Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 9. februar 2005 13 m verða ikki tikin ið, sum Kristian Djurhuus nú var løgmaður fyri. Hetta var 19. november í 1968, men 1. januar í 1970 and- aðist Villi Sørensen, og tá var tað, at boð vórðu send eftir Atla Dam. Atli var landsstýrismaður í samferðslu- og fiski- vinnumálum fram til eftir valið í 1970. Á løgtingsval- inum 8. november 1970 varð Atli uppstillaður á javnaðarlistanum í Suður- oyar valdømi ella á sama lista, sum pápi hansara hevði verið uppstillaður og valdur á øllum valunum 1928-1966. Suðuroyingar góvu Atla Dam dygga álitisváttan beinanvegin. Á valinum í 1970 fekk hann 542 persónligar atkvøður, og hann varð valdur aftur á øllum valunum fram til og við í 1988. Skifti makkarar Eftir valið í 1970 helt Atli Dam, sum skjótt gjørdist formaður í Javnaðarflokk- inum, fram í sonevndu heimastýrissamgonguni, sum Petur Mohr Dam hevði verið oddamaður fyri 1958- 1962 og 1966-1968, og sum Atli Dam í 1970 hevði verið landsstýrismaður í. Men eftir valið í 1974 skifti Atli Dam samgongu- felagar. Hóast hann var ríkisfelagsmaður um ein háls, so vildi hann royna møguleikan at yvirtaka umsitingina av felagsmál- um, soleiðis sum tað var latið upp fyri í grein níggju í heimastýrislógini. Sam- gongusamráðingarnar vóru drúgvar, men 11. januar í 1975 varð samgonga skip- að millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveld- isflokkin. Høvuðsarkitekt- arnir aftan fyri samstarvs- avtaluna vóru Atli Dam, Jógvan Sundstein og Finn- bogi Ísakson. Talan var um breiðastu samgonguna, sum inntil tá hevði verið undir heima- stýrisskipanini. Samstarvið slitnaði mitt í næsta val- skeiðnum. Í tey seks árini vóru útbyggingarnar og broytingarnar av almenna sektorinum og høvuðsvinn- uni ógvuliga stórar. Postverkið varð yvirtikið, og fyrisitingin av heilsu- verkinum, almennaverkin- um og skúlaverkinum vórðu yvirtiknar. Ráfiska- grunnurin, sum uppruna- liga var ætlaður sum stuð- ulsskipan til útróðurin, sum í 1975 var í kreppu orsaka av oljukreppuni, sá dagsins ljós, og sambært samtykt á havrættarstevnu hjá ST varð føroyska fiskimarkið 1. januar í 1977 flutt út á 200 fjórðingar. Í januar 1974 samtykti Løgtingið, at Føroyar ikki skuldu taka av tilboðnum um at gerast limur í EEC, sum tað tá kallaðist. Eftir tað vóru nógv samráðing- arumfør um fiskiveiðu- sáttmála og handilssam- Framhald á næstu síðu Atli P. Dam kom í lands- stýrið fyrstu ferð, tá Ville Sørensen doyði nýggjársdag í 1970. Atli kom úr Kuwait, har hann arbeiddi sum verkfrøðingur og tók við sum landsstýrismaður í mars- mánaði. Eftir løgtingsvalið í november skipaði hann samgongu í desember. Gamla samgongan helt fram, men við Atla Dam sum løgmanni saman við Jákup Lindenskov. Sambandsflokkurin valdi tveir nýggjar landsstýris- menn, Petur F. Christiansen og Eli Nolsøe. Sjálvstýris- maðurin, Sámal Petersen úr Klaksvík helt fram, men legði frá sær í 1972, tá Asbjørn Joensen kom í landsstýrið (sum myndin sýnir) Óbeinleiðis orsøkin til, at Atli Dam kom upp í politikk, var at pápi hansara doyði í løgmansembætinum í 1968. Tá býtti Javnaðarflokkurin løgmansembæti um við tveir landsstýrissessir. Jákup Lindenskov og Ville Sørensen komu í landsstýrið, meðan Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum gjørdist løgmaður. Tað var tá Ville Sørensen doyði nýggjarsdag í 1970 – í landsstýrisembætinum – at boð vóru send eftir Atla Dam, sum tók við sum landsstýrismaður í samferðslu og fiskivinnumálum fram til valið í november hetta árið