Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 29 - 11. februar 2005 Box 76 110-Tórshavn Kunnandi oljutilfar til skúlar o.o. Kunnandi oljutilfar Síðani oljutilgongdin av álvara tók dyk á seg her heima hevur Sosialurin roynt at fylgt væl við í dagligu bløðunum men eisini í serútgávum. Umframt at hava savnað allar greinar, sum hava staðið í blaðnum frá sjeytiárunum fram til umleið miðskeiðis í hálvfemsunum í serstøk ringbind (Oljupakkin), so hevur blaðið eisini givið út seinastu árini serútgávur um oljuspurningin. Fyrsta serblað av sínum slag kom út í 1997 og eftir tað eru komin út umleið 10 serbløð uppá nærum 400 blaðsíður. Sosialurin hevur liggjandi væl av hesum bløðum á goymslu. Nú enn eitt spennandi kapittul er byrjað við loyvunum í 2. rundu kundi verið áhugavert hjá skúlum og øðrum at ognað sær bløðini, ið viðgera so gott sum allar partar av oljutilgongdini og sum harvið eisini eru gott grundarlag sum kunning og eisini orðaskifti um oljumál. Til ber at keypa pakkan við serbløðum um oljuna fyri 400 kr. tvs. fyri eina krónu síðuna. til skúlar o.o. OLJA OG KUNNING 400 kr. Kostnaður: Undirritaði ynskir at fáa til keyps pakka við serbløðum um oljutilgongdina Navn: Bústaður: Kunnandi oljutilfar Fyllið lepan út og sendið okkum hann