Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 29 - 11. februar 2005 Tann, ið drap beiggja hennara, verður fríkendur í rættinum, tí verjin dugdi meira, enn gott var. Nú skal verjin sanna, hvat rættvísi merkir. Tá George Saticoy kemur fram á, at makkari hansara ætlar at fremja tryggingar- svik við at brenna café’ina, sum teir báðir reka, í grungd, er hetta nakað, ið kostar honum lívi. Makkarin, Damon, vil vera við, at drápið varð framt í sjálvverju, og saman við verja sínum, Merle Hammond, megnar hann eisini at sannføra rættin um, at so var. Men systir George, Gwen, heldur ikki nógv hesum framferðarhátti. Størsta vápnið hjá verjan- um var, at Georga varð lagdur undir bæði líkt og ólíkt, og hetta vil hon ikki finna seg í. Ikki minst tá Damon samstundis selir søgu sína fyri millióna-upphædd. Tá hevur Gwen fingið nokk. Hon tekur verjan til gíðsla, uttan at hon kortini er heilt greið um, hvat hon skal nýta hetta til. Eitt er tó víst. Nú skal Merle Hammond læra, hvat rættvísi í veru- leikanum merkir! Tað er Tommy Lee Wal- lece, sum hevur leikstjórn- að filminum. Babs Greyho- sky skrivaði handritið. Camryn Manheim hevur leiklutin sum sosialráðgev- in, Janet McFarland, í hes- um hjartanemandi drama- filminum um ítróttarhetj- una, Loretta Claiborne. Loretta er brekað, og ikki fyrr enn hon er fýra ár, dugir hon at tosa og ganga. Hetta ger, a thon á lívs- leið síni noyðiast at vinna á hópin av forðingum. Ikki minst happingini, sum hon verður offur fyri í skúlan- um og aðrastaðni, har hon ferðast. Óttan fyri hesum megnar hon tó at vinna á við at renna skjótari, enn nakar av hinum megnar. Og tá sosialráðgevin, Janet McFarland, so nevnir ParaOlympisku leikinrar fyri henni, kemur Loretta av álvara á røttu hillina. Hon setir met oman á met, og samstundis gerst hon fyrimyndin hjá hópin av øðrum ungum í líknandi støðu. Ein kvinna sær reytt The Loretta Claiborne Story Gwen setir sær fyri, at hon skal læra órættvísa verjan, hvat rættvísi er fyri nakað Í rættinum verður George lagdur undir bæði líkt og ólíkt DR1 mánakvøldið kl. 21.00 3+ sunnukvøldið kl. 19.00 Søgan um Loretta Cliaborne er søgan um veiku gentuna, sum at enda gjørdist fyrimyndin hjá hópin av øðrum ungdómum Saman við sosialráðgeva sínum megnar Loretta at vinna á stórum forðingum, sum eru á lívsleið hennara