mikudagur 9. februar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2005
3
Umboðsmaðurin viðgjørt kæru um
brennivínslukt á Landssjúkrahúsinum
Umboðsmaðurin
hevur viðgjørt eina
klagu um, at ein
sjúkrarøktarfrøðing-
ur á Landssjúkrahús-
inum hevur fingið
eina munnliga ávar-
ing fyri at hava verið
ávirkaður ella luktað
av rúsdrekka í ar-
beiðstíðini
UMBOÐSMAÐURIN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Løgtingsins Umboðsmaður
heldur ikki, at tað var
prógvað, at sjúkrarøktar-
frøðingurin hevði smakkað
sær á, men hann tekur undir
við, at sjúkrarøktarfrøðing-
urin fekk eina munnliga
ávaring fyri ikki at hava
møtt til arbeiðisdagin eftir,
at viðkomandi varð koyrdur
til hús orsaka av illgrunan-
um um rúsdrekkanýtslu.
Málið byrjaði, tá ið ein
deildarleiðari á Lands-
sjúkrahúsnum fekk fráboð-
an frá nøkrum starvsfeløg-
um hjá sjúkrarøktarfrøð-
inginum um, at viðkomandi
var ávirkaður ella luktaði
av rúsdrekka til arbeiðis.
Deildarleiðarin bað í
tveimum førum sjúkrarøkt-
arfrøðingin fara heim. Hes-
in fór og møtti heldur ikki
til arbeiðis dagin eftir.
Hetta førdi til, at sjúkra-
røktarfrøðingurin varð boð-
sendur á fund við starvs-
fólkaleiðaran, og ein munn-
lig ávaring varð givin hon-
um fyri at hava verið ávirk-
aður/luktað av rúsdrekka í
arbeiðstíðini, umframt at
sjúkrarøktarfrøðingurin utt-
an fráboðan ikki møtti til
arbeiðis dagin eftir hend-
ingina.
Gekk ov lang tíð
Ávaringin frá leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum varð
kærd til Almanna- og
heilsumálaráðið, sum stað-
festi avgerðina, og so varð
Løgtingsins Umboðsmaður
drigin upp í málið.
Umboðsmaðurin hevur
kannað málið, og hann er
komin til ta niðurstøðu, at
ein munnlig ávaring er at
meta sum ein avgerð, ið er
fevnd av reglunum í fyrisit-
ingarlógini um millum ann-
að partshoyring, og at hesar
treytirnar vóru loknar.
Klagarin hevði ført fram,
at yrkisfelagið eisini átti at
verið partshoyrt, áðrenn
avgerðin varð tikin. Hesum
sjónarmiði var umboðs-
maðurin ikki samdur í, tí
yrkisfelagið er ikki at meta
sum partur í málinum, og
skuldi tí einans verið parts-
hoyrt, um so var, at sjúkra-
røktarfrøðingurin
hevði
boðað Landssjúkrahúsinum
frá, at felagið umboðaði
hann.
– Sambært skjølunum í
málinum sá tað út til, at
avgerðin hjá deildarleiðar-
anum um at senda sjúkra-
røktarfrøðingin heim ein-
ans bygdi á tað, sum starvs-
felagarnir høvdu ført fram,
sigur Umboðsmaðurin, og
tað heldur hann ikki verða
nøktandi.
Hann heldur, at deildar-
leiðarin skuldi havt kon-
fronterað sjúkrarøktarfrøð-
ingin beinanvegin, tá ið
starvsfólk søgdu, at við-
komandi luktaði av rús-
drekka. Deildarleiðarin
tosaði ikki við sjúkrarøkt-
arfrøðingin fyrr enn tveir
tímar eftir, at leiðarin var
kunnaður um støðuna, og
tað er ikki nøktandi, heldur
Umboðsmaðurin.
Prátaðu í køkinum
Umboðsmaðurin átalar, at
deildarleiðarin valdi at tosa
við sjúkrarøktarfrøðingin
um málið í køkinum, har
eitt annað starvsfólk var til
staðar. Hetta hevði Al-
manna- og heilsumálaráðið
eisini víst á í niðurstøðu
sínari, men av tí, at sjúkra-
røktarstjórin seinni hevði
biðið sjúkrarøktarfrøðingin
um umbering fyri hetta,
gjørdi umboðsmaðurin ikki
meira við hendan spurning-
in í sínari viðgerð.
Umboðsmaðurin heldur í
sínari niðurstøðu, at deild-
arleiðarin beinanvegin átti
at havt rópt sjúkrarøktar-
frøðingin til síðis og tikið
ein so mikið drúgva sam-
røðu við hann, at deildar-
leiðarin sjálvur kundi gjørt
sær eina greiða mynd av
støðuni.
Umboðsmaðurin heldur,
at tann parturin av ávaring-
ini, sum snúði seg um, at
sjúkrarøktarfrøðingurin utt-
an fráboðan ikki var møttur
til arbeiðis, var í lagi.
Havandi handfaringina
av rúsdrekkaspurninginum
í huga, helt hann tað hin-
vegin vera ivasamt, um
grundarlag var fyri at stað-
festa, at sjúkrarøktarfrøð-
ingurin hevði verið ávirk-
aður hendan dagin.
Hann mælti tí Almanna-
og heilsumálaráðnum til at
umhugsa enn einaferð, um
hesin parturin av ávaringini
átti at standa við ella ikki.
Danska fólkatingið
hevur gjørt eitt nýtt
Færølegat, sum skal
latast einum donsk-
um journalisti. Enda-
málið við legatinum
er økja um kunnleik-
an til samfelagsviður-
skifini í Føroyum
LEGAT
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nýggja Færølegatið hjá
fólkatinginum er á 30.000
krónur, og hesar pengar fær
ein danskur journalistur,
sum vil gera eina report-
asjuferð til Føroya fyri at
skriva um búskaparlig, pol-
itisk, sosial ella mentanar-
lig viðurskifti.
Legatið er ætlað einum
fólki, sum arbeiðir sum
journalistur, og lesandi
kunnu ikki søkja.
Freistin at søkja legatið
er tann 30. mars, og ætlanin
er, at pengarnir skulu latast
tann 20. apríl.
Fólkatingið vil økja
um kunnleika til
Føroyar
Umboðsmaðurin átalar, at
deildarleiðarin valdi at tosa
við sjúkrarøktarfrøðingin
um málið í køkinum, har
eitt annað starvsfólk var til
staðar