mikudagur 9. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 27 - 9. februar 2005
Atli Dam var uttan
parlamentariskar
royndir, tá ið hann
fyrstu ferð gjørdist
løgmaður, men
sinniliga og likamliga
styrkin og politiska
tevið og viljin bóru
við sær, at hann sat
longri í løgmansem-
bætinum enn nakar
annar, og tað er lítið
ella mest sum ikki
sannlíkt, at metið
nakrantíð fer at verða
tikið
ATLI DAM FARIN
Jan Müller
Atli Dam er tann, sum
higartil hevur sitið longst í
løgmansembætinum, síðani
hetta embætið varð fingið
inn aftur í føroyska poli-
tikkin. Tað varð tað, tá ið
Heimastýrislógin varð sett í
gildi í 1948. Síðani tá hava
tíggju løgmenn staðið á
odda fyri landsstýrinum.
Jóannes Eidesgaard er tann
ellinti løgmaðurin.
Eingin hevur sitið í løg-
mansembætinum í nánd av
so langa tíð og harvið stað-
ið á odda fyri so nógvum
samgongum, sum Atli Dam
hevur gjørt tað. Atli gjørd-
ist fyrstu ferð løgmaður
eftir løgtingsvalið í no-
vember 1970. Samgongan
varð skipað 10. desember í
1970, og Atli Dam var løg-
maður uttan slit til 5. januar
í 1981. Hann tók við aftur
10. januar í 1985 og sat inn-
til 18. januar í 1989, og so
varð hann aftur løgmaður
frá 15. januar í 1991 og inn-
til 18. januar í 1993.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at Atli Dam var løg-
maður í 16 ár ein mánað og
sjey dagar. Næstlongstu
tíðina í løgmansembætin-
um hevur Kristian Djur-
huus átt. Hann var løg-
maður í 10 ár ein mánað og
seytjan dagar.
Í tey gott og væl sekstan
árini, sum Atli Dam var
løgmaður, stóð hann á odda
fyri samgongusamráðing-
um eftir fimm val, og eina
ferð skipaði hann tvær sam-
gongur í einum valskeiði.
Tá ið Atli Dam fyri síðstu
ferð legði løgmansstarvið
frá sær í januar í 1993,
hevði hann verið sam-
gonguleiðari hjá øllum
flokkunum, sum høvdu
verið umhoðaðir í løgting-
inum í hansara tíðarskeiði í
politikki.
Skoðsmálið, sum Atli
Dam hevur fingið frá teim-
um, sum hava samstarvað
við hann, hevur verið, at
hann var stinnur og álitis-
fullur stjórnarleiðari. Eing-
in ivi var í, hvør tað var,
sum stóð við endan, og løg-
maður varð sagdur at
standa við endan undir øll-
um umstøðum. Landsstýrið
var framvegis kollegialt, tá
ið Atli var løgmaður. Tað
vil siga, at allir landsstýris-
menninir høvdu ábyrgdina
av øllum, sum landsstýrið
samtykti og útinnti. Allir
landsstýrismenninir sótu í
Tinganesi, og løgmaður
gjørdi nógv fyri at fremja
samstarvið.
Eyðkent fyri Atla Dam
var, at hann altíð sá møgu-
leikan, hóast tað kundi
tykjast at síggja svart út.
Hann nýtti orðaløg sum, at
tað nú var neyðugt at herja
á aftur, og at tað var neyð-
ugt at mýkja støðuna, og
tað bar sum oftast langt.
Ongar parlamentar-
iskar royndir
Atli Dam trein inn á polit-
iska pallin í Føroyum 9.
mars í 1970, tá ið hann var
37 ára gamalur. Tá var hann
ikki alment kendur persón-
ur í Føroyum. Hann hevði í
Keypmannahavn lokið út-
búgving sum verkfrøðing-
ur, og hann hevði eitt skifti
arbeitt í oljuvinnuni í Mið-
eystri, tá ið Javnaðarflokk-
urin sendi boð eftir honum
at koma heima at taka við
landsstýrissessi.
Hóast Atli Dam ongar
parlamentariskar royndir
hevði, tá ið hann kom til
Føroya, so var politikkur
honum avgjørt ikki ókunn-
ugur. Atli var fyrst og
fremst politiskt upplærdur
heima við hús á Tvøroyri,
har barnaheimið andaði og
livdi í og fyri politikki.
Pápin, Petur Mohr Dam,
var fyrsti formaður í Javn-
aðarflokkinum, og eisini
eftir at Atli var farin av
landinum í lestrarørindum,
hevði hann nógv samband
við politiska umhvørvið.
Bæði við politiska um-
hvørvið í Føroyum og eisini
í Danmark. Í útisetatíðini
var hann ofta at síggja á
Christiansborg, og hann
hevði tætt samband við
nógvar danskar javnaðar-
menn, sum hann m. a.
hevði lært at kenna ígjøg-
num politiska virksemið
hjá pápanum, Peturi Mohr
Dam, sum var fólkatings-
maður 1948-1957 og frá
1964 og inntil hann tók við
sum løgmaður 12. januar í
1967. Tá var hann stutt
frammanundan - 13. de-
sember í 1966 - enn eina
ferð valdur til fólkatings-
mann.
Atli Dam duldi ongantíð,
at politiska hugsjónin og
politiska virksemið hjá
pápanum, sum hann sá
ógvuliga stórt í, hevði
ógvuliga stórt árin á hug-
sjónina, sum hann arbeiddi
fram ímóti. Orsøkin til at
Atli Dam trein inn á før-
oyska politiska pallin hevði
óbeinleiðis við pápan at
gera. Tá ið Petur Mohr
Dam doyði 8. november í
1968 - hann er tann einasti,
sum er deyður, meðan hann
hevur verið løgmaður -
býtti
Javnaðarflokkurin
løgmansembætið um við
tveir
landsstýrissessir.
Jacob Lindsenskov og Villi
Sørensen komu í landsstýr-
Metini hjá Atla Da
Atli P. Dam er tann, sum hevur sitið longst í løgmansembætinum. Metið hjá honum verður neyvan tikið. Hann sat fyrstu ferð sum løgmaður í 10 ár út í eitt. Eftir fýra ár í andstøðu sat hann aftur
sum løgmaður í fýra ár frá 1985-89. Eftir stóra sigurin hjá Javnaðarflokkinum á valinum í 1990 skipaði hann aftur samgongu og var løgmaður frá 1991-93, tá Marita Petersen, sála, tók yvir
løgmanssessin og formanssessin í Javnaðarflokkinum, tá Atli P. Dam legði frá sær