Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Atli Dam var bráður og vildi siggja úrslit, men tá tað kravdist, kundi hann vera tolin og treiskur, sum fáur, sigur samstarvs- felagin gjøgnum 24, ár Jógvan Ingvard Olsen ATLI DAM FARIN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast teir ikki vóru í sama flokki, og bert okkurt tíðarskeið í samgongu, minnist sam- bandsmaðurin Jógvan Ingvard Olsen sam- starvið millum hann og Atla Dam sum serliga positivt og fruktagott og altíð við einum virðil- igum tóna. Bráður men tolin Fyrsta løgmansskeiðið hjá Atla Dam sat Jógvan Ingvard Olsen í Havna- og veganevndini, meðan Atli umsat samferðslu- mál. Hetta gjørdist sam- stundis byrjanin til eitt 24 ára langt samstarv teirra millum, sum Jógv- an Ingvard minnist sum sera mennandi. - Eitt tað fyrsta, eg legið til merkis við Atla Dam, var, hvussu óvan- liga nærlagdur og ar- beiðsamur hann var. Hann kundi vera sera bráður onkuntíð, tí hann vildi síggja úrslit, men samstundis vísti hann eitt ótrúligt seiggi og tol, tá støðan kravdi tað. Serliga í samráðingum sóðu vit, hvussu hann treiskur helt á at argu- mentera - eisini tá flest onnur mundu havt hug at gevast. Úrslitini, hann náddi sum samráðingar- maður, kunnu vit bara vera errin av, men vit, sum vóru við, vita, at tað kravdi eina heilt serliga persónligheit at røkka teimum. Og tað hevði Atli Dam. Hann var ein stór politisk persónlig- heit, sum eg hevði ómetaliga stóra virðing fyri, sigur Jógvan Ing- vard Olsen. Jógvan Ingvard Olsen: Ein stór persónligheit Nr. 27 - 9. februar 2005 7 Atli Dam setti ikki bara síni spor sum politikari. Vit, sum kendu hann persón- liga, hava mist ein vinman, tú altíð kundi líta á, og sum altíð hevði hjarta við í øllum, hann gjørdi, sigur vinmaðurin og flokksfelagin Vilhelm Johannesen ATLI DAM FARIN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Vilhelm Johannesen er uttan iva ein av teimum, sum kendi Atla Dam serliga væl, bæði sum politikara og ikki minst sum vinmann. Nú deyðsboðini um Atla bórust so knappliga, er tað tí ikki so løgið, at Vilhelm heldur tað vera trupult at seta orð á kenslurnar. – Eg veit ikki, hvussu eg skal málbera meg. Sjálvt um vit vistu, at heilsan hjá Atla var farin at bila, hevði eg ikki væntað, at tað fór at henda so knappliga. Tóm- rúmið eftir Atla er stórt, og tað kennist sera svárt, at hann ikki er ímillum okk- um longur, sigur Vilhelm. Fyldi við í øllum Hóast Atli ikki var virkin í politikki, nú hann fór, fylgdi hann framvegis væl við, og teir báðir vinmenn- inir prátaðu javnan saman í telefon um dagsins polit- isku evni. – Ja, Atli fylgdi við í øll- um og hevði meiningar og viðmerkingar til tað mesta. Tað var altíð áhugavert og hugaligt at fáa eitt prát við hann, tí Atli hevði mestsum ein persónligan áhuga í øll- um. Eg minnist til dømis, at hann um kvøldarnar og næturnar plagdi at ringja til skipini í Barentshavinum og aðrastaðni fyri at vita, hvussu gekst, so um morg- unin, tá vit hittust á lands- stýrisfundi var Atli altíð tann, sum hevði tey fesk- astu tíðindi frá fiskiskipun- um. Hetta undraði meg ofta, tí burtursæð frá onkr- um smávegis útróðri sum heilt ungur, hevði Atli ikki nakrar serligar royndir sum sjómaður, so vítt eg veit. Men áhugin var har kortini allatiðina, minnist Vilhelm. Hjarta á røttum stað Uttan mun til, hvat málið snúði seg um, so komu meiningarnar og hugleið- ingarnar hjá Atla altíð frá einum vælmeintum hjarta. Hetta hjartaliga, sum setti sín dám á alt, hann tókst við, var avgjørt eitt eyð- kenni fyri Atla Dam, bæði sum politikara og sum menniskja, sigur Vilhelm avgjørdur. – Tað mennsikjaliga lá altíð fremst í tí, sum Atli stríddist fyri - at gera lív og liviumstøður betri hjá sínum medmenniskjum lá altíð fremst í huganum. Vit, sum kendu hann, ivaðust ongantíð í, hvar vit høvdu hann, tí Atli var ikki ein maður, sum gekk og stakk tingini inn undir teppið. Men hóast Atli Dam kundi vera bersøgin og siga sína hjartans hugsan um mangt, var hann ein framúr góður samráðingarmaður. Mongu góðu úrslitini, hann rakk í millumlanda samráð- ingum, eru besta prógvið um ein politikara, sum dugdi samráðingarkynstrið, sum fáur. – Vit vistu, at hann var óvanliga dugnaligur við samráðingarborðið, men eg minnist eisini, at teir, sum sótu hinumegin borðið sóðu upp til Atla Dam, og eg veit, at hann fekk nógv rós frá teimum, hann sam- ráddist við, fyri síni diplo- matisku evni, sigur gamli vinmaðurin og flokksfelag- in, Vilhelm Johannesen. Vilhelm Johannesen: Ein góður vinmaður farin Tað var líka mikið, hvar hann var, ella hvat hann gjørdi, so lá politikkurin fremst. Hann var kvikur og greiður og dugdi at leiða, sigur Jákup Lindenskov, sum hevur sam- starvað við Atla Dam í ein mansaldur ATLI DAM FARIN Jan Müller Jan@sosialurin.fo - Atli kom rættuliga brád- liga inn á politiska víg- vøllin í 1970, og nú fór hann eisini líka livandi og virkin sum altíð. Vit vóru saman sunnudagin seinna- partin, og sum altíð hevði hann okkurt, sum hann skuldi fáa frá hondini, og fer kvikliga tvørtur um vegin til bilin. Hugsaði tá við mær sjálvum, at enn eru knotur… Hetta sigur Jákup Lind- enskov, sum er ein teirra, ið hevur starvast longst saman við Atla Dam. Hann var landsstýrismaður, tá Atli Dam kom í landsstýrið í 1970 – og teir samstarvaðu øll árini fram til 1994, tá báðir góvust sum virknir politikarar í landsstýri, á løgtingi og á fólkatingi. – Atli hevði altíð politikkin í høvdinum. Tað var líka mikið hvar hann var, ella hvat hann gjørdi, so lá politikkurin fremst. Hann var kvikur og greiður og dugdi at leiða. Tað var mangan, at fundarmenn bíðaðu eftir honum, hann hevði altíð túsund onnur ting, sum skuldu greiðast, men so títt og knapt hann hevði latið fundarhurðina upp, setti hann dags- skránna, og hevði longu lagt lag á fundargongdina, tá hann tveitti taskuna frá sær og setti seg við borðs- endan. – Hann var virdur av øllum, hvørt tað var heima, ella hann sat sum føroy- ingurin í samráðingum utt- anlands. Fáur hevur sum hann átt evnini at sam- skifta, og tað var tað sama, um tað var á føroyskum, donskum ella í enskum máli. Hann dugdi leikin, hann var altíð inni í málin- um, og hevði eitt ótrúliga gott minni, og hesi evni hansara gjørdu eisini tað, at hann dugdi at brúka tað í røttum tíma. Jákup Lindenskov sigur, at sum vinmaður og privat- maður var hann altíð hin hugnaligi, dugdi at práta við fólk, og eingin fór sørur frá samveru við honum. Hann var familjukærur sum fáur og gjørdi alt fyri at vera ein góður húsfaðir, og tað var eisini um at gera hjá honum, at tey, hann samstarvaðist við føldu seg væl. Hann virdi hvørt menniskja sum javnlíka sín. Saknurin eftir hann verður hjá so mongum, sigur Jákup Lindenskov. Atli hevði altíð politikkin í høvdinum Atli Dam og Jákup Lindenskov umboðaðu Javnaðarflokkin í Tinganesi øll sjeytiárini – og samstarvaðu sum virknir politikarar í eina fjórðingsøld - Vit, sum kendu Atla Dam, ivaðust ongantíð í, hvar vit høvdu hann, sigur gamli vinmaðurin og flokksfelagin Vilhelm Johannesen