sunnudagur 6. februar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 26 - 8. februar 2005
Vørubilur á sjógv
í Nólsoy
Eingin mansskaði
hendi, tá ið ein vøru-
bilur herfyri fór á
sjógv í Nólsoy
ÓHAPP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er tíbetur ikki vanligt,
at ferðsluóhapp henda á
útoyggjunum kring landið.
Bilarnir eru fáir, og vegirnir
smáir. Vanligastu akførini
eru traktorar, og er handils-
maður í bygdini, hevur
hann kanska ein lítlan
vøruvogn til flutning niðan
av bryggjuni – og oman-
aftur við tómum fløskum.
Í Nólsoy eru tveir mat-
vøruhandlar og kaffistova.
Tí verður nakað av koyring
aftur og fram, tá ið frakt-
dagur er við Rytuni.
Arbeitt hevur eisini verið
við at bøta um og útbyggja
havnalagið. Grótarmurin
vestureftir er longdur, og nú
verður nýggjur grótarmur
lagdur út úr Kirkjutang-
anum.
Tað er RTS, Runavíkar
Transportservice,
sum
stendur fyri hesum arbeiði,
og meðan arbeitt hevur ver-
ið, hava tungir bilar koyrt
oman úr Skálanum við
gróti.
Bilur á sjógv
Ein dagin herfyri fór ein
vøruvognur hjá RTS á
sjógvin, men tíbetur stóðst
eingin fólkaskaði av óhapp-
inum.
Sum skilst, var hetta eitt
hendiligt óhapp, har bilfør-
arin helst hevði gloymt at
hálað í hondbrremsuna,
áðrenn farið varð út úr
bilinum.
Vørubilurin fór út av
bryggjukantinum
beint
frammanfyri
bátin
hjá
Høgna Niclasen.
Sum skilst, eydnaðist tað
RTS at fáa bilin uppaftur í
øllum góðum.
Hesin vørubilurin hjá RTS fór út av bryggjukantinum í
Nólsoy herfyri
Mynd: Bjarni
TÍÐINDASKRIV
Undir heitinum "Kristus
frelsir til fulnar" verður ein
evangelisk fundarøð í Siloa
í Fuglafirði frá mikudegn-
um 9. til sunnudagin 13.
febr. Tað er Svenning av
Lofti, sum fer at hava hesa
fundarøðina, og í tí sam-
bandi er innbjóðing borin í
hvørt hús í Fuglafirði. Í
innbjóðingini hevur Svenn-
ing eina persónliga heilsan
til fuglfirðingar, har hann
m.a. sigur:
"Tá ið eg vaks upp norð-
uri á Eiði í 1940-50-unum,
var eg nógv áhugaður í fót-
bólti. Tað var ein serstakur
hátíðarfarri yvir bygdini, tá
ið fuglfirðingar komu at
spæla móti EB. Sum 14 ára
gamal varð eg biðin um at
vera málmaður hjá eiðis-
monnum, tí teir skuldu til
Fuglafjarðar at spæla fót-
bólt. Men mamma helt meg
vera ov ungan - so eg fór
ongan veg ta ferðina - men
havi verið ofta síðani.
Og nú eri eg aftur! Hesu-
ferð við einum boðskapi, ið
ikki einans hevur týdning
fyri hetta lívið, men eisini
fyri ævinleikan. Ítrótturin
er nyttuligur fyri hetta lív-
ið, men Bíblian sigur, at
"gudsóttin er nyttuligur til
alt og hevur lyfti, bæði fyri
hetta lívið og fyri hitt, ið
kemur."
Eg eri útbúgvin prentari.
Men síðani eg var 32 ára
gamal havi eg burturav
virkað sum evangelistur og
prædikað gleðiboðini um
Jesus Kristus. Serstaka væl
hóvar mær at hava slíkar
fundarøðir, sum hesa í
Fuglafirði 9-13 februar, har
eg fleiri kvøld á rað kann
bera fram boðskapin um
Jesus og kunna leiða menn-
iskju til hann, ið eina kann
frelsa."
Fyrsta møtið verður, sum
sagt,
mikukvøldið
kl.
19.30, har Svenning fer at
tala um evnið: "Tín leiklut-
ur í verki Guds er sera
týdningarmikil".
Síðani
verða møtini hóskvøldið,
fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið kl. 20 og sunnu-
kvøldið kl. 18.
Á fundunum fara ym-
iskar sangkreftir at luttaka,
m.a. Kvinnukór av Toftum,
Finnur Hansen v/familju,
Sangbólkurin Salt og sang-
kórið í Siloa.
Barnamøtir verða eisini -
mikudag til leygardag kl.
17. Har verður nógvur
sangur, søgur o.a.
Í innbjóðingini, sum er
borin í húsini, heilsar
Svenning fuglfirðingum at
enda soleiðis: "Tað er mær
ein framíhjárættur at bjóða
tær hjartaliga vælkomnum
til hesi møti og tað hevði
glett meg nógv at síggja
teg!"
Evangelisk fundarøð
í Fuglafirði