Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 28 - 10. februar 2005 Nýggjur útnorður- skrivari STARVSSETAN Tíðindaskriv Á fundi í Keyp- mannahavn 27. januar gjørdi formansskapur Útnorðurráðsins av at seta Þórð Þórarinsson í starv sum skrivari ráðs- ins frá 15. februar 2005 at rokna. Þórður Þórarinsson er 37 ára gamal og hevur síðstu tvey árini starvast í kunningardeildini hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlanda ráðharra- ráðnum. Hann hevur staðið BA í samfelags- frøði á Lærda Háskúlan- um í Keypmannahavn og er í løtuni í ferð við at skriva høvuðsritgerð á sama lærustovni. Þórður tekur við starv- inum eftir Ernst S. Ol- sen, sum hevur verið skrivari Útnorðurráðs- ins síðstu fýra árini. Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskapur millum íslendska Al- tingið, grønlendska Landstingið og føroyska Løgtingið. Hvørt landið verður umboðað av 6 parlamentarikarum. Ráðið hevur skrivstovu í Reykjavík. Herða- klapp skal latast Ein og í 2003 gjørdi starvsnevndin hjá Javna av, at ein persónur hevur uppiborið heiðurin sum ársins herðaklapp 2004. Handanin av hesum varð upprunaliga ásett at verða í desember mánaði í fjør, men av persónligum ávum varð hetta tá útsett. Nú er nýggjur dagur ásettur fyri handanina, og verður hetta fríggja- dagin kl. 14, tá verk- staðurin Vón er karmur fyri lítlari samkomu. -jm Danmark snaraði til høgru Miðjan er vekk — tað vóru vanliga mið- flokkarnir, CD, Krist- endemokratarnir og Radikali Vinstra- flokkurin, sum tryggjaðu parlament- ariska grundarlagið fyri eini stjórn, men aðru ferð á rað er tað ytsti høgravongurin við Danska Fólkflokkinum CHRISTIANSBORG Marjun Dalsgaard Fogh vann stríðið um væl- ferðarsamfelagið — ella vælferðarsamfelagið tapti. Danmark snaraði til høgru, tá stjórnin hjá Fogh styrkt- ist við tveimum mandatum, sum liggja til høgru fyri Fogh sjálvan. Fyri fyrstu fer í 21 ár, høvdu Teir Konservativu framgongd, og hetta kemur helst av, at Vinstraflokkurn er farin ov langt til vinstru, og flokkurin hevur tískil mist nakrar veljarar til Teir Konservativu. Men Anders Fogh kann vera glaður, tí tað hann kann missa við at verða so miðjusøkjandi sum hann er, vinnur hann nú við at Teir Konservativu hvødu framgongd. Tað vil siga, at hann kann lata Teir Konservativu taka sær av borgarligu veljarunum, meðan hann sjálvur kann tekkjast miðjuni. Haraftrat gjørdist Radik- ala Marianne Jelved stóra sigurskvinnan, men fær einki vald sum so, av tí at hon ikki fekk nógv nógvar mandatar til at hava ein meiriluta saman við Vinstra og Konservatiu — henni væntaði ein tinglim. Radik- ali Vinstraflokkurin verður roknaður fyri at vera ein borgarligur flokkur, hóast at hann hevur verið stuðuls- flokkur hjá Sosialdemo- kratunum í fleiri ár. Radikali Vinstraflokkurin er helst eisini farin avstað við nógvum av atkvøðun- um hjá Javnaðarflokkinum, tí hesin hevur góðtikið harða útlendingapolitikkin hjá VK stjórnini. Pia harðari Pia Kjærsgaard frá Danska Fólkflokkinum koyrdi harð- ari á útlendingapolitikkin enn nakrantíð áður og vann tveir mandatar. Eitt uppskot hjá Danska Fólkaflokkinum var til dømis, at alt sum myndugleikarnir skriva av leiðbeiningum og annað skrivligt tilfar skal vera á donskum. Hetta hevur skakað til dømis heilsu- myndugleikarnar, sum ræð- ast hvat hetta kann føra til av ólukkum. Pia Kjærsgaard hevur somuleiðis nevnt, at markið til Svøríkis eigur at verða latið aftur, so innflytarir í Svøríki ikki skulu koma til Danmarkar, um so var, at teir skuldu fingið tað hugskot, at her var betur at vera. Peter Skaarup, ein av tinglimun- um fjá Danska Fólkaflokk- inum, hevur haraftrat undir valstríðnum, sum grundgev- ing fyri at allir útlendingar, ið vera familjusamanførdir, skulu lata eina DNA roynd, sagt, at nógvir útlendingar, sum koma til Danmarkar jú verða brotsmenn seinni í lívinum, og tí er tað gott, at myndugleikarnir hava teirra DNA-profil. Orsøkin til, at hetta málið tók seg upp, var, at ein donsk sjónvarpssend- ing avdúkaði, at nøkur børn eru familjusamanførd við foreldrum, sum í veruleik- anum ikki vóru foreldur teirra. Minni vælferð Í sjálvum valstríðnum hev- ur verið ilt at síggja mun á Vinstraflokkinum og Javnðarflokkinum, men hetta merkir ikki, at flokk- arnir eru eins ella hava somu dagsskrá. Hans Jørg- en Nielsen, lekor á Lærda Háskúlanum í Keypmanna- havn, er ikki í iva um, at Anders Fogh Rasmussen hevur eina aðra ætlan við vælferðarsamfelagnum enn Mogens Lykketoft. – Í so máta arbeiðir Javn- aðarflokkurin meira fyri javnaði og líkarætti, sigur hann, og leggur aftrat. – Eg eri slett ikki í iva um, at Anders Fogh er meira liberalur, enn hann sigur, men eg haldi, at hann er pragmatikari, og arbeiðir eftir, hvat hann veit kann lata seg gera politiskt. Tó fer hann altíð at velja tað meira liberalu loysnina, tá hann skal taka avgerðir, sigur Hans Jørgen Nielsen. Hann heldur somuleiðis, at um Fogh verður sitandi í 6- 7 ár aftrat, verður danska samfelagið ikki tað væl- ferðarsamfelag, sum vit kenna tað í dag. Innanhýsis stríðið í danska Javnaðarflokk- inum brýtur møguliga út í ljósan loga, nú nýggjur formaður skal finnast. Skal flokkurin koma fyri seg til næsta val, er neyðugt, at hann finnur eina fel- ags leið, sigur val- granskari CHRISTIANSBORG Marjun Dalsgaard Prísurin fyri innanhýsis stríðið í danska Javnaðar- flokkinum hevur verið høgur, og nú nýggjur for- maður skal finnast, mugu teir tríggir partarnir, sum stríðast um valdið í flokkin- um finna saman um eina leið, sigur valgranskarin, Hans Jørgen Nielsen, ið er lektor á Lærda Háskúlan- um í Keypmannahavn. Hann heldur ikki, at nýggi formaðurin í flokkinum nýtist at umboða vinnandi partin í hugsjónarliga stríðnum í Javnaðarflokkin- um, heldur eigur ein bólkur at verða settur, ið skal av- gerða politisku leiðina í flokkinum. Danski Javnaðarflokkurin er sum kunnugt tyngdur av einum stríði, ið býtir flokkin í trý. Auken, Lykketoft og Nyrup standa fyri hvør sínari vongi, har Auken liggur longst til vinstru, Nyrup longst til høgru og Mogens Lykketoft liggur eitt stað inn í millum. Eitt av høvuðsevnunum er ósemja um útbjóðing av almennum størvum, men tíðarandin er broyttur og hesum eiga tey at royna at síggja burtur frá og heldur leggja dentin á at arbeiða fyri javnaði, heldur Hans Jørgen Nielsen. – Tíðarandin er broyttur, og fría valið er komið fyri at vera. Javnaðarflokkurin skal arbeiða fyri javnaði í samfelagnum, tí tað eru tey samd um, og tað gera tey betur enn Vinstraflokkurin, sigur hann. Eitt annað evni sum skapar trupuleikar í flokkinum er útlendinga- og flóttafólkapolitikkurin. Nýtt ættarlið Hyggur ein eftir aldrinum og politiskum royndum, er eitt nærliggjandi evni til formanssessin politiski orðførarin Frank Jensen, sum longu hevur boðað frá, at hann stillar upp. Trup- ulleikin er, at Frank Jensen verður sæddur sum krún- prinsurin hjá Auken, og hann hevur enn ikki megn- að at gera seg nóg leysan av honum til at leiða flokkin inn á eina felags leið. Mogens Lykketoft gav heldur einki tekin um, at Frank Jensen fór at yvirtaka formansskapin. Hann legði dent á, at flokkurin nú má savnast, og at ein nýggjur formaður eigur at finnast við einari demokratiskari gongd. Leiðslan í Danska Javnað- arflokkinum hevur vanliga verið sera stýrandi, tá kom- andi toppkandidatar verða valdir, men verður ein nýggj leið løgd, kann tað vera, at ein av teimum yngru sleppur framat, og at eitt ættarlið verður lopið um, nevnliga ættarliðið hjá Frank Jensen. Fleiri góð boð til for- mansskapin eru millum tey ungu javnaðarfólkini, men ein trupulleiki kann vera, at tey eru ov ung og óroynd. Eitt nú Mette Frederiksen hevur gjørt vart við seg undir hesum valstríðnum, men hon er ung, óroynd og ikki minst er hon nýggj. – Í danska Javnaðar- flokkinum skal ein helst kenna tey røttu fólkini, um ein skal fáa vald, og tað ger Mette Frederiksen ikki, sig- ur Hans Jørgen Nielsen. Hann heldur tí ikki, at hon verður nýggjur formaðurin. Tó kann denturin hjá Lykketoft á eina demokrat- iska gongd vera eitt tekin um, at henda siðvenja verð- ur broytt. Lykketoft fer helst ikki frá, fyrr enn flokkurin hevur funnið ein nýggjan formann í friði og náum. Ein orsøk til at Lykketoft tók seg aftur beinanvegin var, at nýggja leiðslan skal hava stundir til at savna og styrkja flokkin áðrenn næsta val. Danski Javnaðarflokkurin má finna felags leið Pia Kjærsgaard frá Danska Fólkflokkinum koyrdi harð- ari á útlendingapolitikkin enn nakrantíð áður og vann tveir mandatar