leygardagur 5. februar 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 25 - 5. februar 2005
Maskinverk-
frøðingur
søkist
til
Elfelagið SEV
Eitt starv sum maskinverkfrøðingur á Fram-
leiðsludeildini hjá SEV er leyst at søkja til setan frá
uml. mars – apríl 2005.
Starvið:
Framleiðsludeildin hevur um hendur øll fram-
leiðsluverkini hjá SEV.
Hesi umfata í løtuni diesel-, vatn- og vindorku-
verk.
Framleiðslan hjá SEV var í fjør hendan:
Dieselorka
147.026 MWh
Vatnorka
94.387
-
Vindorka
567
-
Mesta lastin var í fjør 41 MW í meginøkinum og
4,9 MW í Suðuroy.
Framleiðsludeildin hevur yvirskipaða ábyrgd fyri
og eftirlit við rakstri av framleiðslueindunum.
Ætlanin er, at tann, ið settur verður, skal kunna
luttaka í øllum uppgávunum hjá deildini, eisini
nýgerð av framleiðsluverkum.
Starvsstaðið er skrivstovan hjá SEV í Tórshavn,
men við tað, at framleiðslueindirnar eru spjaddar
um alt landið, skal roknast við nakað av ferðing í
arbeiðsørindum,m.a.til Suðuroyar og til útoyggj-
ar.
Førleikakrøv:
Kravt verður, at viðkomandi hevur í minsta lagi
prógv sum maskinverkfrøðingur á sama støði
sum teknikumverkfrøðingar frá donskum læru-
stovnum.
Arbeiðsroyndir á verkfrøðingastøði – serstakliga
innan dieselmotorar - geva fyrimun.
Lønin:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Verkfrøðingafelag.
Afturat skalalønini verður veitt ein viðbót, sum
m.a. verður ásett eftir kvalifikatiónum og starvs-
royndum.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Bjarka Hermansen, deildarstjóra á
tlf. 346800.
Umsóknarfreist v.m.
Umsóknir skulu saman við avriti av prógvum og
møguligum ummælum sendast til Elfelagið SEV,
Box 319,110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi
í seinasta lagi tann 28. februar 2005.
Tórshavn,tann 3.februar 2005.
Elfelagið SEV
Maskinmeistari
søkist
til
Elfelagið SEV
Eitt starv sum maskinmeistari á Sundsverkinum,
er leyst at søkja til setan frá umleið mars/apríl
2005.
Starvið er leyst í samband við eitt farloyvi, og
verður setanin tí avmarkað at galda til 1. oktober
2006.
Starvið:
Sundsverkið hevur 5 dieselmotrar upp á tilsam-
ans 46,7 MW. Brennievnið er tungolja.
Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald
av Sundsverkinum,bæði sum dagarbeiði og sum
vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Uttan fyri vanliga arbeiðstíð eru altíð tveir
maskinmeistarar á vakt á Sundsverkinum, ein
vaktmeistari og ein 2. maður á vakt. Lýsta starvið
umfatar luttøku í vaktini sum 2. maður á vakt.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar við fullari maskinmeistaraútbúgving,
t.v.s. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára
maskinmeistaraskúlaprógv hava fyrimun, men er
full maskinmeistaraútbúgving tó ikki ein treyt.
Lønin:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og
Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir útbúgving og starvsaldri
frammanundan.
Fyri
umsøkjarar
við
fullari
maskinmeistarútbúgving er lønin sambært 4.
lønarflokk
Byrjunar- og endalønin í 4. lønarflokki er í løtuni
netto ávikavist kr. 22.106,48 og kr. 23.798,31 um
mánaðin. Harafturat verður goldið í eftirlønar-
gjaldi tilsamans ávikavist kr. 2.763,31 og kr.
2.974,79 um mánaðin.
Umframt nevndu løn kann roknast við vaktar-
gjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Umsóknir:
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu-
ligum ummælum verða send Elfelagnum SEV,
Postrúm 319, FO-110
Tórshavn og skulu vera
SEV í hendi í seinasta lagi tann 28. februar 2005.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til Jákup Sørensen, verksmeistara á Sunds-
verkinum ella til Bjarka Hermansen, deildarstjóra
á Maskindeildini, báðir á telefon nr. 346800.
Tórshavn,tann 3.februar 2005.
Elfelagið SEV
Aðalfundur
Ársaðalfundur Starvsmannafelagsins verður
leygardagin 26. februar 2004 kl. 13.00 í Út-
varpshøllini.
Skrá:
1. Frásøgn formansins frá
a) farna ári og
b) virki felagsins framyvir - herundir
komandi sáttmálasamráðingar.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapum til
góðkenningar.
3. Lógarbroytingar
4. Møgulig uppskot frá limum og nevnd.
5. Ásetan av limagjøldum.
6. Val av nevndarlimum og tveimum tiltaks-
limum.
7. Val av roknskapargrannskoðara og tiltakslimi.
8. Ymiskt.
Limir sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðal-
fundinum og møgulig lógaruppskot, mugu
senda nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin
19. februar 2005.
STARVSMANNAFELAGIÐ
Aðalfundur
Ársaðalfundur í Eftirlønargrunni Starvsmanna-
felagsins verður hóskvøldið 24. februar 2005,
kl. 19.00 í hølum Starvsmannafelagsins, J.H.
Schrøtersgøta 9.
Skrá:
1. Frásøgn um virki grunnsins í farna
roknskaparári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársrokniskapi til
góðkenningar.
3. Viðtøkubroytingar.
4.
Val av nevndarlimum.
5. Ymiskt.
Limir sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðal-
fundinum og møgulig lógaruppskot, mugu
senda nevndini hesi í seinasta lagi hósdagin 17.
februar 2005.
Nevndin
Upp- og
afturlatingartíðir
Telefon- og avgreiðslutíðin er frá 9.00 til 13.00,
hósdag frá kl. 9.00 til 13 og 16.00 til 18.00.
Blíðar heilsur
Havnar Sjúkrakassi