mikudagur 9. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2005
9
ATLI DAM FARIN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard.
Tað var ein skelkaður Jógv-
an Sundstein, sum legði
hornið á í íbúð síni á Slots-
volden 5 í Holbæk, mána-
kvøldið, eftir at systir hans-
ara hevði ringt og greitt
honum frá at Atli Dam var
sløknaður.
Seinastu 30 árini runnu
fram fyri Jógvan, meðan
hann gekk runt í nýggja
heimi sínum, sum hann
flutti í í fjør, fyri at vera
nærri sínum børnum og
barnabørnum. Deyðsboð
kunnu ongantíð kallast
aftur og slóðað altíð fyri
djúphugsan og tankarnir
leitaðu beinanvegin aftur til
á heysti 1970, tá ið Atli og
hann stillaðu upp til løg-
tingsval á fyrsta sinni og
báðir blivu valdir.
– Vit hava havt so ótrú-
liga nógv saman bæði í
samgongu og í andstøðu og
tað er løgið at Atli ikki
longur er okkara millum.
Hann fór so óvæntað, með-
an hann enn var virkin í
arbeiðslívinum. Eg haldi at
deyðsboð fara verri við
mær í dag enn tey gjørdu
fyrr, skilt á tann hátt, at nú
er tað so ofta javnaldrar hjá
mær, sum fara. Eg var
nakrar mánaðar yngri Atli
Dam, sigur Jógvan Sund-
stein.
Álítandi maður
– Atli gjørdist løgmaður og
eg endaði í andstøðu í
1970. Tá fyrstani lærdi eg
hann at kenna. Áðrenn visti
eg ber hvør hann var. Atli
tordi at ganga nýggjar
leiðir og í 1974 var stóra
samgongan skipað millum
fólkaflokkin,
tjóðveldis-
flokkin og javnaðarflokkin
og hendan sat til 1980. Í
hesum drúgva skeiði lærdi
eg Atla at kenna sum ein
serdeilis álítandi politikk-
ara. Gjørdi tú eina avtalu
við Atla Dam, so helt hann
hana, sigur Jógvan Sund-
stein.
– Atli hevði ótrúligt tol í
samráðingum og hann vildi
finna loysnir, hann hevði
eini ótrúlig evni til at tosa
tingini til rættis. Avtalan
við donsku stjórnina um
undirgrundina er eitt gott
dømi um hetta. Eg minnist
Atla fyri tað góða, sjálvsagt
hevði hann fíggindar í
politikki, men eg taldist
ikki millum teirra, sigur
Jógvan Sundstein.
Sundstein kløkkur av deyðsboðunum
Jógvan Sundstein og Atli Dam samstarvaðu í mong ár í politikki
ATLI DAM FARIN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Tað, sum liggur fremst á
varrunum, tá ið fyrr-
verandi politikkarin og
reiðarin
Olaf
Olsen
minnist samstarvið við
Atla Dam ljóðar so-
leiðis:
– Atli Dam var ein
sterkur politikkari og
hann dugdi sera væl at
greiða frá sínum sjónar-
miðum.
Og so var hann álít-
andi eisini. Hann helt
tað sum hann segði og tú
kundi rokna við honum.
Hann var heldur ikki
"spidsfindigur"
sum
onkur annar, hann var
greiður og tú visti hvar
tú hevði han, sigur Olaf
Olsen.
Olaf Olsen hevur tvær
reisur verið landsstýris-
maður, fyrru ferð sum
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum frá 1980-
1983 og seinna skeiðið
var frá 1989-91. Í báð-
um hesum skeiðum var
Atli Dam í andstøðu.
– Vit vóru avgjørt ikki
samdir í øllum politikki,
men eg hevði stóra
virðing fyri Atla Dam,
sigur Olaf Olsen.
Olaf Olsen, reiðari:
Atli var
ein sterkur
politikkari
ATLI DAM FARIN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Skiparin, reiðarin og vinnu-
lívsmaðurin Eiler Jacobsen
ivast ikki eina løtu, tá hann
verður spurdur hvussu Atli
Dam royndist tey 16 árini
hann sat sum løgmaður.
Orðini liggja á varrunum
og koma beinanvegin.
– Atli Dam var ein ótrú-
ligur forhandlingsleiðari,
tað var eg so ofta vitni til, tá
hann stóð á odda fyri fiski-
veiðusamráðingum úti í
heimi. Hann var seigur,
hann var treiskur og hann
gavst ongantíð á hondum.
Stóð í botni, so gav hann
ikki upp, men legði hann
aftur á aftur seinni, sigur
Eiler Jacobsen.
– Vit vóru so víða og
tingaðust um fiskirættindi.
Í Portugál, í Russlandi, í
Noregi og mangar aðra-
staðir. Hann var samráð-
ingarleiðarin, tað var hann
sum førdi samráðingarnar,
vit vóru ráðgevarar og hann
dugdi væl at finna síðan
ráðgevar. Atli var ótrúliga
væl inni í tingunum. Hann
visti alt. Hann kom avgjørt
ikki tómhentur til eitt sam-
ráðingarborð og hann fór
sjálvdan tómhentur frá ein-
um samráðingarborði, sigur
Eiler Jacobsen, sum er
upptikin av at Krúnborg er
komin aftur av næsta túrin-
um í eitt strekk við góðum
fongi, tá ið Sosialurin
ringir. Seinastu tveir túrar-
nar hevur hon veitt 6000
tons av svartkjafti vestan
fyri Írland seinastu dagar-
nar í ringum veðri, og nú
var tað ivasamt, um teir
tordu til Føroya, tí sátt-
málaviðurskiftini eru so
ótrygg.
– Atli Dam var í vel-
maktini, tá samráðingarnar
vóru millum hann og
Halstein Rasmussen úr
Noregi í sjeyti og áttatiár-
unum og norðmenn høvdu
virðing
fyri Atla.
Og
orsøkin til hetta var júst
tann, at hann fylgdi so væl
við, og var so væl inni í
tingunum.
Eg
upplivdi
javnan sum reiðari, at Atli
ringdi til mín fyri at vita
hvussu stóð til í flotanum
og hvussu gekk við mínum
skipum og tað var ikki bara
til mín hann ringdi. Hann
visti eins nógv og eg sjálv-
ur um støðuna hjá flotanum
og
um
viðurskiftini
í
fremmandu sjógvi, tí fekk
hann so nógv burtur úr sum
samráðingarleiðari, sigur
Eiler Jacobsen.
Eiler Jacobsen, reiðari:
Atli var ótrúligur
Eiler Jacobsen, reiðari, hevur stóra virðing fyri Atla Dam sum
samráðingarleiðara