Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 27 - 9. februar 2005 starv. Eins og í samráðing- unum um fiskimarkið, so var tað løgmaður, ið stóð á odda í føroysku samráðing- arnevndini. Tá var tað, at Atli Dam fekk skoðsmál sum ógvuliga miðvísur og treiskur samráðingarleiðari. Eftir fleiri val ljóðaði, at tað vóru samráðingar mill- um gomlu heimastýris- flokkarnar, men tað sam- starvið kom ikki afturíaftur, meðan Atli Dam var for- maður í Javnaðarflokkin- um. Eftir valið í 1984 skip- aði Atli Dam samgongu saman við Tjóðveldis- flokkinum, Sjálvstýris- flokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum. Í seksti árunum varð farið undir útbygginar av føroyska valferðarsamfe- lagnum eftir norður- lendskum leisti. Í sjeyti og í áttati árunum vórðu stórar útbyggingar framdar á heilsuøkinum, almanna- økinum, skúlaøkinum og ikki minst á samferðslu- økinum. Havnir, vegir, tunlar og brýr og ferjur til sigling innan- og uttan- lands, og elektroniski infrastruktururin, sum vóru fyritreyt undir menning av vinnulívinum og lívskor- unum hjá teimum einstøku og lokalsamfeløgunum, vórðu nógv útbygd í tíðini, tá ið Atli Dam var løgmað- ur. Tað var í 1984-88 val- skeiðnum, at stuðulsveit- ingarnar úr Danmark vórðu umlagdar til blokkstuðuls- skipan, og tað var eisini í hesum skeiðnum, at At- lantic Airways varð sett á stovn. Kanónvalið og fallið Størstu álitisváttanina í politiska lívinum fekk Atli Dam á løgtingsvalinum 17. november í 1990. Tá vann Javnaðarflokkurin tíggju valdømisvaldar tingmenn. Møguleikar vóru fyri tvey flokka meiriluta landsstýri saman við Fólkaflokkinum, og Atli Dam nýtti møgu- leikan. Tá ið landsstýrið varð skipað í januar 1991, boðaði Atli Dam frá, at hann orsakað av heilsu- trupulleikum fór at taka seg aftur sum løgmaður mitt í valskeiðnum. Hann helt orð. 18. januar 1993 tók Marita Petersen við sum løgmaður, og Atli Dam gjørdist tingmaður og dagligur leiðari í Realinum. Har hevði Atli Dam eisini verið leiðari 1981-85 og 1989-1990. Ein av orsøkunum til at valið í 1990 var so framúr gott hjá Javnaðarflokkinum var, at Atli Dam eftir áheit- anir undan fleiri valum, flutti uppstilling úr Suður- oyar valdømi og í Suður- streymoyar valdømi, har hann við 1356 persónligum atkvøðum lyfti Javnaðar- flokkinum til úrslit, sum flokkurin ongantíð framm- anundan hevði fingið í høvuðsstaðnum. Fýra ár seinni var upp- stillingin hjá Atla Dam í Suðurstreymi orsøk til, at hann ikki varð afturvaldur, tá ið Javnaðarflokkurin misti helmingin av ting- sessunum og bert fekk fimm tingmenn valdar. Tá varð lítil ivi mettur at vera um, at Atli hevði varðveitt løgtingssessin so leingi, sum hann sjálvur hevði havt hug til tað, um hann hevði havt verið uppstill- aður í Suðuroyar valdømi og ikki í høvuðsstaðnum. Uttan fyri land- oddarnar Atli Dam hevði í upp- vøkstrinum fingið poli- tikkin í blóðið. Hann fylgdi væl við í, hvussu politiska heimskortið myndaðist og broyttist, og ikki minst hevði hann stóran áhuga í donskum og norðurlendsk- um politikki. 12. desember í 1990 varð Atli Dam valdur í fólka- tingið við 2.086 persón- ligum atkvøðum. Meðan hann var løgmaður í 1991 og 1992, var eykamaður í fólkatinginum, men í 1993 og fram til fólkatingsvalið 21. september í 1994 var hann aftur í fólkatinginum. Frá 1989 og fram til 1991 var Atli Dam limur í Norð- urlandaráðnum. Minnisvarðin Umframt omanfyri nevndu arbeiðssetningar, sum Atli Dam var við til at røkka, og sum hann ofast var odda- maður fyri at avrika, er tað serliga ein varði, sum stendur eftir politiska starv- ið hjá honum. Tað er yvir- tøkan av ráevnunum í undirgrundini. Hetta var drúgt arbeiði. Farið varð undir fyrstu samráðingarnar við danir miðskeiðis í sjeyti árunum. Málið var rokkið 11. sep- tember 1992 ella dagin fyri 60 ára føðingardagin hjá Atla Dam, sum tá var løg- maður. Henda dagin boð- aðu Poul Schlüter og hans- ara menn Atla Dam og landsstýrinum frá, at stjórn- in hevði gjørt av, at Føroyar kundu yvirtaka ráevnini í undirgrundini treytaleyst. Síðani tá hevur nógv ver- ið tosað og skrivað um, hví danir vóru vornir so med- gjørligir. Atli Dam undir- strikaði aftur og aftur, at gongdin í hesum málinum var skúladømi um, hvat kundi spyrjast burturúr, tá ið serfrøðin og politiski myndugleikin aftur og aftur løgdu aftur á aftur fyri at sannføra donsku myndug- leikarnar um, at føroying- arnir høvdu bestu kortini á hondini. Framhald av s. 13 Atli Dam eftir tvey skeið sum løgmaður – avmyndaður á Tinghelluni í Tinganesi seinast í sjeytiárunum. Um hetta mundið samstarvaði Javnaðarflokkurin við Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin – og gongd kom á yvirtøkurnar. Men hetta samstarv endaði við nývali í úrstíð í 1980 Í 1990 vann Javnaðarflokkurin stórsigur á løgtingsvalinum, og Atli Dam kundi nú skipa eina tveyflokkasamgongu millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Tá boðaði hann frá, at hann ikki fór at sita sum løgmaður alt valskeiðið. Hann legði frá sær í januar í 1993, og Marita Petersen gjørdist løgmaður