kann selja mær 3 atgongumerkir til Kardamummubý. Ring Tlf. 333062 ella 223088 OLJUTANGI Inni oljutangi til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 443203 ella 211203 VINDEYGA TIL SØLU Plastvindeyga 198x145, sum nýtt, bíliga til sølu. Tlf. 441309 TIL SØLU 2 Flymo sláimaskinur bíliga til sølu. Tlf. 210174 ella 310174 EFTIRLÝSING FK-rabatmerkini frá 60- og 70árunum. Er tað nakar sum eigur nøkur av hesum at lata ella selja. Tlf. 321291 INNHURÐAR TIL SØLU 10 innhurðar til sølu. Tlf. 216616 HEY Er tað nakar sum hevur 2 ella 3 atgongumerkir til Fólk og dólgar at selja mær? Ring Tlf. 257983 APEX FERÐASEÐIL 1 Apex ferðaseðil á rutinum hjá Atlantic Aiweays til sølu fyri 2.800 kr. Vanligur prísur 3.100 kr. Ring Tlf. 226418 eftir kl. 15.00 VÁGS PENSIONISTAFELAG Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugsa tær at vita meira um felagið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til formannin: Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlomunum YNSKIST Hvít wc-kumma og hvítt baðikar v/ tilhoyr. Tlf. 210336 TIL SØLU Antik el-seymimaskina Pfaff-minor. Tlf. 316440/253440 TIL SØLU 4 termorútar til sølu. Mát: 197,6 x 173,6 x 2,2 cmPrísur 500,- kr. Tlf. 215698 ÆTLA TIT AT FLYTA TIL DK? Vit fara til Danmarkar við flytigóðsi ca 20. februar. Ring og fá eitt gott tilboð. Vest-Trans tlf. 227050 fax. 317051 Tunnusláing við Bursatanga Á bursatanga verður eingin kattakongur, men ein kongafiskur verður funnin Fyri fyrstu ferð fóru fleiri enn 10.000 fólk um flogvøllin ein jan- uar mánað. Hinvegin er farmanøgdin minkað FERÐAHAGTØL tíðindaskriv Tilsamans 10.069 ferðafólk fóru og komu um Vága Floghavn í januar mánaða í ár. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ferðafólkatal- ið fer upp um 10.000 í jan- uar mánaða. Í januar í fjør var talið 9. 279. Talan er so- statt um ein vøkstur í ár uppá 8,5%. Vøksturin er serliga á Danmarkar far- leiðunum, meðaníslands- og Bretlands farleiðirnar framvegis hava afturgongd. Operatiónirnar, tvs. frá- ferðir og komur, eru í janu- ar merktar av eini minking uppá íalt 9,3%. Tær fóru frá 366 niður á 332 í januar í ár. Sambært uppgerðum frá flutningsfelagnum er nøgd- in av farmi og posti loftveg- is minkað munandi í januar í ár. Flogposturin er mink- aður 34,3% til 32,1 tons og flogfarmurin annars heili 39,0% til 20,9 tons. Stórur vøkstur á Flogvøllinum Várframsýningin, sum nú verður at síggja sekstanda árið á rað verður í døgun- um 4. til 28. mars FRAMSÝNING tíðindaskriv frá føroysk myndlistafólk Ikki kann sigast annað, at listarliga støðið er nógv hækkað síðani 1990. Tað er ein eggjan fyri tey sum vilja meira og fleiri eru tey, sum eru farin út um landoddarnar at søkja sær listarligan kunnleika á sera høgum støði. At land okkara er lítið, eigur ikki at verða ein und- anførsla fyri, at vit listar- liga ikki skuldu verið líka væl fyri sum tjóðirnar rundan um okkum. Eisini er Várframsýning- in karmur um nýskapandi tónleik og á hvørjum árið hevur verið frumframførsla av einum tónleikaverki gjørt í hesum sambandi. So tónleikurin fær eisini rúmar ræsur. Tann 16 várframsýningin er heldur einki undantak, tí í samband við fernisering- ina spælir Aldubáran brot úr Várkonsertini. Á Várkonsertini sum verður leygardagin 05.mars kl.19.00 spælir Aldubáran verk eftir Trónd Bogason, Kristian Blak, Kára Bæk, Sunleif Rasmussen og Atla Petersen. Fleiri av verkun- um eru frumframførslur. Í 2004 royndu vit á fyrsta sinni at lata Várframsýn- ingina upp ein fríggjadag, hetta vísti seg at rigga væl, tí var semja um at royna hetta enn eina ferð. Várframsýningin letur tí upp fríggjadagin 04. mars og er opin til mánadagin, 2. Páskadag 28. mars. Eftir eina baldruta tíð fyri Føroysk Myndlistafólk, verður alt stríð lagt aftur- um, árar lagdar í sjógv og við treysti hugt fram eftir. Vit ynskja at standa sam- an og tað kanst tú eisini gera saman við okkum, við at senda verk inn til Vár- framsýningina og vísa Før- oya fólki eina tað bestu Várframsýning nakrantíð. Várframsýningin er ein sensurera framsýning, har møguleiki er hjá øllum at lata verk inn. Ein trý- mannanevnd tekur so dagar ímillum og velur tað besta burturúr. Seinasta freist at lata verk inn er sunnudagin 20.februar. Tilmeldingar- blað fæst við at venda sær til Listasavn Føroya tlf. 313579. 16. Várframsýningin