Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 9. februar 2005 5 Ein valdagur er nakað fyri seg í Saksun. Tú fert ikki bert á val og so avstað aftur. Nei, formaðurin í valstýr- inum bjóðar kaffi og nýbakaðar føstulá- vintsbollar afturvið! FÓLKATINGSVAL ’05 Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað er helst ikki vanligt á nøkrum staði, at fólk fara til eitt politiskt val inni í stovuni hjá fólki. Men í hesum føri er Saksun eitt undantak. Valstaðið í Saksun hevur við fleiri av undanfarnum valum verið heima hjá sjálvum bygdarráðsfor- manninum, Lars Gunnar Dahl-Olsen. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at skúli ikki er í bygdini. Í høvuðsheitum átti ikki at borið til at farið á val hjá bygdaráðsformanninum longur, tí kommunan nú er samanløgd í ta stóru Sunda kommunu. Men hóast hetta so er valstaðið kortini í heim- inum hjá Lars Gunnari, "Á Fløtu" tey kalla, har alt er gjørt til reiðar til at taka ímóti veljarunum. Ikki tí, talið av veljarum er ikki tað stóra. Í Saksun eru einans 25 veljarar, og har fara so at siga øll á val eftir loknan arbeiðsdag. Tey, sum eru í bygdini, bíða eisini til tá, - bíða eftir teimum sum hava bil, fyri at fáa flutning á valstaðið. Blómur og borð Inni í hugnaligu stovuni hjá Lars Gunnari og konuni Målfryd er alt gjørt til reiðar til hetta valið. Alt tað formella við val- listum, valevnum og tílík- um er í lagi, tá valhølið - ella valstovan! - lat upp kl. 9 á morgni. Stovan líkist vanligum stovum í túsundtals øðrum føroyskum heimum. Har eru borð, møblar, myndir, sjónvarp, hyllar við bókum, blómur og annað, sum er við til at gera hesa stovuna so hugnaliga. Tað einasta sum veruliga brýtur frá er eitt lítið borð, sum "i dagens anledning" er sett innar í stovuna. Tað er á hesum borðinum at krossar- nir skulu setast fyri valevn- ini á tí langa listanum. Hetta er sjálvt valbúrið. Og tá ein hevur gjørt sína borgarligu skyldu verður farið uttar í køkin, har tann svarti atkvøðukassin stend- ur á einum stóli. Atkvøðu- seðilin verður lagdur í her, og so er tað gjørt. Nýbakstur Eftir at atkvøðan er koyrd í kassan skuldi ein trúð, at valið var liðugt hjá fólki. Men nei, - soleiðis gera tey ikki í Saksun. Tí ein val- dagur er hóast alt ikki ein vanligur gerandisdagur, men er og verður ein ser- stakur dagur. Målfryd, sum er for- kvinna í valstýrinum, plag- ar at gera ein góðan drekka- munn við nýbakaðari kaku aftur við. Soleiðis kunnu fólk seta seg niður at hvíla seg eina løtu og fyri at fáa eitt lítið prát eftir atkvøðu- greiðsluna. Og fólkatingsvalið 2005 var einki undantak í so máta. – Jú, eg fari eisini at bjóða fólki ein drekkamunn hesa- ferð. Og eg ætli mær at bjóða teimum heimabakað- ar føstulávintsbollar aftur- við, sigur Målfryd. Hon er sum nevnd for- kvinna í valstýrinum. Har sita eisini dóttir hennara, Anvør Dahl-Olsen og Gurli Svartá. Tríggir flokkar Vit vitjaðu valstaðið í Saks- un um 10-tíðina fyrrapartin í gjár, men tá hevði eingin verið á vali. Við fólkatingsvalið í 2001 vóru 21 av teimum 25 fólkunum á vali. Henda atkvøðugreiðslan vísti, at bygdin er í trimum, tá talan er um politiskar flokkar. Við valið tá fingu Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin hvør sínar seks atkvøður, meðan Tjóðveld- isflokkurin fekk níggju. Hvussu verður hesaferð er ilt at meta um. Tað fæst at vita um kvøldið - kanska tíðliga á kvøldi, tí atkvøðu- talið ikki er so stórt! Mánakvøldið sendi skipið út neyðarkall. Brimil og Tyrlan komu skjótt á staðið, men enn eru seks av manningini ikki funnir Jákup Mørk Jøkufelli var á veg úr Liepaja í Letlandi til Reyðafirðar við 2.000 tonsum av stáli, tá tað um átta tíðina á kvøldi sendi út neyðarkall. Skipið var tá statt um 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Tyrlan, Brimil, Tjaldrið, og Vædderen sigldu øll beint á positiónina, haðani neyðarkallið var sent, um- framt at ein russiskur trol- ari eisini kom á staðið. Kl. 22.20 kom tyrlan á staðið, men tað var greitt, at skipið stóð ikki at bjarga. Tað var um hetta mundi koppað á liðina. Manningin á skipinum taldi 11 mans, og fimm teirra vórðu funnir nær- hendis skipinum. Allir vóru teir í bjargingarbúna, og tað eydnaðist at fáa allar upp í tyrluna, sum síðani flutti teir umborð Vædderen. Tað eydnaðist ikki at finna fleiri av manningini á lívi týsnáttina, men enn stendur leitingin við. Av sjóbjargingarstøðini verður sagt, at Tjaldrið, Brimul og Vædderen fram- vegis eru við í leitingini, eins og russiski Viktor Mironov er tað. Hartil er Line Breezer, ið er ein norskur línubátur, eisini komin á staðið. Eisini verður leitað við flogfari, sum íslendska sjó- verjan hevur sent á staðið, og fyrrapartin týsdagin varð føroyska sjóverju- tyrlan aftur send avstað. Tá vit um 11’tíðina høvdu orð- ið á Djóna Weihe á MRCC støðini, vóru tó framvegis eingi tekin sædd frá hinum seks av manningini. Gingið skjótt Djóni Weihe sigur annars, at tað eftir øllum at døma hevur gingið ógvuliga skjótt fyri seg, tá Jøkulfelli sakk. – Enn hava vit ikki fingið staðfest, hvussu hetta gekk fyri seg. Men sum vit hava skilt, so hendi alt innan ógvuliga stutta tíð. Allar helst er skipið farið á liðini eftir heilt fáum minuttum, og tí hevur manningin stórt sæð ikki havt stundir at gera nakað sum helst, sigur Djóni Weihe. – Neyðarkallið var ikki stórt meira enn eitt navn og ein positión, og tí sendu vit alt fyri eitt skip á staðið. Danska sjóverjutyrlan varð eisini send alt fyri eitt, so vit kundu staðfesta, hvat í veruleikanum var hent. Annars sigur Djóni, at veðrið á ongan hátt er í parti við leitingini. Tá vit tosaðu við MRCC-støðina, var talan um einar 15 metr- ar um sekundi á staðnum, og hartil var sjógvurin ring- ur. Og væntandi fór veðrið at gerast munandi verri, sum dagurin leið. Eitt hugnaligt valstað í Saksun Alt er gjørt klárt til valið í Saksun. Atkvøðukassin er á borðinum og valstýrið til reiðar. Saman við lítla Lars Gunnar, sum er føddur í desember í fjør, síggjast mamman Anvør og omman og forkvinnan í valstýrinum, Målfryd Dahl-Olsen Mynd: Jens Kr. Vang Jøkulfelli sokkið Jøkulfell var heimahoyrandi í Estlandi og skrásett á Isle of Man. Skipið hevur verið í sigling fyri Samskip í eitt ár og hevur roynst væl. MS Jøkulfell er smíðað í Danmark í 1989. Tað er 3.200 tons frystiskip eins og tað eisini flytir vanligan farm Umboðsmaðurin hevur fingið fleiri klagur um starvsset- anina av leiðara fyri Listasavn Føroya, men hann kann einki gera við hesi mál KLAGUR Eyðun Klakstein Løgtingsins Umboðsmað- ur kann einki gera við stríðið, sum hevur verið í sambandi við starvssetan- ina av leiðara fyri Lista- savn Føroya. Hóast Umboðsmaðurin hevur fingið fleiri klagur um hetta, fer hann ikki at kann málið. Sambært § 4 í umboðs- manslógini fevnir virk- semið hjá umboðsmannin- um um alla fyrisitingina hjá heimastýrinum og fel- øg, stovnar og annað, sum verða roknað við til al- mennu fyrisitingina sam- bært fyrisitingarlógini. – Listasavn Føroya er ein sjálvsognarstovnur. Sambært viðtøkunum er ávirkanin hjá landsstýris- manninum, umframt at velja formannin í stýrin- um, avmarkað til, hvat skal henda í sambandi við eina møguliga avtøku av stovninum. Umboðsmað- urin heldur tí ikki, at Lista- savnið kann roknast at vera ein partur av almennu fyrisitingini undir heima- stýrinum, sigur Løgtings- ins Umboðsmaður í sínari niðurstøðu. Røkkur ikki til Listasavnið – Sambært § 1, stk. 3 í fyrisitingarlógini kann landsstýrið áseta, at lógin eisini heilt ella fyri ein part skal verða galdandi fyri nærri ásett feløg og stovnar v.m. Tað er tó einki, sum bendir á, at landsstýrið hevur tikið av- gerð um, at Listasavnið skal vera fevnt av fyrisit- ingarlógini. – Grundað á hetta heldur umboðsmaðurin ongan iva vera um, at Listasavn Før- oya er ein sjálvsognarstovn- ur, sum ikki er fevndur av fyrisitingarlógini og harvið heldur ikki av virksemi og heimildarøki hansara. Umboðsmaðurin avvísr tí klagunum um Listasavn Føroya. Umboðsmaðurin vísir kærum um Listasavnið frá sær