sunnudagur 6. februar 2005síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 26 - 8. februar 2005
Pedagogur
til Sambýlið á Líknagøtu
Innan Heimarøktina og Serforsorgina, og stovn-
um undir tí við fyribilstænastu á Sambýlinum á
Líknagøtu 1 í Saltangará, er eitt pedagog starv
leyst til setan 1. mars 2005 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt tænastumannastarv. Løn- og
setunartreytir verða eftir sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag,lønar-
stigini 24-33 eftir lønartalvu frá 01.10.04.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeitt verð-
ur í skiftandi vaktum, tvs. tað eru dag, kvøld og
náttarvaktir. Eisini verður arbeitt í vikuskiftum og
á serstøkum halgidøgum
Á Sambýlinum á Líknagøtu búgva 3. ungir menn
við autismu. Arbeiðið fevnir um at skipa
gerandisdagin og frítíðina saman við teimum og
verandi starvsfólkum. Tað krevur m.a., at tú er
førur fyri at gera kropsligt arbeiði, ganga túrar,
svimja, gera fimleik o.s.fr.
Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið og Bústovnin
á Rúnarvegi 3 & 6 í Runavík, ið eru undir somu
leiðslu sum Sambýlið á Líknagøtu 1.Tí kann tann
setti eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um
tørvur gerst á hesum.
Bert umsøkjara, sum hava lokið eina námsfrøði-
liga útbúgving verða settir í starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf.226121 ella á tlf.211478.Umsóknar-
freistin er mánadagin tann 14. februar 2005 og
skulu umsóknirnar sendast til:
Bústovnurin á Rúnarvegi
ATT.: Leiðarin
Rúnarvegur 6
FO-620 Runavík
Mentamálaráðið
Stuðul til
yrkisleiklist
Sambært løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um
Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m., og kunn-
gerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist
v.m. verður við hesum kunnað um, at møguleiki er
at søkja um stuðul til yrkisleiklist.
Umsóknarblað er at finna á heimasíðu Mentamála-
ráðsins: www.mmr.fo undir »Mentan« – »Oyðu-
bløð«. Freistin at søkja er 15. mars 2005.
Viðv. treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst
til nevndu lóg og kunngerð.
Umsóknir skulu stílast:
Mentamálaráðið
Postmsmoga 3279
110 Tórshavn
Grunnur
Onnu Djurhuus
til áminnis um
Sverra Fon
Úr grunninum er studningur at søkja til útgávu av
bók ella bókum, ið hava bókmentaligt virði.
Stuðul verður ikki veittur til bøkur, ið longu eru
útkomnar.
Umsóknir skulu vera Fróðskaparsetri Føroya í hendi
í seinasta lagi 1. apríl 2005. Nærri upplýsingar og
umsóknarblað eru at fáa hjá Setursskrivstovuni.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabosgøta 14,
Tlf. 35 25 00
Mentamálaráðið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Sjálvlesandi
Innskriving til students-/HF-próvtøku
Sjálvlesandi, her í millum umgangarar, ið á sumri
2005 ætla sær til students- ella HF-próvtøku, skulu í
seinasta lagi 25. februar 2005 innskriva seg til
próvtøku við tann skúlan/tað skeiðið, har tey ætla
sær til próvtøku. Innskrivingarblað at fylla út fæst
frá studentaskúlunum og HF-skeiðunum.
Sjálvlesandi skulu rinda 300 kr. fyri hvørja læru-
grein, tey innskriva seg til próvtøku í.
Tá ið tann sjálvlesandi hevur verið til próvtøku í
tí/teimum lærugrein/um, hann/hon hevur innskriv-
að seg til próvtøku í,fær hann/hon pengarnar aftur.
7. februar 2005
Mentamálaráðið
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Javnaðarcafé
Valdagin verður Javnaðarcafé í Losjuni í Havn.
Opið verður frá kl. 9.00-20.00.
Morgunmatur verður frá kl. 9.00.
Valevnini verða at hitta.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tey, ið ynskja bil á valstaðið kunnu ringja á telefon
* 50 98 51
* 50 98 52
Gott Javnaðarval!
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Mentamálaráðið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Sjálvlesandi
Innskriving til próvtøku í ymsum
miðnámsútbúgvingum
Sjálvlesandi, her í millum umgangarar, ið á sumri
2005 ætla sær til FHS-, SIF-, HH-, HT- ella HIF-
próvtøku, skulu í seinasta lagi 25. feburar 2005
innskriva seg til próvtøku við tann skúlan, har tey
ætla sær til próvtøku. Innskrivingarblað at fylla út
fæst frá skúlanum.
7. februar 2005
Mentamálaráðið