Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 29 - 11. februar 2005 Valnevndin veit ikki, hvat hon skal gera við næstan 300 sekkir og kassar við atkvøðum UPPTELJING Árni Joensen: fartekst@mail.dk Upprunaliga skuldi úrslitið av tjóðartingsvalinum í Irak koma í gjár, men valnevnd- in hevur boðað frá, at hon er verri enn so liðug at telja enn. Orsøkin er, at í upptelj- ingarhølunum hjá val- nevndini eru 250 sekkir og 40 kassar við atkvøðum, sum valnevndin ivast í. Illgruni er um, at talan er ikki um upprunaligar sekk- ir og kassar við atkvøðum, men at teir eru komnir upp í hinar kassarnar onkun- staðni. Tað kann verða hent, tá atkvøðurnar vóru á veg til Bagdad, men tað er eisini hugsandi, at tað er hent í sjálvum høvuðs- staðnum, skrivar Reuter. Er hetta so, er talan um valsvik, og valnevndin ásannar, at mutur kann vera uppi í málinum. Enn veit valnevndin ikki, hvat hon skal gera við kass- arnar og sekkirnar, men tað er í øllum førum greitt, at úrslitið av valinum kemur ikki enn. Tað hevur annars ljóðað, at tann shiamuslimski flokk- urin Sameinda Irakska Samgongan er tann stóri vinnarin. Á øðrum plássi er ein kurdisk samgonga og á triðja plássi flokkurin hjá Ayad Alawi, forsætisráð- harra. Talsmenn hjá Sameindu Iraksku Samgonguni hava sagt, at samgongan vann valið, og at hon fer at virka fyri, at tann sera stranga sharia-revsilógin verður sett í gildi í Irak. Tað er beint ímóti tí, sum amerik- anararnir ætla. Saudiarabar á vali Í gjár sluppu saudiarabar fyri fyrstu ferð á val, men valið var ikki av tí slagnum, sum vit kenna á okkara keiðum. Bara menn høvdu valrætt og valbæri, og teir, sum verða valdir, sleppa einans at viðgera mál um vatnveitingar, vegagerð og kloakkir. Teir sleppa ikki at taka støðu til játtanir heldur, tí tað hava tær hava landsmyndugleikarnir ásett frammanundan. Myndugleikarnir hava sagt, at valhølini eru so smá, at tað er ikki pláss fyri at lata kvinnurnar sleppa at greiða atkvøðu, og harafturat eru tað bara fáar kvinn- ur, sum hava nakað samleikaprógv. Hinvegin høvdu menninir heldur ikki serliga stóran áhuga fyri valinum, tí tá valhølini í høvuðsstaðnum Riyadh lótu upp gjáramorgunin, høvdu bara ein fjórðingur av monnunum har skrásett seg sum veljarar, skrivar Reuter. Valið í gjár var eitt slag av einum kommunuvali, men veljararnir sluppu bara at velja helmingin av kommunustýrislimunum. Hin helmingin skal stjórnin tilnevna beinleiðis. Mannasmuglari í fongsul Ein lastbilaførari úr Niðurlondum skal sita í fongsli tey næstu tíggju árini fyri mannasmugling. Í juni í 2000 kom Percy Wacker við lastbili sínum úr Rotterdam til belgiska havnarbýin Zeebrúgge. Í einari bingju á lastini hevði hann 60 kinesiskar inn- flytarar, men tá hann kom til Zeebrúgge, gjørdi hann av at steingja luftlúkurnar á bingjuni, so tollararnir ikki skuldu hoyra, at fólk vóru í henni. Tá lastbilurin seinni kom til Dover í Bretlandi, kannaðu bretsku trolararnir bingjuna, og har funnu teir 58 deyðar kinesarar. Teir vóru kvaldir. Bara tveir vóru eftir á lívi. Í Bretlandi bleiv Percy Wacker dømdur 14 ára fongsul, men hann kravdi, at málið skuldi koma fyri ein dómstól í Niðurlondum. Nú hevur ein dómstólur har dømt hann tíggju ára fongsul. Fær størri vald Ein tann fremsti ráðgevin hjá George W. Bush, for- seta er Karl Rove, sum er av norskari ætt. Bush hev- ur ongantíð dult fyri, at hann heldur sera nógv av ráð- geva sínum, og nú hevur forsetin givið Karl Rove stóra ávirkan á politikkin í Hvítu Húsunum. Karl Rove verður nú varaleiðari í umsitingini hjá forsetanum. Í hesum starvinum skal hann samskipa innanríkisolitikkinm, búskaparpolitikkin og trygdar- politikkin. Sambært eygleiðarum merkir tað, at ráð- gevin hevur ábyrgdina av, at tær politisku ætlaninar hjá forsetanum verða framdar í verki, og at hann skal leggja tíðarætlanina fyri, nær tað skal gerast. Tað var Karl Rove, sum legði valstríðið hjá Bush til rættis bæði í 2000 og í fjør, og Bush hevur sjálvur umrøtt hann sum »arkitektin«. Ógvuslig byrjan Nú eitt kvøldið stóðu meiri enn 4.000 fólk uttanfyri og bíðaðu eftir, at svenska møblaketan Ikea skuldi lata ein nýggjan handil upp í London. Sum vera man hevði Ikea boðað frá fleiri sera góðum tilboðum í sambandi við upplatingina, og tað gjørdi, at fólk vóru rættiliga á gosi, tá dyrnar lótu upp á midnátt. Øll vildu sleppa inn ísen, og tað gjørdi, at fimm fólk noyddust á sjúkrahús. Í einum føri bleiv ein maður frá sær sjálvum og stakk ein annan. Tá gjørdi leiðslan av at læsa dyrnar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir, tá Ikea letur nýggjan handil upp. Í september í fjør hendi tað sama, tá ein nýggjur Ikea-handil lat upp í Saudi- arabia. Tá vórðu trý fólk traðkað í hel. Neyðugar vælferðar- nýskipanir gera, at donsku stjórnar- flokkarnir kunnu ikki halda vallyftini DANMARK Árni Joensen: fartekst@mail.dk Undir valstríðnum upp undir fólkatingsvalið segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, at stjórnin fer ikki at fremja nakrar broytingar í teimum donsku vælferðarskipanunum í tí nýggja valskeiðinum. Men tað gongur ikki, siga umboð fyri danska vinnu- lívið. – Tað er sólarklárt, at tað er neyðugt við nýskipan- um. Vit vita, at tað er ikki javnvág í vælferðarsamfel- agnum, tí ein meðal dani fær meiri frá samfelagnum, enn hann sjálvur letur sam- felagnum, skrivar stjórin í Dansk Industri, Hans Skov Christensen, í einari grein í Børsen. Hann mælir polit- ikarunum til at fremja tær neyðugu broytingar yvir eitt longri tíðarskeið, held- ur enn at tær skulu koma sum ein skelkur seinni. Eisini formaðurin í Han- del, Transport og Service, Niels Nygaard, vil hava stjórnina at fremja nýskip- anir á vælferðarøkinum, og hann mælir andstøðuni til at medvirka til, at tað verð- ur gjørt. Longu undir valstríðnum boðaðu danskir búskapar- frøðingar frá, at vallyftini hjá stjórnarflokkunum um størri ágóðar lata seg ikki gera, uttan so onnur viður- skifti á vælferðarøkinum verða broytt. UTTAN ÚR HEIMI Rumbul í irakska valinum Stjórnin kann ikki halda vallyftini Anders Fogh Rasmussen noyðist at ganga frá sínum vallyftum, halda umboð fyri danska vinnulívið