Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 27 - 9. februar 2005 – Eg fari altíð tíðliga á val – Tað var lætt at seta krossin hesaferð. Høgni Hoydal er mín maður, sigur fyrsti veljarin í Hvalvík í gjár, Jógvan Hanus- arsson FÓLKATINGSVAL ’05 Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fyrsti veljarin í Hvalvík kom á valstaðið kl. 9:20. Tað var Jógvan Hanusars- son úr Hvalvík. – Eg eri eitt typiskt A- menniskja. Eri morgun- maður um ein háls, og tí fari eg altíð tíðliga á val, sigur hann, beint eftir at hava greitt atkvøðu. Og fyri Jógvan er eingin ivi um, hvar krossurin skal setast. Hann hevur valt sama flokk síðani hann fekk valrætt. – Eg ivist onga løtu í, at vit í Tjóðveldisflokkinum vinna stórsigur hesaferð, sigur hann. Lættur krossur Jógvan hevur verið sjó- maður alt sítt lív. Í samfull 45 ár hevur hann verið til skips, og er tað enn. Hann er við Skrápi, men fór ikki við henda túrin, sum teir byrjaðu mána- kvøldið. Og tí kundi hann so eisini sleppa á val hesaferð, sum fyrsti veljari í Hvalvík. – Eg má fáa hetta avgreitt sum skjótast. Nú fari eg eini ørindi yvir á Oyrar, og skal síðani ein túr til Havnar. So eg havi nógv á skránni í dag, sigur hann. Hann fór inn í rúmið har atkvøðast skuldi, og ev- arska lítla løtu seinni er hann úti aftur og leggur atkvøðuna í kassan. – Fyri mær er eingin ivi: Høgni Hoydal er mín mað- ur. So tann krossurin var skjótur at seta, sigur Jógvan. Skrivar úrslitini niður Jógvan hevur altíð fylgt væl við í tí politiska orða- skiftinum her á landi – heilt frá barnaárunum. – Eg minnist at eg, so skjótt eg hevði lært meg at lesa, gleddi meg hvørja ferð at blaðið "14. Septem- ber" kom út. Tað var eitt gott blað, sigur hann. Uppundur hetta fólka- tingsvalið hevur hann eisini roynt at fylgt væl við í orða- skiftinum, har hann av- gjørdur metir, at flokkur hansara hevur klárað seg sera væl. Valkvøldið plagar hann eisini at fylgja við í tí, sum fjølmiðlarnir bera fram. Hann skrivar úrslitini niður, og lurtar eftir viðmerking- unum. – Tað eru ikki øll sum tíma hetta. Men eg veit, at tað ofta koma fólk inn til mín sum ikki hava so stóran áhuga fyri valinum. – Men tá so úrslitini byrja at koma inn, gerast tey eisini spent uppá úrslitið, sigur Jógvan Hanusarsson. Ov nógv valevni Tað varð nevnt í útvarpin- um dagin fyri valið, at tað vóru so øgiliga nógv val- evni til fólkatingsvalið í Føroyum. Tað sjónarmiðið er Jógvan púra samdur í. – Eg má faktiskt geva Johan í Kollafirði rætt í tí hann segði – tað er ikki alt líka býtt sum hann sigur! Hann helt, at hvør flokkur skuldi bara stilla tvey valevni upp. – Var tað so, ivaðist eg onga løtu í at vit í Tjóðveld- isflokkinum fingu bæði umboðini. Hetta valið verð- ur nevniliga eitt gott tjóð- veldisval, sigur Jógvan at enda. Veljararnir í Hvalvík fara fyrst á val eftir loknan arbeiðsdag. Við valið í 2001 greiddu 131 fólk atkvøðu eftir kl. 16 FÓLKATINGSVAL ’05 Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tey vóru har í góðari tíð. Valstýrið møtti væl áðrenn valhølið lat upp kl. 9. Tey byrjaðu beinanvegin at telja upp teir – enn! - blonku seðlarnar við øllum valevn- unum á, hvørt upp í buntir við 25 seðlum. Formaðurin, Gunnar Jo- ensen hugdi í bøkurnar frá undanfarnum valum, og kannaði eftir, at alt var sum tað skuldi vera, bæði við nøvnum á veljarum, val- evnum og øllum hinum formellu viðurskiftunum, sum skuldu vera í lagi. Hann fór eisini eftir kass- anum, har allar atkvøður- nar skuldu leggjast í. Viss- aði seg um at hann var tóm- ur, og lat hann síðani aftur beint fyri kl. 9. Nú var bara at bíða eftir fyrsta veljaranum. Og hann kom tá klokkan var 9:20. Hesin maðurin, Jógvan Hanusarsson greiddi skjótt sína atkvøðu, og so var valið í Hvalvík byrjað. Kortini vísa royndirnar frá undanfarnum valum, at teir flestu veljararnir ikki velja fyrrenn arbeiðsdag- urin er lokin. Við fólkatingsvalið í 2001 høvdu einans 30 av teimum íalt 211 valt á middegi. Kl. 16 var talið komið uppá 80, men eftir tað komu so tey 131 eft- irverandi. – Soleiðis hevur gongdin sum oftast verið á hesum valstaðnum, sigur Gunnar Joensen, formaður í val- stýrinum við Sosialin. Trý valevni í bygdini Tað er ikki nógv sum bendi á at fólkatingsval er í Hval- vík. Onkur hendinga plakat var at síggja í bygdini henda illveðurskenda fyrra- partin – við innkoyringina tríggjar myndir av Edmundi Joensen úr Sambandsflokk- inum, annars einki. Kann vera, at onkur hevði hongt plakatir upp dagin fyri, men í øllum illveðrin- um um náttina mundu tær vera farnar sín veg. Tí veðrið má sær ráða, óansæð um tað er val ella ikki. Ikki fyrrenn við skúlan sóust tær næstu plakatirnar, sum vóru festar uttan á sjálvan skúlagarðin. Hesar áttu m.a. tvey av valevnunum úr kommununi – Heðin Zachariassen og Rúna Sivertsen úr Fólka- flokkinum. Eitt triðja val- evni er eisini úr kommun- uni, nevniliga Sunneva Kollslíð úr Tjóðveldis- flokkinum, men av henni sóust ongar plakatir. So er spurningurin um nøkur av hesum trimum valevnum fær so mikið av atkvøðum, at tey fáa sæti á fólkatingi. Góð valluttøka Annars hava fólk í Hvalvíkar kommunu verið íðin at fara á val. Við løg- tingsvalini hevur luttøkan ligið um tey 80 %, men við fólkatingsval heldur lægri. Við valið í gjár høvdu íalt 289 fólk valrætt: Úr Hvalvík 150, av Streymnesi 138, meðan ein einstakur veljari er í Nesvík. Hesi velja øll í skúlanum í Hvalvík. Gunnar Joensen upplýsir, at við valið í 2001 vóru 201 fólk á vali av 263, og gav tað eina valluttøku uppá 76,4 %. Við valið í 1998 var valluttøkan 72,4 %. Nevnast kann, at við seinastu løgtingsvalini hev- ur kommunan átt løgtings- mann, nevniliga áðurnevnda Heðin Zachariassen. Valfriður Valstaðið í Hvalvík hevur skift millum skúlan og gomlu kommunuskrivstov- una hesi seinastu árini, - í bygninginum, sum Føroya Banki átti á sinni. Síðani løgtingsvalið og bygdaráðsvalið í fjør, er Hvalvík vorðin partur av tí stóru Sunda kommunu. Av hesi orsøk er kommunu- skrivstovan ikki í nýtslu sum slík longur, og tí er valið aftur í skúlanum nú. Børnini høvdu frí í gjár orsakað av valinum. Men tað vóru tey neyvan kedd um: Veðrið var einki ser- ligt, og tey flestu teirra høvdu helst verið seint uppi kvøldið fyri, meðan tey gingu grýlur runt í bygdini. So í skúlanum valdaði friður – valfriður! Tey flestu velja eftir kl. 16 Valluttøkan tíma fyri tíma Við Fólkatingsvalið í 2001 vóru íalt 201 fólk á vali í Hvalvík, umframt tær 10 brævatkvøðurnar. Eins og so nógva aðrastaðni vóru flestu fólkini í Hval- vík, Streymnesi og Nesvík á vali eftir loknan arbeiðsdag. Niðanfyri prenta vit tíðirnar og talið av veljarum gjøgnum valdagin í Hvalvík fyri fýra árum síðani: Klokkutíð Veljarar (íroknað brævatkvøðurnar) 10 15 11 23 12 30 13 39 14 49 15 60 16 80 17 97 18 126 19 167 19:30 183 20 211 – Tað eru alt ov nógv valevni, sigur Jógvan Hanusarsson í Hvalvík. Fyri hann var tó eingin ivi um, hvar krossurin skuldi setast. Hann brúkti ikki langa tíð at finna fram við sín mann, Høgna Hoydal Mynd :Jens Kr. Vang Alt er klárt til valið í Hvalvík. Formaðurin í valstýrinum, Gunnar Joensen kannar eftir at atkvøðukassin er tómur. Síðani verður hann stongdur og valið kann byrja Mynd: Jens Kr. Vang