Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nr. 27 - 9. februar 2005 15 Tað var við sorg at eg í gjárkvøldið frætti, at Atli P. Dam, fyrrv. løgmaður ikki longur var okkara millum. Hetta kvøldið kom tann stóra kvirran. Tann virksama sálin var farin yvir um fjallatrom- ina og inn í ævinleikan. Fyrstu ferð eg lærdi Atla P. Dam persónliga at kenna var tann 10. januar 1985 - fyri 20 árum síðani. Hann var trúfastur samstarvsfelagi. Hevði politiskt hegni sum fáur, og politiska handalag hansara skaraði framúr á mongum økjum, og førdi til stórar politiskar sigrar fyri Føroyska samfel- agið. Politisku eyðkennir hansara vóru serstøk: hann hevði sera gott politiskt handalag, hann var trúfastur og hann var álítandi í øllum tí hann fekst við. Ein stríðsmaður hevur lagt árarnar inn, og tað er ikki ov nógv sagt, at Atli P. Dam hevur burtur av æviskeiði sínum latið ótrúliga nógv eftir seg í sambandi við tey mongu ábyrgdarstørv, hann átók sær til frama fyri føroyska samfelagið. Hann var eisini til tað seinasta sera áhugaður og eldhugaður fyri øllum tí, sum rørdist rundan um hann. Vit vilja á hendan hátt takka fyri vinskap og trú- festi og fara altíð at minnast Atla P. Dam, fyrrv. løgmann við æru, og lýsa frið yvir minni hansara. Lasse Klein Minningarorð um Beintu Joensen »Teim, ið treingja, skalt tú vera góður, troysta tey, ið eru veik og arm. Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður, Tekur tær úr hjarta sorg og harm.« Sangurin, sum ljóðaði tá ið Beinta fór til jarðar, kundi ikki hóskað betur. Beinta gekk fram við góð- um treysti, hóast hennara lív ikki altíð var so lætt. Beinta arbeiddi sum serráðgevi á Barna- og ung- dómsdeildini á Almannastovuni, nú hon andaðist. Henni dámdi sera væl at arbeiða sum sosialráðgevi, tí hon brendi veruliga fyri sínum faki. Hon segði at ein av orsøkunum til, at hon fór undir útbúgvingina sum sosialráðgevi, var hennara áhugi í at hitta fólk høg sum lág, og veita teimum ráðgeving í ymiskum viðurskiftum, tí hon hevði lætt við at tosa og koma í samband við fólk. Vit sum arbeiddu saman við Beintu, sakna okkara góða starvsfelaga og góða vin. Hon var stillfør, tolin, klók og gjørdi ikki nógv um seg. Beinta var ein yrking, hon var fín, vøkur, sart og sterk, alt í einum. Høg og ljós, líka vøkur innan sum uttan. Hon elskaði síni børn, Rók og Gestur, og hon tosaði altíð um tey. Børnini vóru hennara univers, har alt sprettið frá. Tey vóru hennara fundament og tey góvu hennara lívi innihald og mál. Góða Rók og góði Gestur, mamma tykkara var nakað heilt serligt. Hon var nærverandi, lívsglað og mild, og tit vóru altíð í hennara tonkum. Vit sakna hana eisini og vildu ynskt at tykkum og okkum untist longri tíð saman við mammu tykkara. Ærað veri minni um okkara góða starvsfelaga. Starvsfelagarnir á Barna- og ungdómsdeildini á Almannastovuni Dagurin 9. februar.Appolonia, deyð umleið ár 250. Ein kona í Aleksandriu, sum fyri trúar sakir varð pínd og dripin. Halgisøgan sigur, at hon fekk allar tenninar trektar út og varð síðani brend á báli. Hon er verndarhalgimenni hjá tannlæknum. Navnið er eftir grikska gudinum Apollon, hin ljómandi. Minningarorð um Atla P. Dam fyrrv. løgmann Í døgunum frá 8. til 20. februar 2005 skipar Tórshavnar Kvøld- og Ungdóms- skúli fyri trimum framsýningum undir heitinim »Spírandi list« í Smiðjuni í Lítluvík. Týsdagin 8. februar kl. 12 læt ein flokkur upp eina framsýning, sum verður opin til og við fríggjadagin 11. februar. Allar dagar frá kl. 12-18. Næmingarnir ganga á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla í Havn og í Kollafirði. Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Fyrsta av trimum framsýningum í Smiðjuni Tey sum sýna fram í Smiðjuni. Aftara rað f.v.: Per Poulsen, Tórshavn, Arne J. Arnskov, Tórshavn, Poul Justinussen, Tórshavn, Juel Høgnesen, Leirvík, Marita Christophersen, Tórshavn, og Ada í Líð, Tórshavn Aftara rað f.v.: Sheila J. Arnskov, Tórshavn, Martina Eriksen, Tórshavn, og Randi M. Gunnarsdóttir, lærari Julianna Bech Húsgarð og Vera Bjørgvin úr Havn og Arnbjørn Christiansen úr Kollafirði vanta vanta á myndini Mynd: Álvur Haraldsen