Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 27 - 9. februar 2005 Ein spælibróðir, Signar á Brúnni, verður seksti 10. februar, og her eru nøkur minnisbrot frá barna- árunum á Bakkanum Lívið er sum ein góður tango, tvey fet fram og so eitt aftur o. s. fr. Tú kemur altíð fram í hesum lívsins tangofetum. Soleiðis var eisini á Bakkanum fyri fimmti árum síðani.. Lívið á Bakkanum var tengt sam- an við skip, bátar, Bólstein, Garðarnar, Uppi á Stíggi, heimið, bakkafólk, kaina og Kolbrúnna. Tíðin sýnt- ist at standa still sum í ein- um dragandi tango, men hóast tað, so fór hon eisini í tíðarinnar hav. Her var eitt yðjandi lív frá morgni til myrkurs. Ein fittur smádrongur uppi við Bólstein við purlutum ljós- um hári reikaði millum hin- ar dreingirnar, og runnu løt- urnar av stað í ribbalda kendum spæli í ovfarakæti tíðliga og seint. Hóast Signar var móðurloysingur, stóð við klettin í sinninum. Mamman Sigga, sum var ættað úr Toftum í Fugla- firði, dóttir Jóan Paula og Gøtu Petru, doyði í barsil- song við Signari. Sostatt var hann uppkallaður eftir mammuni. Sigga hevði sera lætt sinni og skemtilig, sum hevur merkt ættina úr Tronganum, og hevur Signar eisini hetta skemti- liga yvir sær, og longu frá barnaárum var góð tøgg í løtunum, sum runnu av stað uppi við Bólstein. Hann vaks upp hjá Hans Davidi, pápabeiggjanum og Kristi- annu saman við Atla og Katrinu. Hans David var skipari á Mazeppu øll hans- ara barnaár, og var altíð hugnaligt at koma á gátt hjá teimum. Bólsteinur Skamt frá húsunum var Bólsteinur. Sum eitt ævin- týr lá hesin steinurin og goymdi at mongum kveikj- andi barnadreymum. Tíð- liga og seint varð spælt við henda sjaldsama stein. Hann dróg teg at sær og fekk teg at vera eitt við henda urgamla uppruna skulptur. Hann var og er ein standmynd úr Várharrasa lítla fingri. Ta ið regn var, var ein lítil dammur í kríll- inum á hesum hulisliga gróti. Onkuntíð fóru løturn- ar av stað við at floyta við pekum í hesum lítla dammi. Heimurin bara vaks á hesum inntonkta skalla. Atli var tann, sum mangan plagdi at liggja í hesum grýtuta lendi við hondum uppi undir kinn og droyma seg burtur í hesum Keops hæddum. Hann fór í skúla, áðrenn Signar og eg settu okkum á skúlabonk. Herluf hevði í rokning lært hann ramsuna at býta: Fáa gang, falda, trekkja frá, taka niður. Fáa gang, falda, trekkja frá, taka niður o.s.fr. Hetta rungaði í oyrunum allan dagin á tamp, og onkuntíð var lag sett til hesa ramsu. Á fyrsta sinni, tá ið farið varð í skúla, og henda ramsa varð hildin á lofti í skúlanum, vart tú professari á hesum øki. Hetta hevði tú lært uppi á Bólsteini í einum dulkend- um heimi, sum lat av sær eins nógvar spurningar sum Keops pyramidan, sum í sjálvum sær er eitt rokni- stykki. Tað var Bólsteinur eisini. Stíggjurin og Garðarnir Oman fyri vóru Garðarnir og Stíggjurin. Her reikaðu bakkadreingir tíðliga og seint. Bólsteinur var rund- ur, men Nubbisteinur peiggjaði beint upp í loft. Hann stóð beint niðanvert garðarnar. Einum sinni smiðaðu vit klubba her. Hetta var um tað mundið, tá ið Gamli Sámal Petur varð borin út nov. 1955. Tá ið kirkjuklokkan við sínum seintungu sløgum boðaði frá, at nú fór Gamli Sámal Petur inn um kirkjugarðs- grindina, hildu vit dreingir, at friður átti at valda við Nubbistein, meðan hin gamli fór inn um himm-als- ins portur. Vit settu okkum upp á steinin og hildu sam- an hendur í kyrru, meðan elli gamli maðurin varð potaður niður í ta svørtu mold. Tá ið dastið frá hesi jarðarferð var farið í ta døkku mold, varð bygging- in tikin uppaftur. Spæli- brøðurnir í grannalagnum, Petur Jón og Jákup, vóru við í hesi verkætlan. Smátt- an var sett saman av viði úr ølkassum, tunnustavum og sildakassum. Ølkassarnar funnu vit við tann grøna skúrin, sum Kampsaks hevði nýtt, meðan kaiin varð gjørd. Hesin skúrur var brúktur til útsølu á onkrari Varmakeldustevnu. Oman fyri hesa grønu borg lógu tómir ølkassar. Í einum av hesum kassum fann Jákup eitt enskt pund. Farið var heim á kantórið hjá Pidda at veksla pundið. À, det ríkidømi, sum nú var. Heilar tjúgu krónur fóru í lumman. Ja, kanska eitt sindur minni, men ein dagløn spurdist burtur úr hesum. Jákup keypti bein- anvegin okkurt søtt undir tonn-ina og gav hinum spælibrøðrunum burturav, ikki bert tað, nei, nú skuldi klubbin ikki smíðast við gomlum seymi, men nýggj- ur seymur skuldi prýða samankomingarnar. Væl- signað veri pundið, varð henda smátta reist við Nubbistein, sum altíð minti teg á, at hetta var í tí Harr- ans ári, tá ið Gamli Sámal Petur varð borin út. Uppi á Stíggj stóðust mangar orrustur. Í skúlan- um varð avrátt, hvussu leik- ur skuldi fara fram eftir skúlatíð. Onkuntíð var kríggj millum gjógvara- dreingir og bakkadreingir. Tað fór fram niðri í bygd- ini. Tað var ikki gamans- leikur at vera fyri, men orr- ustan Uppi á Stíggj var meira »kultiverað«. Hon var siðiligari og fór fram eftir fastari avtalu millum bakkadreingir, sum høvdu virðing hvør fyri øðrum, og tá ið tú vart tikin fangi, vart tú væl havdur av mótstøðu- liðnum. Stíggjurin dróg. Ævintýrið frá hesari verð tók ongan enda. Var tað ikki spæl, so settu vit okk- ara heimagjørdu tjøld her uppi og svóvu burtur tær blíðu summarnæturnar saman við dúrandi haga- fuglum og teirra lótum. Teltini vóru sum sagt heimagjørd. Teltið hjá Atla og Signari var framúr snøgt. Kristianna var ein tann fyrsta mamman, sum seymaði eitt slíkt telt burtur úr mjølposum frá Tip-Top. Hetta telt varð brúkt sum fyrimynd hjá øðrum mammum at tilevna burtur úr hesum »vadmali«. Væl bar til. Okkurt av hesum teltum lavaði eitt sindur, og gjørdi hetta bara henda býling meira livandi. Hetta var ein býur av ovurkátum ribbaldum, sum høvdu leit- að sær niðanfrá og vildu vera fyri seg sjálvar. Burtur frá teimum grenjutu mammunum, gomlu kon- unum og monnunum. Fedr- arnir vóru til skips, so teir rukku ikki so langt, at teir kundu formana okkum. Nú var óvitalívið sett í karm av dreingjalótum, snildi og ævintýri ovast uppi á Stígn- um. Tú vart harri í tínum egna býli, og ikki sørt av errinskapi lá yvir teltbýn- um, sum stóð kriahvítur uppi á teimum gráu klett- unum. Tá ið tað rivaði fyri eygunum árla á morgni, og tað dró ikki skýggj fyri sól, lá Fuglafjørður so svøvn- tungur í morgunroðanum og goymdi at teimum til- komnu og lýddi teimum í hoyra, at tað fór at verða ein dýrdardagur. Fuglaljóð og ljóðkátir smádreingir lov- prísaðu løtuni eins og tann fríði fuglurin. Flakarnir Einki dreingjalív uttan flakar. Fyrstu flakarnir, ið vórðu smíðaðir, vóru gjørdir úr tunnustavum við einari sildatunnu í miðjuni við holi í, har sitið varð í og róð við eini kajakkár. Flotið var blikk og sildaflot úr tundri. Hesin flakin var ikki so framkomin, eins og teir næstu vit smíðaðu. Sum í allari menning her á landi, broyttust flakarnir í stødd og sniði til tað betra. Úti á Pollinum lá ofta eitt stórt tal av russiskum sildaskip- um. Tá ið hann var lands- ynningur og sunnan í ættini við nógvum vindi, fóru fleiri russarabløðrur av russisku sildaskipunum á bláman og inn eftir vágni og endaðu inni á sandin- um. Okkurt gløgt dreingja- høvd fekk eitt hugskot at brúka bløðrurnar til flot undir flakunum. Bløðrurn- ar vóru svartar úr gummi og vóru umleið ein metur í tvørmát. Nú blivu flakarnir ikki gjørdir úr tunnustav- um, men sildakassum. Russararnir vóru framma- laga, tá ið um flotið galt. Russaratundrini flutu so nógv lættari í sjónum enn tey, sum føroysku sluppirn- ar drógust við. Somuleiðis kíkarnir, sum vóru rættiliga tungir at handfara. Nei, russarabløðran broytti snið- ið og skapið á flakunum. Tær vóru lættar, og ein kundi bera einum tveimum óvitum uppi. Hugsi, at tað vóru Bergur Nón og Signar, ið høvdu ein sera snotiligan flaka. Javnan vóru tað tveir og tveir um hvønn flaka. Greinskrivarin og Óla Jakup Christiansen vóru reiðarar á einum flaka. Flakin hjá Margeir Tofte- gaard stendur fyri mær enn tann dag í dag sum ein fyri- mynd upp á gott smíð. Snotiligur, svartmálaður við hvítari rond og lættan tók hann seg fram eftir sjónum. Róð varð um fjørð- in við hesum førum. Yvir á Árnastein eftir tara. Hetta var ein Grønlandstúrur. Settu skrubbulínu millum Ruth og Jakkumotor. Spæl- ið var ein ímynd av tí, ið fedrarnir tókust við. Fleiri blivu rættir sjómenn og skiparar, onkur lærari, politikari og landsstýris- maður. Kanska er tað russ- arabløðruni fyri at takka, at svá bleiv. Russisku móðurskipini lógu úti á vágni og høvdu vit eisini eitt móðurskip. Hetta varð smíðað av teim- um eldru dreingjunum og varð álagt teimum smærru at koma við so og so nógv- um naglum hvønn tann ein- asta dag, meðan smíðingin stóð uppá. Guði náði tann, sum helt seg undan. Snøgt sagt, hann varð avhølvaður av hesum harrafólki. Í dag kunnu vit líta aftur um bak og geva tí okkurt nýmótans heiti og leggja tað í sukur- laka. Nei, í hesum dreingja- samfelag var tað soleiðis, at eitt var orðið, og annað var nevin. Saman við hesum lagsbrøðrum á flakunum fram við sjóvarklett og fjørusand fór dreingjalívið av stað í ávikum, sum menti teg til mans. Tey eldru ristu bara við høvdin- um og spurdu: Hvat verður av hesum harkaliði? Allir komu væl undan og kundu teljast millum menn. Eftir øllum sólarteknum, skuldi onkur okkara verið farin undir tað váta lakið. Onk- untíð stóð illa til, tá ið flak- ar koppaðu og tú fórt undir kav, men Guð havi lov fyri tað, var hetta ongum fyri at drukna í hesum vási. Stórabrúgv (Kolbrúgvin) Stórabrúgv hjá Gamla Sámal Peturi var ein livandi vera. Har vóru fólk tíðliga og seint. Sluppirnar komu undan Grønlandi og Íslandi og løgdu fiskin upp her, og vóru dreingirnar uppí, tá ið lossað varð. Myndin av mammum og børnum, sum stóðu á brúgvarendanum og tóku ímóti, tá ið skipini komu heimaftur, er ein al- føgur mynd, sum er rist í hugan frá hesi tíð, tá ið hvørt heim í Fuglafirði hevði ein ella fleiri av sín- um á sjónum. Róp kom í, tá ið t. d. Mazeppa kom undan Enninum - Mazeppa ohoy! Mazeppa ohoy! Tey, sum vardu av, tustu norður á brúnna. Tá ið lagt varð at stóðu skipsmenninir so væl snollaðir frammi á bógnum og á dekkinum. Okkurt gott var í væntu. Reisan úr Grønlandi tók einar 14 dag- ar. Hugsi hesar løtur fóru av stað við at tilevna eina dukkusong, holabát ella eitt skip til børnini. Hans David hevði ein túrin heim við sær tveir lastbilar til Signar og Atla. Teir vóru blágráir á liti, høvdu reyða last og kundu vippa. Slíkar bilar hevði eingin drongur á Bakkanum sæð áður. Flestu bilarnir vit spældu við, høvdu vit klossað saman sjálvir. Hetta var krotu- smíð, men tað sum nú fór eftir vegnum undir Ból- stein, var smíðað so fins- ligt, sum vit ikki dugdu. Her fór leikur fram í eini hugaverð, sum tengdi fedranna sjólív í tilevnaðar lutir úr eini sjómannahond, sum rakk av Kappanum til Kolbrúnna og ævintýr- heimin við Bólstein. Ikki vóru tað myntirnir, ið ríkaðu barnasinnið frá hesi tíð, men heldur ímynd- ir av eini einfaldari tilveru sum var litrík og avspeglaði vakstramanna tilveruni á sjógvi og landi, sum óivað mundi vera stríggin og stravin. Hetta rann ikki okkum til hugs, og minni vit merktu tað á foreldrun- um, tá ið páparnir komu heim av einum miseydnað- um túri. Kolbrúgvin ( Stórabrúgv) hevði eina luftbrúgv og ein krana. Luftbrúgvin var himmalhøg. Har upp klattr- aðu vit mangan og vóru við, tá ið vagnarnir fóru eftir skinnarunum inn og út. Kolið varð stoytt í kol- kjallaran og salti í saltkjall- aran. Hetta var snilt. Einans tveir, tríggir mans skuldu til hesa lossing, men stutt- ligt var at standa á vognin- um, meðan »tokið« dartaði inn og út. Ikki at gloyma kranan, tá ið vit syftu onkran út yvir brúgvarend- an og niður ímóti vatna- skorpuni. Onkuntíð endaði onkur á sjónum. Á det lev- int, ið tá var. Gekkurin, Kristian hjá Trónda og Alexandur á Eiði vóru ar- beiðsformenn, góvu okkum ein skarpan gang. Ein brest í reyvina… upp á ein »penan« máta, men tú fekst eisini at vita, hvør ið ráddi fyri borgum. Ólukkudýrið, ið fleyt á sjónum, stríddist fyri lívinum, men kom um- síðir klórandi upp eftir pel- unum. Spælið var fullkom- ið. Tað villa, tað øra var markleyst, sum mangan kom til sjóndar í spælinum niðri við vátan sjógv og fjørulut. Alt ella einki hjá Signar á Brúnni 60 ár