mikudagur 9. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2005
11
– Vit fara altíð at
minnast Atla Dam
fyri sín stóra kamp
og innsats fyri at
menna Føroyar til
eitt vælferðarsam-
felag, sigur Frank
Jensen, politiskur
framsøgumaður
hjá danska
Javnaðarflokkinum
ATLI DAM FARIN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Politiska avrikið hjá Atla
P. Dam hevur ikki bara
vunnið honum virðing í
Føroyum. Eisini í Dan-
mark verður navnið á
Atla Dam sett saman við
stór politisk avrik, sum
hava tænt føroyska sam-
felagnum.
Atli Dam hevði nógv
samstarv við útlendskar
politikarar – ikki minst í
danska Javnaðarflokk-
inum.
– Tað er ein stórur
missur fyri Føroyar, at
Atli Dam er farin. Okk-
ara tankar fara fyrst og
fremst til hansara fa-
milju í hesari truplu tíð,
sigur Frank Jensen, sum
er politiskur framsøgu-
maður hjá danska Javn-
aðarflokkinum
Undangongumaður
Frank
Jensen
hevur
verið virkin í politikki í
næstan 30 ár, hann hevur
sitið í fólkatinginum síð-
ani 1987, og hann hevur
verið bæði gransk-ingar-
málaráðharri og løg-
málaráðharri.
– Vit fara altíð at
minnast Atla Dam fyri
sín stóra kamp og inn-
sats fyri at menna Før-
oyar til eitt vælferðar-
samfelag. Hann hevði
ein avgerandi leiklut í
arbeiðnum at tryggja
føroyska fólkinum eitt
moderna vælferðarsam-
felag, sigur Frank Jen-
sen.
– Atli Dam var í
mangar mátar ein und-
angongumaður í arbeið-
num at menna føroyska
samfelagið og at geva
øllum borgarum ein
tryggleika. Hann ar-
beiddi fyri, at allir før-
oyingar – eisini fólk á
smáu
bygdunum
–
skuldu hava vælferð og
tryggleika.
– Tað verður saknur í
Atla Dam, nú hann er
farin, sigur Frank Jen-
sen.
Atli var ein
undan-
gongumaður
ATLI DAM FARIN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin bar deyðsboðini
av Atla Dam til grøn-
lendska
landstingsfor-
mannin Jonathan Motzfeldt
klokkan sjey grønlendska
tíð týsmorgunin, og tøgn
varð í hinum endanum eina
góða løtu. Tað gjørdist ikki
tað drúgva prátið, hann
skuldi líka summa seg og
síðan skuldi hann á val, og
vit hittust aftur í telefonini
nakrar tímar seinni.
– Atli Dam var mín góður
vinur og vit hava kent
hvønn annan síðan lestrar-
árini tíðliga í seksti árunum
í Keypmannahavn. Eg kom
í føroyingafelagið og hann
hann kom í okkara felag.
Tá var nógv felagslív í
Keypmannahavn
millum
føroyingar og grønlend-
ingar, sigur Jonathan Motz-
feldt.
Aftur er tøgn eina løtu,
og so heldur hann fram: -
Atli lærdi meg nógv í
politikki. Hann lærdi meg
millum annað tað, at grøn-
lendingar
skuldu
ikki
leggja seg út í føroyskan
politikk, tað kláraðu føroy-
ingar sjálvur. Føroyingar
skuldu heldur ikki leggja
seg út í grønlendskan poli-
tikk, men hava virðing fyri
at grønlendingar megnaðu
hetta sjálvir. Við hesum
skrivaðum aftanfyri oyrað
skuldu føroyingar og grøn-
lendingar
loysa
felags
áhugamál og tað eru ikki
smávegis mál vit hava loyst
saman gjøgnum árini, sigur
Jonathan Motzfeldt.
Deyðsboðini hava sína
ávirkan á Jonathan Motz-
feldt. Vinirnir
doyggja
kring grønlendska lands-
tingsformannin.
– Felagsvinurin hjá mær
og Atla, Emil Abilsen
stendur eisini undir børu,
eg skal jarða hann fríggja-
dagin. Hann er deyður
einans 62 ára gamal, hevur
havt ringa sjúku. sigur
Jonathan Motzfeldt, sum
umframt at hava verið
politikari í eitt manna-
minni, eisini eru prestur.
– Hóast eg kendi Atla
Dam sum vin í mong ár, og
vit tosaðu nógv um poli-
tikk, so byrjaði okkara
politiska samstarv ikki fyrr
enn eg gjørdist lands-
stýrisformaður í 1979, eftir
at Grønland hevði fingið
heimastýri. Okkara sam-
starv hevur serliga snúð seg
saman um viðurskiftini við
Danmark, EU og Norður-
lond, men vit hava eisini
samrátt okkum til nógvar
sínamillum avtalur á fiski-
vinnuøkinum. Vit hava eis-
ini hjálpt hvørjum øðrum.
Kom meira enn so fyri, at
Atli kundi ringja á nátt, tí
føroyingar tørvaðu meirta
av onkrari hjáveiðu og eg
kundi hjálpa. Hinvegin so
fingu vit eisini hjálp úr
Føroyum á mongum økj-
um,
sigur
Joanthan
Motzfeldt.
– Atli var ein klókur
politikari, hann var ein
revur, snildur í samráðing-
um og hann var ikki bangin
fyri dialogi. Eg havi vitjað
hann mangan og vit hava
hildið sambandið seinastu
árini, eftir at hann tók seg
burtur úr politikki.
Grønlendska landstingið
fer at senda einkjuni Sólvu
og børnunum samkenslu-
fjarrit og blómur frá grøn-
lendska fólkinum.
ATLI DAM FARIN
Jan Müller
Tað er við sorgarkenslu, at
vit, sum starvast á Sosialin-
um, minnast Atla Dam,
sum nú er farin. Hóast hann
ikki var gerandis gestur á
blaðnum, so høvdu vit
nógv samskifti við hann,
ikki minst árini, tá hann
røkti landsins hægsta starv.
Hóast altíð nógv um oyrini,
var hann altíð til at fáa fatur
á, og tú fór sjálvdan frá
honum aftur uttan eina ella
aðra viðmerking. Altíð
greiður og avgjørdur í orð-
um og altíð fúsur til at geva
sítt íkast til samfelagsliga
orðaskiftið.
Tey mongu árini hann var
fremstur í føroyskum poli-
tikki og formaður Javn-
aðarfloksins var hann eis-
ini fremsta umboð vegna
eigararan av blaðnum. Tað
skal sigast til hansara rós,
at hann legði seg ongantíð
út í arbeiðið á blaðnum,
hóast hann kundi verið
ósamdur við okkara rað-
festingum og avgerðum.
Var hann ósamdur ella
ónøgdur við okkurt, so
gjørdi hann vart við tað og
síðani var tað gloymt.
Hann var tó ein dyggur
moralskur stuðul hjá okk-
um øllum á blaðnum, sum
arbeiddu
fyri
at
gera
Sosialin til eitt tíðindablað.
Hann var eisini at dyggur
moralskur stuðul, tá stór
tøk skuldu takast so sum at
flyta í nýggj høli á Argjum.
Tað er tí sera spell, at Atli
ikki skuldi sleppa at upp-
liva komandi flytingina
oman í Vágsbotn, har heilt
nýggir karmar koma at
skapa spennandi og spild-
urnýggjar møguleikar bæði
á fjølmiðla- og mentanar-
økinum.
Eg skal vegna øll starvs-
fólkini senda eina seinastu
heilsan tíl tin Atla og til tíni
næstu. Umframt at vera ein
gløggur eygleiðari og slóð-
brótari á nógvum sam-
felagsøkjum var tú eisini
eitt sera gott og vinsælt
menniskjað. Tú var okkum
á blaðnum ein sera góður
stuðul og tøkk fyri tað.
Sosialurin nógv
at takka Atla fyri
Jonathan Motzfeldt:
Atli Dam lærdi meg nógv
Her eru Jonathan Motzfeldt og Alti Dam avmyndaðir frammanfyri kirkjuna í Kirkjubø fyri
mongum árum síðan. Grønlendski landstingsformaðurin hevur óteljandi ferðir verið og vitja í
Føroyum, bæði almennum ørindum og eisini privat heima hjá Atla Dam.
Atli vitjar á Argjum, tá
Sosialurin fylti 75 ár