sunnudagur 6. februar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Knút Háberg Eystur-
stein hevur fær sera
gott skoðsmál í
danska tíðarritinum,
Geiger
UMMÆLI
Geiger er tónleikablað/
heimasíða, ið leggur ser-
ligan dent á alternativan og
elektroniskan tónleik. Fyri
suttum síðani fekk Havs-
glóð eisini gott ummæli í
Gaffa, størsta danska tón-
leikablaðnum.
Ummælarin í Geiger
leggur fyri við at nevna
Havsglóð hjá Knút sum
hina nýggjasta útgávuna í
røðini av sera spennandi
føroyskum útgávum sein-
astu árini so sum Click-
haze, Eivør og Høgni Lis-
berg, sum jú eisini hava
fingið frálík ummæli m.a. í
Geiger. Hetta vísur enn
einaferð á tann stóra týdn-
ing og ávirkan Tónleika-
samtakið GRÓT og um-
hvørvið kring felagið hevur
havt á progressiva partin av
føroyskum
tónleikalívi
seinastu árini, ikki bara í
Føroyum, men eisini í
øðrum Norðurlondum.
Um fløguna "Havsglóð"
sigur Geiger millum annað,
at hon er ein áhugaverd
samanseting av tí stóra og
atmosferiska norðuratlant-
iska tónleikastílinum, ið vit
m.a kenna frá íslendsku
Sigur Rós, og einum meira
jørðbundnum og siðbund-
num singer/ songwriter
stíli. Ein samanseting sum,
hóast hon er nærmast
skizofren til tíðir, er full av
poesi og vakur-leika. Eisini
verður sakt at Knút er
sannur yrkjari, serliga í
teim føroysku tekstunum,
har hann ber fram sangirnar
um tey stóru og álvarsligu
evnini, deyðan, lívið og
frelsuna, við góðum handa-
lagið og inniligari og vakr-
ari rødd.
Ummælarin, Steffen B.
Pedersen, endar við at siga,
at tey nógvu ymisku hug-
skotini á fløguni eru við til
at skapa eina frískliga og
fjølbroytta heild; "...ikke
blot gør det, at pladen kom-
mer omkring så mange for-
skellige idéer, at man
virkelig får nogle forskell-
ige sider af Eystursteins
store talent at se – det
skaber, midt i skizofrenien,
også en forfriskende af-
veksling på en plade, der
ellers så nemt kunne være
blevet en gang statisk tris-
tesse. Netop derfor – og
fordi man får ni stærke
sange, der bærer hjertet
uden på tøjet – bør man
stifte bekendtskab med
denne virkelig interessante
færøske sangskriver".
Í næstum verður ein sam-
røða við Knút inni á heima-
síðuni hjá Geiger og hann
er eisini boðin at vera
gestaummælari á síðuni.
Hetta er sjálvsagt eitt stig
rætta vegin fyri Knút sum í
løtuni arbeiðir við promot-
ion uttanlanda, m.a við at
fáa umrøðu í fjølmiðlunum
í grannalondunum og aðra-
staðni við.
Alt ummælið úr Geiger
kann lesast á
http://www.geiger.dk/anme
ldelser/anmeldelse.php?id=
1514
28
Nr. 26 - 8. februar 2005
Knút verður róstur
Knút Háberg Eysturstein
andrias petersen
veitst tú ikki tað?