sunnudagur 6. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 26 - 8. februar 2005
Bara
tunnur
bukaðar
um
vikuskiftið
Føstulávintsviku-
skiftið hevur verið
sera friðaligt kring
lndið, hóast nógv
fólk hevur verið
úti, siga politistøð-
irnar frá
POLITITÍÐINDI
Føroyingar eru sum
heild friðaligt fólkaslag.
Og
føstulávintsviku-
skiftið var einki undan-
tak soleiðis. Fólk voru í
býnum og hugnaðu sær,
og tey høvdu tað gott og
friðaligt, verður sagt frá
løgregluni av størru
støðunum.
Tað stóra tiltakið um
vikuskiftið var Prix Før-
oyar umfarið í Fugla-
firði. Har var heilt nógv
fólk, verður sagt av
politistøðini í Runavík.
Men tað gekk alt friða-
liga fyri seg, hóast onk-
ur smávegis ósemja var
í rúgvuni. Onkur varð
tikin fyri at koyra fullur,
sigur
vakthavandi
í
Runavík.
Løgreglan í Runavík
letur væl at hesum, at
fólk í stóran mun eru
farin at brúka bussar í
samband við størri til-
tøk sum eitt nú Prix
Føroyar. Umframt at tað
ger ferðsluna væl trygg-
ari, ger tað eisini, at fólk
spjaðast skjótari, eftir at
tiltøkini eru liðug, og
harvið minkar eisini
vandin fyri slagmálum.
Eins og í Runavík letur
politistøðin í Havn sera
væl at vikuskiftinum.
Ein bilførari varð tikin
fyri rúsdrekkakoyring
fíggjakvøldið, og onkur
hendinga ósemja var
uttan fyri onkran av
klubbunum um viku-
skiftið. Annars var einki
at tosa um, sigur vakt-
havandi í Havn við
Sosialin.
Úr Klaksvík verður
sagt, at heilt nógv fólk
var í býnum, og tað
gekk eisini heilt friða-
liga fyri seg.
Tó hevur innbrot verið
umborð á einum báti um
vikuskiftið, har med-
isinkistan er brotin upp,
og morfintablettir stoln-
ar. Hetta er hent nakrar
ferðir í seinastuni, sigur
vakthavandi á politi-
støðini í Klaksvík.
Vandi fyri verkfalli í fiskiflotanum
Fekst eingin semja
um nýggjan sáttmála
fyri midnátt í gjár-
kvøldið, liggur fiski-
flotin so hvørt, sum
skipini koma inn. Eitt
møguligt verkfall fer
at raka tey fiskiskip,
ið hava skiparar og
stýrimenn, sum
mynstra eftir sátt-
mála millum Føroya
Skipara-og Naviga-
tørfelag og Føroya
Reiðarafelag
FISKIFLOTIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta mikukvøld vrak-
aðu bæði Føroya Skipara-
og Navigatørfelag og Før-
oya
Reiðarafelag,
sum
samráðast um nýggjan sátt-
mála, semingsuppskotið,
sum
semingsstovnurin
legði fyri partarnar.
– Vit eru nú farnir til hús
og fara ikki sjálvbodnir at
kalla partarnar saman aftur
til nýggjan fund. Fáa vit
eina áheitan um at kalla
partarnar saman aftur, gera
vit tað.
So greið vóru boðini hjá
Terja Sigurðssyni, semings-
manni, tá ið partarnir skilt-
ust seinasta mikukvøld.
Hann ásannaði, at bæði
feløgini stóðu so fast við
síni krøv, at nyttuleyst var
at halda fram.
– Tá ið hetta er støðan, er
ikki nógv, sum vit kunnu
gera, segði semingsmað-
urin.
Tímin nærkast
Fekst eingin semja um
nýggjan sáttmála fyri mid-
nátt í gjárkvøldið, liggur
fiskiflotin so hvørt, sum
skipini koma inn.
Eitt møguligt verkfall fer
at raka tey fiskiskip, ið
hava skiparar og stýrimenn,
sum mynstra eftir sáttmála
millum Føroya Skipara-og
Navigatørfelag og Føroya
Reiðarafelag.
Hinvegin
verða strandfaraskipini og
farmaskipini ikki rakt av
verkfalli í hesum umfari.
Formaðurin í FSN, Ell-
intur Abrahamsen, segði
seg vænta, tá ið partarnir
fóru hvør til sítt miku-
kvøldið, at ein nýggj
semingsroynd fór at verða
gjørd í gjár. Men skuldi ein
nýggj roynd gerast í gjár,
áðrenn tíðin rann út á
midnátt, noyddust partarnir
í sáttmálatrætuni at taka
stig til at kalla semings-
stovnin til fundar.
Sosialurin royndi fyrra-
partin í gjár at fáa orð á
formannin í Føroya Skip-
ara-og Navigatørfelag, men
felagið hevði nevndarfund,
og tí læt hetta seg ikki gera,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Vit fingu tó fatur á for-
manninum í Føroya Reið-
arafelag, Jákupi Sólstein,
sum eisini var staddur í
Havnini, har felagið hevði
fundarvirksemi, nú tíðin
var um at renna út.
Einki samband
– Nei, her er fyri so vítt
einki í gongd í løtuni, og
eingin avtala er gjørd um
nýggjan fund, hvørki við
FSN, ei heldur saman við
semingsstovninum.
Jákup Sólstein segði seg
ikki duga at meta um, hvørt
partarnir fóru at tosa
samanaftur í gjár, og hann
hevði einki boð uppá, um
hann væntaði nakra semju,
áðrenn tíðin rann út á
midnátt.
Bæði Ellintur Abraham-
sen og Jákup Sólstein hava
ásannað, at langt er millum
partarnar, og tí var ógjørligt
fyrrapartin í gjár at meta
um útlitini fyri semju,
soleiðis at eitt møguligt
verkfall kundi umgangast.
– Einasta, sum vit hava
hoyrt frá FSN seinastu dag-
arnar, er, at felagið hevur
givið okkum nakrar konse-
kvensútrokningar í sam-
bandi við ynski okkara um
ætlaðu luttøkuna hjá limum
FSN’s í øktum oljuút-
reiðslum.
Jákup sigur, at í sátt-
málanum millum Føroya
Reiðarafelag og Føroya
Fiskimannafelag, sum varð
undirskrivaður fyrr í ár, er
eitt sonevnt protokollat,
sum sigur, at verða mun-
andi hækkingar í oljuút-
reiðslunum, skulu feløgini
samráðst
um
møguligt
býtið av hesum útreiðslum.
– Vit halda, at yvirmenn-
inir hava betur ráð at taka
lut í hesum útreiðslum enn
vanligi dekkarin, og tí
ynskja vit eisini eina greiða
avtalu um hesi viðurskifti
við FSN.
Sum heild, skilst á for-
manninum í Føroya Reið-
arafelag, at felagið ikki er
nøgt við, at nýggi sáttmálin
millum FR og FSN verður
útreiðsluneutralur, tí hann
heldur, at limirnir í FSN
hava ráð at bera eitt sindur
meira, enn maðurin á dekk-
inum hevur.
Einki boð…
Jákup Sólstein segði seg
fyrrapartin í gjár ikki duga
at spáa um, hvørt feløgini
framvegis fara at standa við
ongum sáttmála á midnátt,
soleiðis at verkfall verður í
fiskiflotanum.
– Nevndin í FSN er treisk
at samráðast við, og tað
tykist tungt at vinna undir
land. Men vit noyðast eisini
at vera treiskir, soleiðis
sum gongdin í stórum parti
av fiskiflotanum er.
Formaðurin í Føroya
Reiðarafelag heldur, at tað
hevði verið nógv betur fyri
samráðingarnar, um mann-
ingarfeløgini samráddust
undir einum.
– Tað er næstan vónleyst
at náa semju, tá ið neyðugt
er at samráðst við fleiri
partar um sáttmálan.
Jákup
Sólstein
helt
fyrrapartin í gjár, at nógv
skal bloytast millum fel-
øgini, um tað skuldi eydn-
ast at finna fram til semju
fyri midnátt í gjárkvøldið.
Sosialurin royndi eisini
at fáa fatur á semings-
manninum, Terja Sigurðs-
son, fyrrapartin í gjár, men
tað eydnaðist okkum tíverri
ikki.
Sendistova Føroya í
London hevur sum
partur av sínum virk-
semi skrivað eina frá-
greiðing um útflutn-
ingin av óvirkaðum
fiski úr Føroyum til
Stóra Bretlands. Frá-
greiðingin, sum eisini
roynir at svara nøkr-
um spurningum, verð-
ur løgd fram á al-
mennum fundi á
Hotel Hafnia hósdagin
FRÁGREIÐING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv orðaskifti hevur sein-
astu árini verið um lutfals-
liga stóra vøksturin í útf-
lutningi av óvirkaðum toski
og hýsu úr Føroyum til
Stóra Bretlands.
John Rajani, sum er før-
oyskur sendimaður í Lond-
on, sigur, at ymiskar áskoð-
anir eru um, hvør orsøkin
er til hesa gongd, og hvørt
hetta fyribrigdi er ein trup-
ulleiki ella ikki.
– Sjónarmiðini eru ofta
litaði av teimum áhugamál-
um, sum viðmerkjarin um-
boðar, og greitt er, at fiski-
maðurin,
virkiseigarin,
verkafólk og politikarar
ikki altíð hava somu áhuga-
mál.
John sigur, at sum partur
av
virkseminum
hevur
Sendistova Føroya í Lond-
on fylgt gongdini í fiski-
vinnuni í Stóra Bretlandi
seinastu árini, og í hesum
sambandi er nú ein frá-
greiðing skrivað
– Frágreiðingin lýsir før-
oyska útflutningsmynstrið,
bæði hagtalsliga og við at-
liti til marknaðin. Ein við-
gerð er av føroysku kapp-
ingarstøðuni,
og
mett
verður um framtíðarútlit.
Hann heldur, at sum
støðan er í løtuni, eru út-
litini ikki serliga bjørt, og tí
verður
í
frágreiðingini
spurt, hvørji ráð eru til at
taka?
– Frágreiðingin roynir at
svara hesum spurningi og
setir fram eina hugsjón,
hvussu føroysk fiskivinna
kann gerast betri kapping-
arfør. Ymisk viðurskifti
verða lýst, sum eru ein fyri-
treyt fyri, at henda hugsjón
kann gerast veruleiki, sigur
John Rajani, sendimaður.
Frágreiðingin
verður
løgd fram á almennum
fundi á Hotel Hafnia, hós-
dagin 10. februar klokkan
15.30.
Eftir framløguna verður
høvið hjá fundarluttakarun-
um at seta spurningar.
Óvirkaður fiskur:
Ein lýsing av útflutningsmynstrinum
Hava vit semju ella verkfall í dag. Tað var ikki greitt, tá ið Sosialurin fór til prentingar í gjár. Myndin er tikin í Saltangará
fríggjamorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen