mikudagur 9. februar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 27 - 9. februar 2005
Fyrrverandi amerik-
anski presturin Paul
Shanley er funnin
sekur í at hava neyð-
tikið ein seks ára
gamlan drong fleiri
ferðir
RÆTTARMÁL
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tann 74 ára gamli fyrrver-
andi
katólski
presturin
kann vænta sær lívlanga
fongsulsrevsing, eftir at
rætturin í Cambridge í stat-
inum Massachusetts hevur
funnið hann sekan í neyð-
tøku og øðrum kynsligum
ágangi.
Høvuðsvitnið
ímóti
prestinum var ein 27 ára
gamal maður. Hann greiddi
frá, at tá hann var seks ára
gamal, var hann regluliga í
kirkjuni, har Paul Shanley
var prestur. Undir avhoyr-
ingini greiddi maðurin frá,
at hann bleiv neyðtikin
fleiri ferðir.
– Tað var ræðuligt. Prest-
ur segði, at eingin fór at
trúgva mær, um eg segði,
hvat var hent. Eg tordi
heldur ikki at siga nakað,
sjálvt um hetta stóð við í
seks ár, segði maðurin.
Sambært AP hava minst
24 aðrir menn greitt løg-
regluni frá, at teir vóru eis-
ini fyri kynsligum ágangi
frá Paul Shanley. Skjøl hjá
kirkjuni hava avdúkað, at
sum prestur var hann fyri
kynsligum sambandi ímill-
um menn og dreingir, og at
leiðslan í kirkjuni visti tað.
Í 1967 fekk katólska kirkj-
an í USA ta fyrstu klaguna
um Paul Shanley, men
kirkjuleiðslan valdi kortini
at lata hann halda fram í
embætinum og at lata hann
hava samband við børn har,
skrivar AP.
UTTAN ÚR HEIMI
FBI skal kanna deyðsfall
Síðani forsætisráðharrin í Georgia, Zunab Zvania,
varð funin deyður seinasta mikudag, hava gitingar
verið um, at hann var vorðin myrdur, og tí hava
georgisku myndugleikarnir nú biðið serfrøðingar hjá
amerikonsku samveldisløgregluni FBI koma til
Georgia at kanna málið.
Zunab Zvania og ein annar politikari, Raul Jusupov,
vórðu funnir deyðir í íbúðini hjá Jusupov, og mynd-
ugleikarnir kunngjørdu seinni, at teir vóru deyðir av
eitran frá einum gassleka. Men keldur í Georgia hava
sett spurnartekin við hesa frágreiðingina, og bløð í
Russlandi hava skrivað, at teir báðir deyðu høvdu
fleiri skotsár.
Serfrøðingarnir hjá FBI skulu eisini kanna
umstøðurnar í sambandi við eina bumbuspreinging í
Georgia tann 31. januar, tí ein ávísur illgruni er um,
at deyði forsætisráðharrans hevði samband við
bumbuspreingingina.
Færri sigarir
Kuba er kent fyri sínar sigarir, men nú hava myndug-
leikarnir har sett eina sera stranga roykilóg í gildi.
Lógin sigur millum annað, at tað er bannað at
roykja á flestu arbeiðsplássum, allar sigarettmaskinur
skulu beinast burtur, og tað er ikki loyvt at selja tubb-
aksvørur nærhendis skúlum. BBC veit kortini at siga,
at myndugleikarnir hava ikki lagt serliga stóran dent
á at greiða fólki frá nýggju lógini, og at mong tí eru í
iva um, hvussu hon skal tulkast.
Kubanski forsetin, Fidel Castro, er ofta settur í
samband við tær væl umtóktu kubansku sigarirnar,
sjálvt um hann legði av at roykja fyri tjúgu árum síð-
ani. Myndugleikarnir í Kuba siga, at árliga doyggja
umleið 6.000 kubanar av sjúkum, ið standast av
royking.
Kendar tenn á
framsýning
Tveir jakslar hjá kenda norska pólgranskaranum
Roald Amundsen verða í hesum døgum sýndar fram
á einari framsýning í býnum Moorhead í amerik-
anska statinum Minnesota.
Roald Amundsen var í Moorhead tann 24. mars í
1927, har hann helt fyrilestur um eina av sínum
mongu pólferðum. Meðan hann var í býnum, fekk
hann ilt í tveir jakslar, og tannlæknin Albert Hallen-
berg gjørdi av at taka teir. Tannlæknin goymdi jaksl-
arnar, men lat seinni eitt savn í býnum fáa teir í varð-
veitslu, og teir eru helst tær seinastu leivdirnar av tí
kenda pólgranskaranum, sum doyði í einari flogvan-
lukku í juni í 1928.
Roald Amundsen er serliga kendur sum tann, ið
fyrstur kom á Suðurpólin. Tað var tann 14. desember
í 1911. Hann var kortini ikki einsamallur. Í ferðalagi
hansara vóru fýra menn og 52 hundar.
80 ára gamal
bankarænari
Mánadagin varð ein 80 ára gomul kona í Eysturríki
dømd at gjalda 2.500 krónur í bót, tí hon royndi at
ræna ein banka.
Kvinnan var farin inn í ein banka í Wien við einari
leikaskammbyrsu. Inni í bankanum hevði hótti hon
eitt av starvsfólkunum við skammbyrsuni, men peng-
ar fekk hon ongar. Ístaðin fyri endaði hon á løgreglu-
støðini til avhoyringar. Har greiddi tann gamla konan
frá, at hon hevði sjálvandi ikki ætlað at ræna bankan,
og at hon hevði bara ætlað hetta sum skemt.
Men løgreglan og rætturin hildu ikki, at hetta var
serliga skemtiligt. Tí bleiv konan dømd at gjalda
2.500 krónur í bót, men hon slapp kortini undan at
fara í fongsul, skrivar AP.
Amerikanska stjórnin
roynir av øllum alvi
at forða fyri, at Irak
skal fáa prestastýri og
tær strongu sharia-
lógirnar
IRAK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani irakska tjóðartings-
valið hava fleiri shiamusl-
imskir leiðarar í Irak gjørt
vart við, at teir ætla at skipa
landsins lógir í samsvari
við »Koranina og Guðs
vilja«, sum teir taka til. Tað
er heldur eingin ivii um,
hvat tað ber í sær.
– Vit vilja ikki hava javn-
rættindi ímillum menn og
kvinnur, tí sambært isl-
amskari lóg eru tað menn-
inir, sum ráða. Tað stendur í
Koranini, og tað er Guðs
vilji, segði ein talsmaður
hjá tí máttmikla shiamusl-
imska leiðaranum ayatolla
Yacoubi við New York
Times mánadagin.
Hóast tað endaliga úrslit-
ið av tjóðartingsvalinum
ikki er kunngjørt en, er tað
greitt, at shiamuslimarnir
verða teir sterku á tí polit-
iska pallinum í Bagdad, tí
teir eru í meiriluta. Fyri
fleiri døgum síðani ljóðaði,
at flokkurin United Iraqi
Alliance hevur fingið sera
nógvar atkvøður og verður
nógv tann størsti í tingin-
um.
Tað, sum ørkymlar amer-
ikonsku stjórnina er, at
aftan fyri hendan flokkin
eru kreftir, sum hava gott
samband við prestastýrið í
grannalandinum
Iran.
Sambært New York Times
kunnu
amerikanararnir
ugga seg við, at fleiri shia-
muslimskir leiðarar hava
talað ímóti at skipa iraksku
leiðsluna eftir iranskum
leisti, men teir hava kortini
sagt, at tann komandi
irakska grundlógin skal
vera í samsvari við isl-
amska lóg.
Rættiliga avgerandi er,
hvat tann ovasti átrúnaðar-
ligi leiðarin hjá shiamusl-
imunum, Ali al-Sistani, fer
at gera. Hann hevur fyrr
sagt, at teir átrúnaðarligu
leiðararnir eiga ikki at hava
nakran høvuðsleiklut á tí
politiska pallinum, men
seinastu tíðina hava tals-
menn hansara sagt, at hann
ætlar sær at gera vart við
seg, um tann komandi
stjórnin ikki heldur seg til
fólksins vilja, skrivar New
York Times.
Norski
granskarin
Henrik Thune sigur við
Dagsavisen, at sama hvat
amrikanararnir gera, so er
tað greitt, at Iran fær stóra
ávirkan á viðurskiftini í
Irak í framtíðini.
Prestur neyðtók smádrong
fleiri ferðir
Irak kann enda sum Iran
Paul Shanley lurtar í rættarhølinum í Cambridge