Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 26 - 8. februar 2005 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góði abbi Hjartaliga tillukku við 50 ára degnum tann 4. febr. Her er tú ungur og grønur. Vit elska teg. Heilsan Anja, Hans og Jóhan Herolvur Góði stóribeiggi Hjartaliga tillukku við fimm ára føðingar- degnum. Takk fyri at tú ert so góður við meg. Eg elski teg. Heilsan Tummas Góða fitta Valdis Hjartaliga tilluku við 8 ára føðingar- degnum, sum var 7. febr. Ynskja Hervør, Rósa, mamma og babba Góði elskaði Magni Hjartaliga tilluku við 8 ára degnum 05.febr. Ynskja mamma, babba og Bireta Góða Óluva Hjartaliga tillukku við 8 ára føðingardegnum í dag. Ja, tað var stuttligt at ríða á kameli. Heilsan mamma, babba, Asta og Jonna Kári Sólbergsson Vágur Góði fitti Kári. Lukku og gleði á tínum 7 ára degi 4. febr. Somuleiðis ein heilsan til tín góða Maria, sum fylti 3 ár 16. jan. og til tín góði Magnus, sum hevði føðingardag 26. jan. Eisini fært tú góði fitti Jákup eina heilsan. Má Jesus pápi signa framtíð tykkara. Kærar heilsur frá ommu, abba, Miriam og Vinny Somuleiðis ein heilsan frá Martin VIÐMERKINGAR Rigmor Dam, valevnið hjá Javnaðarflokkinum Land okkara stendur á ein- um vegamóti, har vit nú skulu velja, annaðhvørt at byrgja okkum inni, ella at lata upp fyri samstarvi við útheimin. Tí hóast vit landafrøði- liga eru fjarskotin, so eru vit ikki politiskt og tøkni- liga avbyrgd. Nútíðin, globaliseringin og danski limaskapurin í ES, gera, at vit noyðast at fylgja við og taka ábyrgd á uttanríkispolitiska økinum. Næsta stóra stigið, verð- ur at fáa í lag eina avtalu við donsku stjórnina um uttanríkispolitiskar heim- ildir. Endamálið við hesari av- talu er, at vit fáa upp í hendurnar rættin til at sam- ráðast uttanlands, okkara vegna. Og tey siga: Tað fer danska stjórnin ongantíð at ganga við til. Grundlógin forðar. Men vit siga: Javnaðar- flokkurin dugur at finna semjur og at røkka úr- slitum. Latið okkum taka veru- leikan og umheimin, og ikki minst nútíðina í hond- ina og leiðast inn í fram- tíðina - saman. Tí - vit ræðast ikki fram- tíðina Og - vit trúgva uppá sam- starv, sum gevur úrslit saman mynda føroyingar nýggju Føroyar. Góði Javnaðarveljari Far á val. Vel meg ella annað umboð á Javnaðar- listanum. Sit ikki heima. Tín atkvøða kann vera hon, sum ger munin. Takk fyri og gott val. Sjúrður Skaale Góði veljari! Ímynda tær, at tú ert arbeiðsgevari. Tú hevur tvey arbeiði, sum skulu gerast. Tú hevur tvær lønir, sum skulu rindast. Hvussu heldur tú, at mest kemur burturúr? Er tað best at geva einum fólki báðar lønirnar, og seta tað at gera bæði arbeiðini? Ella er tað best at seta tvey fólk, og geva teimum hvør sína løn? Tú veist, hvat er best. Tí eingin kann røkja tvey størv til lítar í senn. Valdagin kanst tú velja umboð á fólkating, sum longu hava annað starv. Hesi kunnu ikki og fara ikki fara at røkja starvið á fólkatingi til lítar. Men tú kanst eisini velja fólk, sum fer at arbeiða fyri sína løn. Ger tað. Vel ein, sum arbeiðir. Visti tú tað? KANN EITT FÓLK AVRIKA MEIRA ENN TVEY FÓLK? Internet Sosialur www.sosialurin.fo in VAL05 VAL05