Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 28 - 10. februar 2005 Sangdagur fyri sangglað børn Fuglafjørður: Eins og undanfarin ár skipar Heimamissiónin aftur fyri sangdegi barn- anna. Hesuferð er ætl- anin at sangdagurin verður í Thabor í Fuglafirði leygardagin 19. mars. Sangdagurin er fyri øll børn, sum dáma at syngja, og tí er tiltakið ikki bara ætlað barna- kórum. Barnakórini, sum luttaka, hava møguleika at framføra 1 ella 2 sangir. Tey, sum tóku sær av barnakórinum á sang- skeiðnum seinasta heyst, fara væntandi eisini at venja felags- kórið, skrivar heima- síðan hjá Heimamissi- ónini. Felagskórið framførir so sangir sínar á konsertini, sum verður henda sama leygardagin í Mentan- arhúsinum í Fugla- firði. sb. Sáttmálasam- ráðingar fyri framman Arbeiðsmarknaður: Í ár eru fleiri sáttmála- samráðingar fyri framman. Eitt yvirlit, sum Vinnuhúsið hevur gjørt, vísir nær fimm ymiskir sáttmálar kunnu sigast upp í ár. Í fyrsta lagi er talan um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini, ið kunnu sigast upp til 1. mai. Føroya Arbeiðs- gevarafelag bíðar her eftir eini útmelding frá arbeiðarafeløgunum um tey samráðast sum ein bólkur, ella tey verða í fleiri bólkum. Fyrrenn tað er greitt, ber ikki til at avtala eina samráðingar- gongd. S&K sáttmálin er uppsagdur til 1. mai. Vanligt er, at samráð- ast um S&K sáttmál- an, tá ið arbeiðarafe- løgini eru liðug. Sáttmálarnir innan fíggjarheimin eru somuleiðis uppsagdir til 1. mai. Sum tað hevur verið frammi áður, er avtalað at handa krøv við SFS og Finansforbundet 14. februar. Sáttmálasam- ráðingar verða eisini fyri Yrkisfelagið Trygdin. Sáttmálin fyri buss- koyringina hjá Buss- leiðini í Tórshavn kann sigast upp til 1. mai. At enda verður upp- lýst, at sáttmálarnir innan handverksvinn- una kunnu sigast upp til 1. oktober. sb. Hvønn morgun fer ungi lambadrong- urin, Tráin Petursson við bussinum til skúlan í Søldarfirði. Hóast honum dámar best føroyskt og rokn- ing, so er tað ikki tann vegin hann ætlar at fara sum vaksin. – Eg kundi hugsað mær at verðið djórabio- logur, sigur hann SKÚLADRONGUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hetta er ein vanligur miku- morgun. Vit koma út eftir Skálafjørðinum, og snara síðani av við Lambareiðið. Frammanfyri okkum liggur bygdin Lamba, - henda gamla og søguliga bóndabygdin, sum longu er nevnd fyri 655 árum síðani, í 1350, men sum væl kann vera eldri. Í Lamba búgva í dag 145 fólk. Her býr nógv gott fólk – prestur, bóndi, stjórar og onnur vanlig fólk. Men her eru eisini ein hópur av børnum. Vit koma fram á ein teirra, - enntá ein sum helst er einnevndur í Føroyum. Hann kallast Tráin Peturs- son og stendur í bussskýl- inum og bíðar eftir skúla- bussinum. Í morgun var hann rætti- liga tíðliga á veg, og má tí bíða eina løtu. Tað man ikki bila so nógv, tí veðrið er gott. Einsamallur Klokkan var farin nakað av hálvgum tíggju, tá vit komu fram á Tráin. Hann stóð tá og bíðaði eftir bussinum við eitt av steðgiplássunum niðarlaga í bygdini. Tráin er partur av eini góðari skipan fyri flutning av skúlabørnum: Tey verða heintaði í bygdini, soleiðis at foreldrini sleppa undan tí nógvu koyringini aftur og fram millum heim og skúla. Henda morgunin í Lamba var einki annað fólk at síggja í bygdini enn hesin einsamalli skúlanæm- ingurin, sum var ávegis í skúlan inni í Søldarfirði. Tað eru somuleiðis onnur børn úr Lamba, sum ganga í øðrum skúlum í komm- ununi. Men tey eru helst longu farin í skúla. – Tað er bara eg og ein annar drongur her úr Lamba sum ganga í 3. flokki. Hann býr har yviri í einum svørtum húsum. – Men í dag bleiv hann koyrdur í skúla. Eg veit ikki hví!, sigur Tráin. Føroyskt og rokning Henda mikudagin hevur Tráin fleiri lærugreinir í skúlanum. Hann hevur før- oyskt, og rokning, helt hann. Hann mintist ikki akkurát beint tá. Kanska var onkur onnur lærugrein eisini. – Mær dámar best før- oyskt og rokning í skúlan- um, sigur hann. Í skúlunum í Runavíkar kommunu ganga næming- arnir ein part av skúlatíðini, og fara síðani í annan skúla. Tað sama ger seg gald- andi hjá Tráini. Hann gong- ur nú í 3. flokki í Søldar- firði, men tá hann fer í 4. flokk fer hann út í skúlan á Glyvrum. Djóravinur Tað er kanska eisini nakað tíðliga at spyrja ein so ungan pilt um, hvat hann ætlar sær at verða, tá hann verður stórur. Eg taki kjansin og spyrji, um hann hevur hugsað um nakra útbúgving og eitt starv í framtíðini. – Eg veit ikki rættiliga. Djórabiologur, kanska! Mær dámar so væl djór. – Vit hava ikki djór heima hjá okkum beint nú. Vit høvdu eina kanin, men hon doyði í fjør. Men eg kundi væl hugsað mær at fingið okkurt djór, sigur Tráin. Nógvar vinmenn Eitt er at ganga í skúla og síðani gera heimaarbeiðið. Men hvat ger Tráin aftaná skúlatíð? – Tá spæli eg inni, og úti viðhvørt. Tá vit eru inni spæla vit við Lego – og ja, so nógv. Onkutíð eisini við teldu. Og tá vit eru úti, spæla vit pikk og tílíkt. Onkuntíð byggja vit hyttir eisini. – Eg havi nógvar góðar vinmenn. Ein eitur Jákup, ein eitur Kemm og ein eitur Tummas. Teir eru fittir, sigur Tráin. Hann bíðar so trúfastur eftir skúlabussinum Tráin Petursson bíðar eftir bussinum, ið skal koyra hann úr Lamba til Søldarfirðar. – Í dag havi eg føroysk, og kanska rokning, sigur Tráin, sum man vera einnevndur her á landi Mynd: Jens Kr. Vang