Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 27 - 9. februar 2005 ATLI DAM FARIN Jan Müller Ein av teimum, sum ar- beiddi tætt saman við Atla Dam, tá eitt av hansara hjartamálum, undirgrund- armálið varð til viðgerðar og avgreitt, var Halgir W. Poulsen, advokatur. Halgir arbeiddi rættiliga nógv saman við Atla Dam og Árna Olafsson, tá sam- ráðingar vórðu við Dan- mark, fyrst um yvirtøku av undirgrundini. Tá var Halg- ir við til at gera eitt álit í málinum eftir áheitan frá Atla Dam og Johan Djur- huus, sum lat uppaftur fyri nýggjum samráðingum. Avtala gjørd millum Atla Dam og Poul Schluter um uppafturtøku av samráð- ingunum, og í tí avtaluni lá, at tað skuldi setast ein fe- lags donsk-føroysk embæt- ismannanevnd, og har var Halgir limur og formaður í nevndini. – Vit høvdu eitt sera gott samstarv í tí nevndini og ikki minst við Atla Dam, sum alla tíðina var sann- førdur um, at tað fór at røkka á mál. Tað eydnaðist í 92 og minnist eg, at Atli var sera fegin og glaður, tí hvør hevði trúð, at hann kláraði at yvirtaka undir- grundina uppá so góðar treytir. Eg kann bara minnast ta tíðina sum eina sera spennandi tíð, har Atli Dam var sera ákoyrandi og helt fast um kravið. Og tað eydnaðist til síðst. Halgir W. Poulsen: Atli fekk okkum undirgrundina heim ATLI DAM FARIN Jan Müller – Hansara fremsta eyð- kenni var, at hann var álítlandi. Tað kundi vera ringt til tíðir at fáa eina avtalu í lag við Atla. Men hevði tú fingið eina avtalu við hann, so var hon har. Tað var einki við at koma afturumaftur. Hetta var ein dugnaskapur, sum eg vildi ynskt, at vit allir politikarar høvdu. Hetta sigur Finn- bogi Ísaksson, fyrrverandi arbeiðsfelagi hjá Atla Dam, bæði í landsstýrinum og á løgtingi og ein av hansara trúføstu vinmonnum. Finn- bogi sigur, at Atli var sera arbeiðssamur. Hann ar- beiddi frá morgni til myrk- urs og oftani eitt sindur aftrat. Haraftrat hevði hann ein politiskan dugnaskap, sum bara fáum er givið. Hansara mongu samráð- ingar úti í verð hava prógv- að tað. Hann var eisini ein góður vinur. Hevði tú hann sum vin, so kundi tú líta á hann. Finnbogi Ísaksson heldur fyri, at kanska var Atli eitt sindur ov bjartskygdur við- hvørt. – Tá tað kom til pengar, vinnulív og lands- kassa var hann helst í so bjartskygdur. Men fara vit telja saman og draga frá, so haldi eg, at tann positiva síðan vinnur. Hann vísir annars á enn ein góðan eginleika hjá Atla. Hann hevði so ótrúliga gott minni, ja var eitt ferðandi leksikon. Man kundi spyrja hann um alt, hvat, nær og hvussu, og so mintist hann tað. Tað er sera spell, at hann ikki náddi at skriva sínar endurminningar, og at tað ikki liggur meira eftir hann. Finnbogi Ísaksson var landsstýrismaður frá 75 til 79, tá Atli Dam eisini var løgmaður. Annars sam- starvaðu teir nógv. Sjálvur heldur hann, at eitt tað størsta politiska bragdið hjá Atla var at fáa undirgrund- aravtaluna við danir uppá pláss. Har vóru sjálvandi fleiri aðrir við í samráðing- unum, men hann var ein hin størsti framherjin. – Tað er ein stórur missur fyri Javnaðarflokkin og fyri Føroyar eftir stutta tíð at hava mist tveir fyrrverandi løgmenn, fyrst Maritu Petersen og nú Atla Dam. Tað var ikki bara sum at siga tað at skula taka við eftir Atla Dam, sum hevði markerað seg so nógv í førooyskum politikki. Men Marita kláraði uppgávuna og skulu vit eisini minnast til, at tað var í ringastu tíð- um. So lat okkum minnast tey bæði sum tveir fyri Føroyar sera góðar løg- menn. Finnbogi Ísakson: Atli var fram um alt álítandi Bæði landið og Javnaðarflokkurin hava mist nógv, nú bæði Marita Petersen og Atli Dam eru farin sigur Finnbogi Ísaksson Atli Dam var ein ómetaliga trúfastur vinmaður við ein- um stórum og bleytum hjarta, sigur Heri Morten- sen ATLI DAM FARIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Atli Dam var ein ómetaliga trúfastur vin- maður. Tað sigur Heri Mort- ensen á Tvøroyri. Atli Dam og hann vóru vinmenn í næstan 30 ár, heilt síðani Heri flutti aftur til Føroyar miðskeiðis í sjeyti- árunum, eftir at hava búleikast í Danmark í nøkur ár. Tað var, tá ið Heri Mortensen varð stjóri á flakavirkinum á Tvør- oyri í 1977, at teir rætti- liga komu at kennast og síðani tá hava teir verið góðir vinir. – Atli Dam var ein maður, sum kendi sínar vinir. Hann var ómeta- liga umhugsin vinmaður og tað fór ikki ein merk- isdagur framvið uttan at tað kom ein heilsan frá Atla Dam. – Eg havi eina kenslu av, at vit báðir høvdu sera góða ávirkan á hvønn annan og at vit onkusvegna fingu tað besta upp í hvørjum øðrum, tá ið vit vóru saman um eitthvørt. Heri Mortensen sigur, at hóast tað segðist, at Atli Dam onkuntíð kundi øsa seg upp, so er ongin ivi um, at hann innast inni var ein ógvu- liga kensluborin og í honum bankaði eitt stórt og bleytt hjarta. Kortini skerst ikki burtur, at hann hevði eitt serligt suðuroyar-sinna- lag, sum gjørdi, at hann viðhvørt setti trumf á við at vinda seg upp, men hann var ongantíð illur og tað rann altíð skjótt av aftur. Og tað haldi eg var bara sunt, tí soleiðis fekk hann sína meining fram, táið stíg- ur var komin í og eg haldi at tað búði ikki sørt av taktikki undir hesum. – Tað búði onki undir hesum og eg havi var- hugan av, at tað heldur varð brúkt fyri at røkka einum úrsliti, ta ið tað annars ikki komst úr stað. Tolin og treiskur Annars sigur Heri Mort- ensen, at Atli Dam er størsta persónsmenska, hann hevur møtt. – Hann dugdi ómeta- liga væl at tosa við fólk og hann var ein framúr samráðing-armaður, sum heilt ofta sera væl frá sínum samráðingum. – Í samráðingum var hann ómetaliga tolin og treiskur. Tað var hann, tí hann trúði altíð, at sam- ráðingar bóru á mál, um ikki beinanvegin, so til síðst, hóast tað mangan sá svart út í fyrstuni. Hann brúkti ofta orða- fellið, at tað galt um at mýkja eina støðu og tað hevði hann tol til at í áravís, um so skuldi verið, líka til tað bar á mál. Heri Mortensen held- ur, at størsta politiska avrikið hjá Atla Dam var, tá ið tað eydnaðist at yvirtaka undirgrundina. Men hann fekk eisini lagt góðar lunnar undir at loysa bankamálið, sum Marita Petersen síðani førdi víðari, so- leiðis at føroyingar komu so væl burturúr tí, sum hugsast kundi. – Og tað er ongin ivi um, at eisini útlendskir politikarar høvdu stóra virðing fyri honum. Eg minnist einaferð í sjeyti- árunum, at ivi var um, hvør skuldi vera for- sætistráðharri í Dan- mark. Tá skrivaði eitt danskt blað, at eitt gott boð var Atli Dam. – Eg haldi ikki, at tað bara var skemt, sigur Heri Mortensen. Hann kendi sínar vinir – Atli Dam var alla tíðina sannførdur um, at tað fór at røkka á mál við samráðingunum um undirgrundina – og tað eydnaðist í 1992, sigur Halgir Winther Poulsen