mikudagur 9. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 27 - 9. februar 2005
– Eg sakni føroyska
list við einum boð-
skapi. Tað undrar
meg til dømis stór-
liga, at sterku tjóð-
skaparkenslurnar so
sjáldan síggjast aftur í
okkara list, sigur Ingi
Suni Jacobsen, sum í
løtuni sýnir fram í
Leikalund í Klaksvík
LIST
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin
So ger ungi listamaðurin
Ingi Suni Jacobsen aftur
vart við seg. Vit hava fyrr
sæð onkran málning hjá
Inga, eitt nú á Norðoya-
stevnuframsýningini síðsta
ár, og eisini tá sást, at ungi
listamaðurin úr Klaksvík
hevur okkurt heilt serligt
uppá hjarta.
Innara menniskja
Málingarnir, sum hanga
uppi í Leikalund hesar dag-
arnar, eru hvør sær smáar
súmbolistiskar og í løtum
rættiliga surrealistiskar lit-
eksplosiónir. Kláru litirnir
og einføldu strikurnar geva
við fyrsta eygnabrá mynd-
unum ein glaðan, mestsum
naivan dám, men sjálvur
sigur
listamaðurin,
at
aftanfyri fjalir seg eisini ein
lýsing av pínu og líðing.
– Eg royni at útrykkja tað
innara menniskja. Pína,
líðing og sorg liggja mær
sum oftast frammaliga í
huganum, men onkustaðni
aftanfyri finna vit altíð
kærleikan. Í míni verð
vinnur kærleikin altíð til
endan, og tað royni eg eis-
ini at fáa fram í myndunum,
sigur Ingi Suni.
Sum íblástur nevnir hann
tónleikin og tekstirnar hjá
írska bólkinum U2 og yrk-
ingasavnið "Ongin sól er
til" hjá Peturi Jensen.
– Eg eri hugtikin av U2
og Peturi Jensen, tí teirra
verk eru góð listarlig hand-
verk. Slíkt er altíð inspirer-
andi, og tú kanst læra nógv
av tí. Men eg eri ikki minst
hugtikin av teimum, tí teir
hava ein boðskap. Tað
sakni eg ofta í føroyskari
list. Eg sakni list, sum
skríggjar sín boðskap út og
fær okkum at rakna við. Og
tað skuldi verið nokk av
ektaðum kenslum at tikið
av, heldur Ingi Suni, sum
sjálvur ofta roynir at flætta
ein gløðandi tjóðskapar-
ligan boðskap inn í mynd-
irnar.
"Deyðssyndirnar" í
løgtingið
Ungi listamaðurin heldur
tað ikki vera sørt undarligt,
at føroyska samfelagið og
listin ofta tykjast so stirvin
og konservativ, hóast vit
vita, at tað finnast nógvar
listarligar kreftir, sum bara
bíða eftir at venda kensl-
unum út á ranguna
– Eg haldi til dømis, at
tað er nokkso løgið, at man
hevur valt ein so fánaðan
málning, sum handan hjá
Ingolvi av Reyni, at hanga í
løgtinginum, sum eitt slag
av ímynd av okkum før-
oyingum, sigur Ingi Suni.
Spurdur, hvønn málning
hann heldur kundi hugsað
sær at sæð í løgtinginum,
sigur Ingi Suni avgjørdur.
– Eg kundi hugsað mær
at sæð "Tær sjey deyðs-
syndirnar"
hjá
Edvard
Fuglø. Málningarnir eru
ótrúliga flottir, og boð-
skapurin ógvuliga sigandi
og greiður.
Zarathustra og listin
Ingi Suni hevur fingist við
at mála seinastu fimm
árini, og eftirhondini hevur
hann verið við á fleiri
framsýningum í Føroyum.
Hann hevur eisini roynt seg
eitt sindur sum yrkjara,
men fann skjótt út av, at tað
er ígjøgnum myndlistina,
hann vil úttrykkja seg.
Hann lesur nógv, serliga
heimsspeki, og er millum
annað sera hugtikin av
Friedrich Nietzsche.
– Nietzsche hevur nakrar
hugleiðingar í "Soleiðis tal-
aði Zarathustra" av tvístøð-
uni hjá listamanninum, sum
eg haldi vera sera rámandi.
Einastaðni tosar hann til
dømis um, hvussu Zarat-
hustra fer úr síni holu, gløð-
andi og sterkur sum ein
morgunsól, sum kemur frá
myrkum fjøllum. Soleiðis
síggi eg eisini onkuntíð meg
sjálvan sum listamann, hug-
leiðir Ingi Suni Jacobsen.
Ingi saknar skríggini
"Hurðin inn í ævinleikan",
"Sosialistiskur sigur",
"Maður og Kvinna"
Myndir: Bárður Lydersen
Nú um dagarnar
síggjast gravkýr grava
ein part av útfylling-
ini niðri við Sandin í
Klaksvík uppaftur.
Ein nýggjur dráttur til
bátarnar hjá Klaks-
víkar Kappróðarfelag
er nevniliga umbúna,
men sum skilst á
Teknisku deild, miðar
arbeiðið, sum fer
fram í løtuni, bert
móti eini fyribils
loysn
KLAKSVÍK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ein av avleiðingunum av
útfyllingini niðri við Sandin
í Klaksvík gjørdist rættiliga
skjótt, at drátturin hjá
Klaksvíkar kappróðrarfelag
mátti lúta. Ætlanin hjá bý-
ráðnum hevur allatíðina
verið at gera ein nýggjan
drátt, men hetta arbeiðið fer
at bíða, so leingi tað ikki er
greitt, hvar kappróðrar-
neystið skal flytast. Tískil
eru fólk frá kommununi
farin undir at gera ein fyri-
bils drátt, so bátarnir kunnu
flotast sum vanligt, nú
manningarnar skjótt fara at
byrja at venja aftur.
Hóast neyðugt hevur
verið at grava ein rættiliga
fittan part av útfyllingini
upp aftur, kemur hetta ikki
at órógva økið, har tað er
ætlanin at byggja handils-
miðstøðina, frætta vit frá
Teknisku
Deild
hjá
Klaksvíkar býráð.
Kappróðarfelagið fær fyribils drátt
Gravkýr grava í løtuni ein
part av útfyllingini niðri við
Sandin uppaftur fyri gera
ein fyribils drátt til
Klaksvíkar Kappróðrafelag
– Eg vildi ynskt, at føroysk
listafólk tordu betri at koma
við einum skríggjandi boð-
skapi, sigur Ingi Suni Jacob-
sen, sum í løtuni hevur fram-
sýning í Leikalund í Klaksvík
Mynd: Jens K. Vang