mikudagur 9. februar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2005
17
hesum óstýriligu ribbald-
um, sum illa dugdu at skina
á, hvat var loyvt og ikki
loyvt. Hugsi nógvir bakka-
dreingir kenna seg aftur í
hesum villmannalívi á tí
heilaga
slottinum
Kol-
brúnni, sum var fyri guðar,
sjómenn,
hampafólk,
treiskar og tóvuttar smá-
dreingir.
Kaiin og russararnir
Tað var ein dekans munur
millum
Kolbrúnna
og
kaiina. Tað komu nógv stór
før til bygdina um hetta
mundi og løgdu upp kol og
salt við Stórubrúgv. Kain
var størri í vav, men ikki so
høg upp á fót sum Stóra-
brúgv, men ikki at for-
gloyma tey stóru russisku
móðirskipini, ið løgdu at
her, t. d. Tobruk og Narvik
sum mundu vera eini
10.000 tons til støddar. Ikki
so sjáldan hálaðu russar
vatn við kaina. Hetta vór
minni før. Onkrir av teim-
um
itu
Groznjeft
og
Aznjeft. Russarnir vóru
blíðir - kino dobra - filmur
góður, dugdu vit at siga, og
ikki so sjaldan varð farið
um borð at hyggja at film-
um. Meðan, antin tað var
Tobruk ella Narvik, ið lógu
at, varð hvítt lørift hongt
upp á ein av ljóssteyrunum
á kaini, og filmstólið stóð
innan fyri eitt kúgveygað á
damparanum, snurraði, og
bleiktraði, meðan ein fjøld
av fólki stóð um kvøldarnar
og hugdu at. Hetta var
forkunnugt filmslív, men
ólukkutíð
kom
danska
»øvrigheitin« og forpurraði
filmsýningini. Sjálvur tann
grái Lundin hjá tí donsku
sjóverjuni kom upp í leikin
og steðgaði hesari livandi
gongd. Hví hetta var so,
fekk eingin at vita um. Sak-
leysir russarar, óskyldug
bygdafólk - vaksin, børn og
ungdómar hugnaðu sær á
kaini hesar dagar. Hetta var
undir tí kalda krígnum,
sum kanska eisini skuldu
seta síni fingramerki á góð-
varnar
sjómenn
og
góðvarið bygdarfólk, sum
bara høvdu gott at bera
hvørt øðrum. Russararnir
spældu onkran fótbóltdyst
ímóti
fuglfirðingum
á
kaini,
sum
tá
var
fótbóltsvøllur í bygdini.
Eisini sóu vit teir spæla
flogbólt sínámillum. Okk-
urt skemtiligt stakk seg
upp. Harry hjá Martini á
Støðini peikaði á kaifútan
og læt í honum: Sjumarega,
meðan russar hoyrdu. Hetta
var bara gjørt í spølni.
Millum russar fekk hann
navnið Sjumarega, sum teir
hildu vera hansara kristna
navn.
Signar, sum gekk við
einum rivnum keppi ein
dag, fekk keppin seymaðan
aftur av einum konufólki,
sum sigldi við einum av
teimum russisku vatnbát-
unum. Hetta var so sera
snøgt gjørt, at tað kundi
verið sjálv sjúkmamma
hansara, sum hevði seymað
keppin aftur.
Myndin av fimleikaliðn-
um
hjá
Petur
Sigurd
Rasmussen, ið var vikarur
við Fuglafjarðar skúla, sum
er frá 1955/56, er eisini ein
mynd av villmonnunum av
Bakkanum, sum her standa
so ernir í fimleikaklæðum,
sum mammurnar seymaðu
úr mjølposum úr Tip-Top
eins og teltini vórðu tað.
Myndin er frá einum fim-
leikatíma, sum vit høvdu
norðuri á kaiini. Vit gingu
skrúðgongu
gjøgnum
bygdina og vístu okkum,
meðan mammurnar stóðu
og hugdu at avrikinum úr
mjølposaplagginum, sum
vit ekkaleysur og stoltir
fóru í uttan knarr, fjas ella
háva. Hetta var tann tíðin,
tá ið mangt plaggið varð
virkað burtur úr ongum, og
sigast kann, at tey flestu
vóru nøgdsom glað og fyri
tað, tey fingu.
Hetta var bara nakað,
sum rann fram fyri meg, nú
Signar fer um tey seksti.
Hjartaliga til lukku við tí
runda árinum, og takk fyri
løturnar á Bakkanum fyri
50 árum síðani. Tað hendi
jú tað, at Signar flutti heim
í Gjógvará at búgva uml.
tíggju ára gamal. Tá bleivst
tú gjógvarádrongur. Hugsi
ikki tað var eins spennandi,
sum at vera bakkadrongur.
Tangotrinini
vóru
eitt
sindur annarleiðis heimi í
Gjógvará, men hóast tað
komst tú fram í lívinum og
fekst sæti millum hægstu
sessir landsins. Hetta hevur
verið eitt gott tangolag. Tað
lati eg liggja, men smá-
dreingjaløturnar vóru stutt-
ligar, spennandi, og mikil
skaldskapur var í hesum
óvitadøgum.
Frits Johannesen
Fríggjadagin 4. feb-
ruar 2005 fingu 11
nýggir KT-frøðingar
prógv á Náttúru-
vísindadeildini á
Fróðskaparsetrinum.
KT-frøðingarnir hava tikið
eina bacelorútbúgving í
kunningartøkni, sum Nátt-
úruvísindadeildin á Fróð-
skaparsetrinum bjóðaði út í
2002.
Stórur partur av útbúgv-
ingini er farin fram við
verkætlanararbeiði
og
sjálvlestri.
Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin:
Ellivu KT-frøðingar fingið prógv
Aftara rað f.v.: Marjus Østerø Nielsen, Bárður Viðberg Dam, Eyðun Nielsen, Edvard í Skorini
Joensen, Petur Arni Mortensen og Óli Gardshodn.
Fremra rað f.v.: Eyðun Lamhauge, Hallur Hjelm, Brian Sjúrðarson, Gert Joensen og Tórður
Kruse Mørkøre
Mynd: Fróðskaparsetur Føroya
Frensur á
posthúsinum
Hesin grá/hvíti frensurin
hevur hildið til á Posthús-
inum á Óðinshædd í Havn
síðan mánamorgunin 7.
februar. Eigarin biðist
vinarliga ringja á tel.
212136.
Tann 4. februar 1980 byrj-
aði Mannbjørn Tausen sum
bókhaldari í Suðuroyar
Sparikassa, og hevur hann í
dag verið í starvi sum bók-
haldari/roknskaparleiðari í
Suðuroyar Sparikassa í 25
ára.
Mannbjørn tók students-
prógv í Hoydølum í 1975.
Skúlaárið 1975/76 var hann
læraravikarur í Vági. Í 1976
fór Mannbjørn at arbeiða
hjá Grannskoðaravirkinum
C.V. Weihe, har hann fekk
sína útbúgving innan bók-
hald og roknskap.
Mannbjørn hevur annars
verið sera virkin innan
ítróttin í Vági, bæði sum
leikari á 1. deild hjá VB, og
sum formaður hjá Vágs
Bóltfelag. Eitt tíðarskeið
var hann eisini virkin innan
politikk, og var hann borg-
arstjóri í Vágs Kommunu
fyrst í 1990unum.
Sunnudagin
6.
februar
2005 fingu tríggir ungir
menn prógv sum kavarar í
Klaksvík.
Teir hava seinastu vik-
urnar staðið royndir innan
kavara- teori og venjing í
svimjuhøll og venjing í
sjónum.
Janus Joensen, sum eigur
og rekur fyritøkuna Faroe
Dive
í
Klaksvík,
var
instruktørur.
Næmingarnir hava allir
verið so væl nøgdir og
hildu tað vera so spennandi
at kava, at teir hava ætlanir
um at útbúgva seg enn betri
innan kaving.
Faroe Dive, Klaksvík:
Tríggir kavarar fingið prógv
Mannbjørn Tausen, Vágur:
25 ára starvsdag hjá Suðuroyar Sparikassa
Luttakararnir f.v.:
Janus Joensen, instruktør,
Klaksvík,
Jón Ingi Johansen,
Klaksvík,
Claus Schram, Klaksvík,
og Hans í Gerðinum,
Vestmanna
Mannbjørn Tausen fekk ein
málning av Øssuri Mohr í
gávu frá Suðuroyar
Sparikassa